Eitt sindur um baksýnið í ”Eg síggi teg betur í myrkri”

Soleiðis… Henda mannin, Fritz Haber datt eg fram á fyri tveimum árum síðani á krígssavninum í Ypres, einum smábýi syðst í Flandri, men Flandur eitur flamskt-mælti parturin av Belgia. Í stórkrígnum 1914-1918 leikaði hart á um hendan býin. Týskarar settust kring býin á tær lágu herðurnar uttan um hann. Teir sameindu royndu tað teir kundu at verja seg á láglendinum.

09.11.2014
Carl Johan Jensen
Bókaprát
Og harvið stóð í fýra ár.

Á vígvöllunum við Ypres og bygdirnar har nærhendis, eitt nú Paschendale, í einum blóðigum bardaga fyri og öðrum eftir fullu ungir menn í hundraðtúsundatali. Menn við ymsum tjóðskapi. Menn úr öllum heraðshornum.

Til hetta blóðs-úthellingar-gildið bjóðaði tað gamla valdið í Evropa. 

Ella rættari sagt: tað uppnýggjaða gamla valdið í Evropa.

Í seinnu helvt av 19. öld fór hetta evropeiska valdið gjögnum eitt ídnaðarligt hamskifti og legði í framhaldi av tí heilar heimspartar undir seg uttan fyri Evropa – eitt nú varð Afrika skift sundur millum evropeisku vesturveldini frá umleið 1880 og fram til 1910. 

Og meðan tað ný-gamla valdið soleiðis rembdist í ídnaðarligari vakning og tók land undir seg víðahvar, hevði tað samstundis lag á at læra seg av, summpart ið hvussu er, við ta siðmenning, tað í Guðs navni og av miklum íðinskapi segði seg vilja prenta inn í tey fólkaslög, sum onkursvegna hövdu lyndi vera í vegin í landnámum teirra, t.d. zulu-fólkið í Suður-Afrika.

Í staðin varð nú knæsett – og hildið at vera so rímiligt – at ný-gamla valdið bert kravdi at virða ein vilja – sín vilja til sína framtíð sum óavmarkað vald yvir öðrum. Uttan minsta samvitskubit og í tí treysti, at tað hevði ein guð-givnan rætt, ruddi tað fyri sær geingi hvar sum helst, gjögnum hvörja tjóð sum helst, eins og bóndi, ið brýtur upp úr haga.

Henda ný-siðingin av gamla valdinum breiddist út í samfelögini í Evropa og fekk brátt stöðu sum óryggilig sanndindi í almennu umröðuni, sannindi, sum vóru so óavnoktilig, at tað bar boð um tvörrandi veruleikaskil at ivast í teimum.

Og ein, sum ongantíð ivaðist, men tvörturmóti av heilum huga tók hesi sannindi til sín í teirri mynd, tey fingu í týska keisaraveldinum, var nettupp Fritz Haber, maðurin á viðfestu myndunum.

Men hvör var hann?

Fritz Haber var evnafröðingur av gýðingaætt, föddur í týska býnum Breslau (nú Wroclaw í Póllandi) í 1868 og gjördist gitin, tá ið honum í 1909 saman við öðrum eydnaðist at finna eina mannagongd at gera ammoniak við samevning til nýtslu í framleiðslu av kunsttöðum.

Fyri tað arbeiðið fekk hann nobelvirðislönina í 1919.

Men gitnari ella ið hvussu er tiltiknari, man Fritz Haber tó vera fyri arbeiðið sítt við eiturgassi á granskingarstovninum Kaiser Willhelms-Institut í Berlin stórkrígs-árini 1914 –1918. Hann stóð sjálvur fyri stovninum og somuleiðis fyrsta gass-álopinum á vestur-hermótinum.

Hetta álopið var gjört við bygdina Gravenstafel norðan fyri Ypres tann 22. apríl 1915. Í lýsingini henda dagin gav Fritz Haber, sum nú hevði kapiteyns-tign í týska herinum, boð um at lata 171 tons av klor-gassi leka úr fimm túsund og sjey hundrað sylindarum. Gassið rak undan mökum vindi oman eftir teimum fláu brekkunum við Gravenstafel og yvir tær sameindu skotgravirnar. Skotgravirnar á hesum 6 kilometra langa partinum av hermótinum vóru mannaðir partvíst við fronskum, partvíst við hermonnum úr marokko og algir, sum tá vóru fronsk hjálond. Av tí at klorgass er tyngri enn luft, legðist gassið skjótt niður í tær fronsku skotgravirnar og fylti tær. Fleiri enn 6 túsund hermenn doyðu teir fyrstu tíggju minuttirnar. Teir flestu kódnaðu, aðrir doyðu av löstum, teir fingu í lunguni av klorgassinum, tí klorgass hevur tann eginleika, at kemur tað í samband við vætu ger tað hypoklor-sýru, sum etur seg inn í bleytan vevnað, eitt nú í lungum og eygum, og oyðileggur hann.

