BÓKADAGAR 2014

Nú eru ársins bókaavrik fingin frá hondini og klár at njóta. Avrikini verða løgd fram og umrødd og hátíðarhildin við bókadøgum í Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið. Skráin er bæði fjølbroytt og áhugaverd.

21.11.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát
Íslendska mentakonan Sif Gunnarsóttir, sum hevur fingið avrikað so mangt og mikið gott hesa tíðina, hon hevur verið hjá okkum, legði í fjør lunnar undir ein veruligan føroyskan bókafagnað. Ein bókafagnað, sum ikki hevur sín líka í føroyskari bókasøgu. Hon endurtekur eydnusøguna hetta vikuskiftið.

Her verða høvundar at hitta, ið hava gjørt vart við seg á altjóða pallinum, her verða høvundar at hitta og lurta eftir, ið vit hava fingið týtt til okkara mál. M.a. kendi íslendski skaldsøguhøvundurin Sjón, sum skrivaði Skuggabaldur og Mánastein, sum SPROTIN hevur givið út.

Her verða okkara egnu høvundar, sum leggja síni nýggjastu verk fram. Carl Jóhan Jensen fer at skifta orð við Gunnar Nolsøe um nýggju skaldsøguna Eg síggi teg betur í myrkri. Ingun Ásdisardóttir, sum týddi Ó-søgur til íslendskt fer at greiða frá arbeiðinum at týða so stórt verk í annað mál. Ingunn hevur fingið heiðursgávu fyri týðingina. 
 
Bæði Sjón, Ingun og Carl Jóhan verða á pallinum í morgin leygardagin kl. 15.   
 
Klokkan 16 verður "Yrkjarating", og við í tí pallborðinum verða tveir yrkjarar, sum hava fylgst á yrkjarabreytin seinastu 20 árini. Báðir eru á bókadøgunum við teirra nýggju yrkingasøvnum. Petur Pólsson við Opus 6 og Oddfríður Marni Rasmussen við Oktoberbløð í fallandi sól.
 
Ein bók, ið víkur frá hinum, er bókin ARCHIE / HANUS. Saman við stuttum tekstbrotum, ið lýsa yrkisleiðina hjá listamálaranum Archibald Black, síggja vit einar hálvthundrað heilsíðumyndir við andlitsbrøgdunum í fólkakæra trubadurinum Hanusi G. Johansen. Archie hevur í royndum granskað andlitsbrøgdini í Hanusi. Burtur úr tí er komin sjaldsom bók, sum kemur á marknaðin til bókadagarnar.
 
Av tí, at hesar myndirnar eru so sjaldsama góðar, hava vit gjørt nakrar teirra til plakatir, sum til ber at ogna sær hesar dagarnar og annars í bókabúðunum um alt landið
 
Archiebald prátar við Gunnar Nolsøe um bókina kl. 17 sunnudagin, og Hanus fer sjálvandi at leggja koll í hetta stórfingna vikuskiftið við nøkrum góðum sangum.

Allar bøkur Sprotans frá 2014 verða til sølu á bókadøgunum, og Sprotin hevur hesi sertilboð:   

Archie / Hanus 
Vanligur prísur 348,- 
Tilboð 298,-   

Eg síggi teg betur í myrkri 
Vanligur prísur 248,- 
Tilboð 198,-   

Sverri kongur 3 
Vanligur prísur 229,-
Tilboð 198,-   

Heilsan Pól F. 
Vanligur prísur 249,-
Tilboð 198,-       

Annars er bókadagaskráin bæði fjølbroytt og áhugaverd. Sí alla skránna her.   

Væl komin í Norðurlandahúsið um vikuskiftið til eitt bókaprát.
21.11.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?