Kavajólaskipið 1953

Tá ið tað kom til dreingjalív í Fuglafirði, varð bygdin býtt upp í Gjógvarádreingir, Garðsdreingir, Traðardreingir, Toftadreingir og Bakkadreingir. Tá ið bardagi var millum hesar partar, var í flestu førum stríðið ímillum Bakkadreingir og Gjógvarádreingir. Hetta vóru teir stóru hóparnir. Hinir hóparnir mongdaðu seg upp í hesi liðini, og kundi orrustan telja einar 50 - 60 dreingir, ið bardust hvør ímóti øðrum við træsvørðum, bogum, gassum, tráum og skjøldrum. Avtalað varð um bardaga í skúlanum. Í dag skuldi kríggj verða millum Gjógvará og Bakkan.

07.12.2014
Frits Johannesen
Bókaprát
Gingið varð í skrúðgongu úr hvør sínum heraðshorni, og brustu herarnir saman t. d.  á Muntra. Tað var ikki gamansleikur at vera fyri, men ongantíð kom nakar fyri ta vanlagnu at fáa mein av hesi orrustu. Hugsi ikki, hetta var eindømi um slíkan bardaga ímillum dreingir á bygd, men havi eg hoyrt fólk greiða frá fleiri slíkum bardøgum í øðrum bygdum og t. d. frá Havnini við.

Kríggj og Muntra
Sjálvandi var hetta eitt spæl, har teir størru dreingirnir skipaðu fyri og løgdu alt til rættis. Hugsi ikki,  at nakrar snildir  vórðu tiknar við í hesi hólmgongu, men onkuntíð goymdi tú teg aftan fyri okkurt húsahorn ella garð og við eitt varð eitt sniðálop gjørt, og kundi tá mótparturin taka beinini upp á nakkan og flýggja. Hvør hópur hevði onkran, sum allir dreingir vóru eitt sindur bangnir fyri, sum í øðini við sveiggjandi svørði ella tráu kundi sópað alt fyri sær. Var  ein slíkur knevil í tínum parti, var ein ávísur tryggleiki í herliðnum. Hetta vóru dreingir, sum ongan ótta sýndu ella kendu, men høvdu eitt árræði, sum einki mark hevði. Tá ið ringast stóð til, kundu teir fara við einari tráðu sveiggjandi kant av kanti á vegnum og reka alt fyri sær heimeftir ella norðureftir . Hinir hermenninir hildu seg so aftan fyri hesar hetjur og róptu og slerdu á skjøldrarnar, so gangurin kundi verða øgiligur. Var hetta ein seinrapart, kundu menn standa á Muntra, undir handlinum hjá Gamla Sámal Peturi, Piddasa handli og práta. Var bardagi, so fylgdu teir væl við hesi orrustu og róptu á okkum við einum brosi: “Ja, hin gamli, ger nú av við hann. Hevði abbi tín nú sæð teg, so hevði hann verið stoltur av tær... omma tín hevði grátið.... og pápi tín hevði givið tær ein brest í dyntilin, um tú tapti slagið!” Tá ið tú hoyrdi hesi orð, ja, so gjørdi tú teg meira upp og legði í vaðið við allari tínari megi og royndi at basa mótpartinum. Tú stýrdi verøldini, tað skuldu teir gomlu vita. Tú vart eingin ónytta, kventil ella vesalavætti, sum einki nyttaði.

Menninir á Muntra høvdu ein stuttleika burtur úr hesum leiki og mintust á ta ferðina, tá ið teir vóru smádreingir, og hvussu leikur plagdi at fara fram. Hetta var næstan sum í Gamla Rom, tá ið gladiatorarnir brustu saman at berjast, t. d. í Colosseum. Her galt tað lív ella deyð, og var hetta eitt ómenniskjansligt undirhald, men slagið á Muntra var eisini eitt sermerkt undirhald fyir hesar menn, sum  vóru eldri menn, sum fingu eina mynd, sum fluttu teir aftur í tíðina, har dreingjalótur og dreingjasnildir áttu dagin og løtuna í teirra barnaárum.

Ongantíð kom tað fyri, at nakar fekk mein av hesi orrustu, sum bert vardi ein  seinrapart.

