Orðasmiðurin mikli áttati

Tað er 20. juni, og dagurin hevur toygt seg á leið so langt, sum hann kann, sólin er komin á leið so langt norður, sum hon orkar. Ljósið hevur týdning. Hetta at lýsa og at varpa ljós á øll handa viðurskifti gav einum søguligum tíðarskeiði navn. Eitt skeið, tá ið ljós varð varpað á mangt og hvat, ið áður lá fjalt í myrkri.

16.06.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát
Gongdin fram, varð sagt, var at upplýsa fólk, og í hesum upplýsingarskeiði var Jens Chr. Svabo uppi á døgum. Tá setti hann sær fyri at varpa komandi ættarliðum ljós á eitt talað mál, hann var sannførdur um fór at fara í søguna. Sum fór at doyggja av berari vanrøkt.

Tað, ið Svabo gamli ikki kundi vita tá, var, at vit fóru at hava eitt skriftmál halva øld seinni. Hann kundi heldur ikki vita, at hetta bragd fóru at kveikja so ógvusliga í føroysku sálina, at ein mentanarlig kollvelting fór fram á leið eina øld eftir, at hann hevði skrivað minningarorð um málið. Brádliga vaknaði alt, ið áður lá í dvala og í myrkri. Vit festu tankar á blað, vit fingu bløð og skaldskap, og vit fóru at krevja at verða upplýst á okkara egna máli.

Nú stívliga 230 ár eftir at Indberetningar vórðu skrivaðar, kunnu vit hátíðarhalda, at ein av størstu føroysku málfrøðingum verður áttati ár. Hátíðarhalda mann, sum er víða gitin fyri, hvussu væl hann hevur røkt føroyska málið seinastu hálvu øldina. So sjáldsama væl kann alt laga seg. Tað er einki minni enn eitt undur, sætt í hesum ljósi. Tí hetta er framburður, sum hevur kravt ómetaliga nógva orku, áræði, treiskni, nógvan kunnleika, nógv vit og nógvan lærdóm.

Men ljósið rakti kraftina, sum lá í dvala. Ljósið og mátturin runnu saman í eind og fluttu okkum fram.

Ein skrøna er um ein av okkara landsmonnum, sum var sambandsmaður av heilum huga. Hann helt tað vera so hátíðarligt at lesa Dimmalætting, at hann fór í tær betru tenninar, tá ið hann setti seg við spísstovuborðið at lesa leygardag.

Nakað soleiðis kendu fleiri tað, tá ið orðabókin var á skránni í útvarpinum. Onkur stongdi úthurðina, tí nú skuldi friður vera. Børnini vórðu kveistrað út í tún at spæla. Onnur tóku stikkaran úr telefonini, tí nú var orðabókin á skránni. Hátíðardámur.

Tá ið fólk lurtaðu eftir JHWP, sum segði teimum frá rárum orðum og forvitnisligum orðafellum, sat mestum øll tjóðin undir lestri. Gomul kona úr Funningi skrivar. Bræv er komið sunnan av landi – øll kenna eyðkendu orðingarnar...

Jóhan Hendrik gjørdi tað, ið fram til tá var hildið at vera ógjørligt. Hann breyt fordómin um tann turrisliga málfrøðingin og gjørdi hann til landsins besta undirhaldara. Púrasta óhoyrt. Her var einki fyridømi. Hann rakti eina tægr, sum liggur djúpt í okkum øllum.

Jóhan Hendrik fór inn í teir smáu kistlarnar, har málsliga reyðagullið verður goymt. Í málsliga reyðagullinum liggur slóðin av søguni og tilverutreytunum og tillagingunum og snildunum og skemtinum og øllum tí, sum til samans hevur skapt okkara mentan gjøgnum øldir. Bita fyri bita. Orð fyri orð. Alt tað varpaði hann ljós á við síni orðabókasending.

Hann fór inn í rúmini, sum orðini vóru dyrnar til, og varpaði ljós á ymist, ið annars lá í myrkri. Kenslan var kanska nakað sum, tá ið tú leitar í gomlum køssum, sum leingi hava staðið í myrkri á ovastalofti, og tú kemur fram á bæði eitt og annað, ið fær teg at undrast, vekur gomul minni og forvitni.

Tá ið tosað verður um føroyska málmenning nú á døgum, verður navnið Jóhan Hendrik altíð nevnt. Orðabókin gjørdi seg so viðgitnan, sum var hann rokkstjørna – øll í landinum kendu JHWP, og tað hevur eingin orðabókafrøðingur nakrastaðni í heiminum megnað hvørki fyrr ei heldur seinni. Tí leksikografar er tiltikið turrisligt slag.

Eingin í Føroyum fer nakrantíð aftur at verða kallaður Orðabókin. Eingin fer aftur at eiga eitt fýramannafar, ið verður nevnt Orðabókin, ongantíð fara fólk aftur at siga, at Orðabókin var í grind, eingin fer at aftur eiga døtur, sum eru døtur Orðabókina og eingin fer aftur at fáa ein málfrøðiligan hjálpara, sum verður nevndur eykabindið.

Hjartaliga til lukku, Jóhan Hendrik.

Jonhard Mikkelsen
16.06.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?