Triðja leikritið

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum. 

10.08.2011
Sonja Kjølbro
Bókaprát
Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Fyrsti leikurin í røðini var "GUNNAR HAVREKI", sum Rasmus C. Effersøe skrivaði.

Annar var "JÁKUP Á MØN", sum Sigrid Niclassen skrivaði.

Og nú kemur triðja leikritið:

Jens Christian Hostrup: "HJÁ DALABÓNDUM", sum Rasmus C. Effersøe týddi. Í hesari útgávuni er grein hjá Povl Skaarup, sum víkur at leikinum, og Marianna Debes hevur týtt brot úr stuttsøgu hjá Williami Heinesen, har hann skemtiliga sigur frá fyrstu ferð, hann sá leikin framførdan í Havn. Aftast í ritinum eru nótar til sangir, ið verða sungnir í leikinum. Zacharias Sørensen ritstjórnaði hesum partinum.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu - skreytmynd: William Heinesen.

Bókin er komin í bókabúðirnar.
10.08.2011
Sonja Kjølbro
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?