Eftir stórkríggið varð Fritz Haber kortini ongantíð settur á nakran lista yvir krígsbrotsmenn eins og summir aðrir yvirmenn í týska hersetingarliðnum í Belgia. Hetta komst kanska av, at sigurharrarnir, serliga Ongland og Frakland, sjálvir brúktu eiturgass í síni krígsförslu og tískil illa kundu krevja týskar eiturgassfröðingar fyri krígsbrotsmannarætt og ikki sínar egnu.

Annaðhvört samvitska hansara hevði ónáðir av gassálopunum ella ikki, fekk einki kvinkað Fritz Haber í sannföring hansara. Hann var staðfastur í sínum áliti á tað ný-gamla valdið og hann gjördi skyldu sína fyri tað, hvat ið skyldan so galt. Og nakað mundi tað kosta hann, eisini persónliga. Kona hansara, Clara, skeyt seg sjálva í hjartað úti garðinum hjá teimum eitt mai-kvöld í 1915 eftir at hjúnini fyrr um dagin vóru komin til ilnar um evnafröðiliga arbeiðið hansara fyri týsku hermegina. Men ikki var stoyturin so dyggur, at hann gáaði frá arbeiðnum ein einasta dag.

Heldur ikki eftir stórkríggið sýntist nakrantíð at ridla undir teirri sannföring Fritz Habers, at föðilandsskyldan var fyri öllum. Eiturgass-nýtsla var heimilað í nýtíðarligari krígsförslu. Munadygg. Og ein högleiki. Altjóða samtyktir um bann móti eiturgassi vóru samtíðarfjarar og burturvið, t.d. Hague-yvirlýsingin frá 1899 og Hague-sáttmálin frá 1907.

Ja, hann var skorðfastur, Fritz Haber, í trúnni upp á tað ný-gamla valdið, sá einki uttan hóttafall á fólkaræði og arbeiðararættindum. Tað vaksandi gýðingahatri í tjúgunum, serliga hjá teimum, sum grammastir vildu endurreisa týska ríkið í onkrum ný-gamla-valds-líki, tók hann fittliga. So dekan ov fittliga. Men hevði jú eisini langt síðani kastað gýðingatrúnna og fingið seg líkindaliga luterskan. Hartil lá hansara partur ikki eftir. Fyri Týskland. Mundi hann hugsa. Og hann spardi seg ikki. Öll tjúgu árini legði hann nógv fyri at fáa föðilandið úr teimum búskaparligu íðubrotum, sum krígseftirspælið, serliga Versailles-sáttmálin, hurlaði tjóðina útí. Eitt nú gjördi hann sær miðskeiðis í tjúguárunum stórar vónir um, at til bar at vinna gull burtur úr sjógvi í munaverdum nögdum. Tað vísti seg tó ikki at bera til.

Tað var ikki fyrr enn Adolf Hitler var komin væl og virðiliga til valdið í Týsklandi í 1933, at veggirnir umsíðir rivnaðu í tí templi av innbilningi, Fritz Haber hevði reist sær tíðini og samfelagnum. Best sum var noyddist hann í útlegd, fyrst til Onglands, síðani til Sveis og har doyði hann í januar 1934 av einum hjartaslagi, aleinaður og í armóð.

Men hví eg taki henda mannin fram her?

Ja, tað er í stuttum tí, at eg fyrradagin, alla sálnadag, 2. november, var staddur í einum framsýningarhölum við aðaltorgið í valónska býnum Mons. Her hekk ein framsýning uppi eftir belgiska listamannin David Vandermeulen og temað í sýningini nettupp Fritz Haber. Ella neyvari sagt tann tvörsögn, sum lívið hjá Haber afturlítandi er, lívið sum maður í vísindum og samfelag upp á tey kor, tað ný-gamla valdið bjóðaði í fyrru helvt av 20. öld.

Og so er tað hitt - og kanska meira viðkomandi í hesum viðfanginum - at í skaldsöguni (t.e. Eg síggi teg betur í myrkri) er Fritz Haber ikki bert nevndur í tekstinum (bls. 35, 36, 59, 204 og 312), men lívssöga hansara eisini fyrimyndin fyri einum týðandi sögupersóni í bókini, Fritz Jankel. Jankel er handilsfelagi hjá Benedikti Einarssyni, hövuðspersóninum, meðan síðstnevndi býr í Týsklandi árini beint eftir stórkrígslok. Jankel hevur krígsárini verið í tænastu hjá Haber í Berlin sum eiturgassserfröðingur og sum hann er Jankel av gýðingaætt og einki minni klovin enn navnin, andliga og moralskt. Í senn royndskygdur og yvirgivin til pátrúgv. Eitt vittuggi og eitt dygdarmenni í sama skinni.

Og hygg!

Har var kanska okkurt, lesarin kanska legði í at vita ella tað billi eg mær inn, tí skrivaði eg henda greinarstubban.

Soleiðis...

Carl Jóhan Jensen

---

Les brot úr 'Eg síggi teg betur í myrkri' her
09.11.2014
Carl Johan Jensen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?