1 – 1 er einki glæsiligt úrslit

Síðani ein fyrrverandi málverji í Havnar Bóltfelag gjørdist løgmaður, er politiska myndamálið vorðið fábroytt skvaldur úr ítróttaheiminum. Politikarar takkla hvør annan ella leggja upp hvør til annan, teir skjóta mál (tingmál) út av vøllinum, og tá ið stendur í botni, biðja teir um ”time out”.

03.08.2011
Árni Dahl
Etikkur og politikkur
Nú ið Unga tjóðveldið skipaði fyri fólkafundi á Doktaragrund ólavsøkukvøld, var ein uttanflokkatingmaður boðin at halda røðu, og hóast hann dugir at orða seg so væl sum fáur, so dumsaði hann í somu veit. Hann talaði um støðurnar 1-0 og 0-1, um javnleikirnar 0-0 og 1-1. Men hóast hann helt seg til hetta sama popplagið, sum Kaj Leo nú hevur látið í trý ár, so var hann á ongan hátt sannførandi.

Í røðuni fór hann lætt um sannleikan:
1946 var eitt null-summ spæl, har sambandið satsaði uppá at vinna 1-0 á loysingini. Tað miseydnaðist. Loysingin hevur eisini roynt at vinna 1-0 á sambandinum. Men tað vil ikki eydnast…

Hetta er søguliga ikki satt. Tað fyrsta, "at sambandið satsaði uppá at vinna" er rætt, men røðarin "gloymdi" at siga, at í 1946 vann loysingin 1 - 0 á sambandinum, men - og her halda vit okkum aftur til ítróttamálið:
Dómarin kolldømdi dystin, ógildaði úrslitið, tí tað ikki hóvaði sambandinum og donskum myndugleikum. Og tað hjálpti einki at kæra til kærunevnd ella yvirkærunevnd.

Uttanflokkatingmaðurin dró so saman um og helt fyri: "Dysturin millum loysing og samband má enda 1 - 1".

Høvdu hugsjónarfólk tikið undir við hesum sjónarmiði, so kundi hugsast, at støðan var henda í dag:
- Innan skúlans gátt var danskt kanska høvuðsmálið, sum Sambandið vildi.
- Í kirkjuni prædikaði prestur annanhvønn sunnudag á føroyskum og annanhvønn sunnudag á donskum. Sálmarnir vóru annanhvønn sunnudag danskir, annanhvønn sunnudag føroyskir.
- Og í flaggspurninginum hevði loysnin kanska verið, at vit flaggaðu við Merkinum t.d. annanhvønn mánað og við Dannebrog annanhvønn mánað - ella við báðum fløggum samstundis.

Øll duga at síggja, at hetta hevði verið ein høpisleys støða. Tey, sum arbeiða fyri loysingini, mugu sjálv trúgva upp á eina 1 - 0 loysn. Tað er teimum, sum undan eru farin, og sum trúðu upp á 1 - 0 loysnina, fyri at takka, at vit eru komin so frægt áleiðis, tá ið ræður um støðuna í skúlamálum, kirkjumálum og flaggspurninginum, sum vit hóast alt eru komin.

Tað var hesin kjarnin av fólki, sum flutti tjóðina, og fullveldisfólk fara ongantíð at góðtaka eitt so ullint úrslit sum 1 - 1.

Árni Dahl
03.08.2011
Árni Dahl
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?