Tá ið  komið var í skúlan dagin eftir, var t. d. Bergfríður Leiti, Beggi,  róstur upp til skýggja fyri sítt dirvi, at hann við seiðatráðuni hjá pápanum hevði rikið allar gjógvarádreingir fyri sær heim um Bugin við sveipum sum heimsins besti slóttumaður, og vit aðrir í hølunum á honum rópandi við svørðum, spjótum og gassum upp í rógv. Ja, hetta skuldi til fyri at fáa gjógvarádreingir at  lúta fyir bakkadreingjum, sum høvdu fingið toftadreingir og traðardreingir í sín part. Garðsdreingir hildu seg uppat gjógvarádreingjum. Beggi var krígshetja frá hesum degi, og var hann nógv róstur fyri sítt dirvi og  áræði av sínum krígsfeløgum.

Kavi
Kríggjast varð um heystið, vertíðin við flakunum var um várið, og um vetrarnar var tað fyri tað mesta spælt  í kavanum. Í fimmtiárunum var ofta stórkavi, og kundi hann liggja einar fjúrtan dagar ella longri, serliga tá ið hann brádliga snaraði aftur upp í norðan eftir stutt toybil. Tá var gaman at leva. Í stórkavanum 1947 varð skiðað av Svarthamri oman í fjøruna. Hetta er ein brattur teinur, men væl bar til, tí ikki ein steinpirra kom undan. Tað fór at kava á kyndilsmessu, og kavin lá í 67 samdøgur. Sólin bræddi kavan burtur. Var tað so, at tað fór at regna og blot kom í fjallaskalvin, so hevði okkurt skalvalop verið. Eingin ivi um tað.

Kristian í Køk var komin oman í kjallaran í Piddasahandli, har Hans Petur við Garð stóð og egndi. Hann sigur við Hans Petur: “ Góðin, tað verður eingin kavi í ár!” Hetta var á kyndilsmessu. Hann hevði ikki meira enn sagt hetta, so fór at kava av møkum. Hann mýldi kavan niður. Hann var eystligur í ættini helst eysturhallur landnyrðingur, tí var stilli inni á Fuglafirði. Fuglfirðingar kalla hetta fyri lágur landnyrðingur. Tað var avkavað allastaðni og ikki ein steinpirra sást. Vit høvdu eina ær uppi í Fjalli. Faðir fór út á fjørðin í einum báti at kika og vita um hann sá ærina. Jú, dekan fari ikki, lá hon uppi undir Svarthamri. Farið varð niðan eftir henni og vassaði tú í støðum upp undir hendur fyri at røkka ærini. Hesturin hjá Jóan Petur á Bakkanum  var eisni her um leiðir, og kom hann eisini undan. Persónliga minnist eg ikki so nógv frá hesum døgum, tí eg var einans 3 ára gamal.

Tað  er serliga  veturin 1953, ið hevur sett seg í minnið. Skalvarnir húsanna millum lógu sum stór bylgjubrot. Slíkan fannakava hevur eygað ikki sæð síðani tá. Børn - serliga dreingirnir, gróvu djúpar holur í hesum fyllingum og ikki at tala um at leypa skalv. Hetta vóru dreingjadagar, sum seint verða gloymdir.

Á Bakkanum vóru nógv børn, serliga við Ovara Veg. Við Niðara Veg var barnatalið minni, men hópurin, tá ið hann var samlaður,  tók hann seg væl út. Her var ein ávís stýring á av teimum eldru dreingjunum, sum stundaðu til tannáringaaldur, ið  førdu seg fram sum menn yvir fyri okkum yngru.

Tað, sum serliga rennur fram fyri meg, er kavaskipið, ið vit bygdu  1953 eftir ein herviligan ir kavastorm. Dungakavin var øgiligur. Eingin ferðsla var í bygdini, tí nógvastaðni lá skalvurin javnt við takskeggið á sethúsunum. Neyðsynjarvøra varð flutt við sletum. Livast skuldi, og øll komu undan á ein virðiligan hátt. Tá ið veðrið bleiv betri, komu tey skapandi evnini fram. Vit fóru undir “skipasmíð”. Teir eldru dreingirni,  Johnny, Debus, Eyðbjørn, Jimmi, Regin, Kári, Jógvan Martin og  Poul Jacob vóru teir, sum gingu undan í hesum skipasmíði. Vit, sum vóru yngri, hingu uppí. Spannir og onnur íløt vóru brúkt at snikka hetta heimsskip til við. Tað leið rættiliga skjótt eftir, tá ið einir 10 - 15 dreingir fóru undir hetta megnar verk. Serliga hegnisligir vóru Johnny Øre og Debus Feilberg, sum nú liggja undir grønutorvu. Teir høvdu eisini altíð tey snøggastu skipini, tá ið siglt var fram við sævarklett ella í onkrum hyli í onkrari á. Kári Zachariasen er eisini farin í Harrans hendur. Høgni og Martha Zachariasen, foreldur Kára, fluttu inn til Fuglafjarðar úr Norðagøtu í novembur 1950, tí Høgni var blivin bedingsmeistari  í bygdini. Hetta vóru grannar okkara, og vóru hesi fólk stak fitt fólk í allar mátar. Fyrstu ferð, ið eg bar eyga við Kára, var eitt kavakvøld, um sama mundi, tey vóru flutt inn, spældi við ein bil undir útilyktini í grannalagnum. Bilurin var heimagjørdur, og kundi hann vippa, og hjólini frammantil  snara. Hann hevði reytt stýrihús og svarta last. Hesin litur stóð so ljóst livandi ímóti tí snjóhvíta kavanum. Ljósið frá útilyktinti risti  rúnir í henda lítla, lastbil og tann nýggja grannadreingin. Og hesar rúnir liva enn tann dag í dag um hesi ediligu fólk á ymsan hátt í minninum.

Kavaskipið
Kavaskipið varð bygt ímillum húsini hjá Hans Øre og Elin og Kristian Gaard á Bakkanum. Hans Øre var einkjumaður. Greinskrivarin og Hans Øre vóru trímenningar. Hann var sonur Jógvan Øre og Malenu Øre. Hon var dóttir Elin og Hans Klein. Elin var av Hellunum, dóttir Lamba Símun og Marin Margrethu Johannesen. Sostatt var Elin fastir pápa. Hetta vóru langabbi og langomma greinskrivaran. Kona Hans Øre æt Kristina og doyði knappliga 1948. Hon var dóttir Berthel og  Ellu  Eliasen.

Elin Gaard var dóttir Niklas og Poulinu. Kristian var sonur Hellu Johan og Elspu Súsannu. Hellu Johan og omma í Ansastovu í Oyndarfirði vóru systkinabørn. Sostatt vóru mamma og Kristian trýmenningar. Skipið stóð oman og niðan. Tá ið tað var liðugt var tað eins og eitt jólaskip, sum stevndi í heimin út ella sigldi ímóti heimligum strondum. Snotiligari skip hevur ikki verið húsanna millum í Fuglafirði síðani landnámstíðina. Alt skipið hevði eitt skap, sum valla vakstramannahondin hevði kunnað tilevnað betur. Alt var hvørt eftir øðrum, og her var einki at dylja yvir, at Debus og Johny við síni stillu atferð løgdu teimum  yngru dreinngjunum lag á, so alt gjørdist so snøgt, sum til bar.

Sniðið á hesum skipi minti nógv um Gulldrang, sum varð bygdur á Bedingini í Fuglafirði eftir kríggið. Sannleikin var tann, at Krosstindur, slupp, sum var keypt úr Vágunum skuldi umbyggjast á Bedingini. Alt var skift á skipinum uttan kjølurin. Jákup í Hvanngarðinum í Oyndarfirði segði, at hetta var sum at seta ein nýggjan hatt á Gamla Sámal Petur. Gulldrangur hevði keys, egningarskúrar, brúgv og hvalabak. Gulldrangur hevði gott orð á sær. Hetta hevði okkara kavaskip eisini. Hugsi, at kavaskipið hevði fleiri kúgveygu enn Gulldrangur.

Alt okkara dreingjaspæl var ein ímynd av tí, ið fedrarnir gjørdu, har flest allir vóru sjómenn. Hugaverðin spøkti í hvørjum kúgveyga og stýrhúsrúti. Tá ið siglt var við teimum smáu skipunum í hyljum og fram við fjøruklett, vistu vit  hvar Ísland, Grønland og Hvítahavið vóru. Nú var hetta ein ímynd av hesum leiðum, har Johnny ella Debus stóð í stýrihúsinum. Endamaður var eisini ein ávís tygn at hava. Jógvan Martin og Pól Jakob vóru endamenn ávikavíst framman og aftan. Regin tók hond í og hjálpti bæði á hvalabakinum, á dekkinum og har afturi á hekkuni. Jim og Eyðbjørn vóru í maskinuni og restin av hesum dreingjariðili var á dekkinum, keysini, egningaskúrunum og á hvalabakinum. Kári var 2. stýrimaður. Á det dreingjalív.

Tann skapandi megin
Tey skapandi evnini komu væl til sín rætt.Tann deyði, hvíti kavin bleiv livandigjørdur undir hesum dreingjahondum. Ja, mangan vart tú troyttur, tá ið tú komst til hús um kvøldarnar. Tá ið farast skuldi í song varð farið inn á kamarið heimeftir í ovaru síðu at hyggja at hesum sjáldsama skaparaverki - fáa tað seinasta frá hesum listaliga skapi í hugan, áðrenn farið varð undir fjaðrarnar - droyma sælar dreymar um skipið, sum lá úti á víðopnum havi við Grønland, Ísland, undir Føroyum ella á veg til tann bretska marknaðin við útróðrarfiski til jóla. Gøtuljósið oman fyri vegin læt hetta skipið í eina  livandi hugmynd, har t. d. ljósið, sum var um borð, og útiljósið, sum bleiktraðu í tí køldu vetrarkvirruni, tosaðu sítt stumma mál sínámillum. Teir eldru dreingirnir vóru ikki enn farnir í land, men sótu frammi í lugarinum ella stóðu uppi á brúnni og hugnaðu sær saman við kertunum, sum góvu skipinum eitt annað lív, enn tað meira stirvna elljósið læt av sær. Sjálvandi komu hesi ljós saman, tá ið tú stóðst heima við hús og leit yvir tekjur, tún og teigar. Kom eitt kavaæl, ja, so fløktist skipið inn í hetta livandi kavaælið og hevdaði seg sum ein lúðrasveinur, ið spældi í  kvøldarkvirruni ljóðfyltar parafrasur á Varmakeldustevnu ella á Muntra til jóla.

Tað var eins og skipið kom kjálkandi út undan ælinum, tá ið kavaælið fór sína kós. Hetta var vakurt. Siglingarljósini og lanternurnar skumpaðu flykrurnar fyri sær og søgdu við tær:” Her ráða vit!” Her vann ljósið bæði á flykrunum og myrkrinum. Skipið sá út sum ein nykbrandur, har tað lá í tí stóra skalvinum við kertuljósunum innanborðs og  uttanborðs.  

Kristian Lundsbjerg og Dánjal Jákup á Bakkanum
Kristian Lundsbjerg og Dánjal á Bakkanum, sum vóru teir eldru mennininir í hesum umhvørvi, plagdu at arga okkum eitt sindur. Teir steðgaðu á oman fyri skipið onkuntíð, meðan  vit buktaðust við hetta skip. Teir vór barnavinir, róstu okkum altíð og plagdu eisini at spæla við okkum . Lundsbjerg var dani. Hann var á einum sinni komin  við eini skonnart inn á Fuglafjørð og var vorðin skotin í Hansinu Elenu, dóttir Elin og Hans Klein á Høvdanum. Elin var fastir pápa og var av Hellunum , dóttir Lamba Símun og Elin Margrethu. Sostatt vóru faðir og Hansinulena systkinabørn.

Lundsbjerg vildi koma aftur til Fuglafjarðar. Lundsbjerg var ættaður úr Grevinge, norðanvert Holbæk. Hann var komin til Aberdeen og sá eina føroyska slupp liggja í havnini í hesum býi. Hetta var Boðasteinur úr Fuglafirði, sum Víkar Rasmus átti. Hugsi, sum hann eisini førdi. Lundsbjerg fer til Víkar Rasmus, og spyr hann, um hann kann koma við til Føroyar?  Um so var, so skuldi hann klippa honum restina av lívinum!!! Sum sagt, so gjørt. Hann kom beina kós úr Aberdeen inn á Fuglafjørð, og tann kærleikin, sum var sprottin millum Hansinulenu og Lundsbjerg, fekk eina endurføðing og vardi alt lívið. Lundsbjerg klipti Víkar Rasmusi restina av lívinum, men ikki bara honum, men eisini fleiri øðrum fuglfirðingum. Hann var ein stak hugnaligur maður. Hann plagdi onkuntíð at koma oman til okkara, t. d. um jólini. Faðir og Lundsbjerg vóru teir fyrstu javnaðarmenninir í bygdini, og fóru teir inn í bestustovu at syngja sjómansvísur. Hetta var stak hugnaligt. Báðir høvdu gott mál.

Daniel Jacob – Dánjal Jákup var sonur Skósa Petur – Sámal Petur Petersen úr Funningi. Hann hevði konu úr Garðshorni, sum æt Kristianna. Skyldskapur var okkara millum í móðirlegg. Langomma mín úr Tarti, Anna Maria Gaard í Oyndarfirði, var ættað úr Garðshorni. Dánial Jákup var giftur við gentu úr Sandvík. Hon varð í Fuglafirði rópt Suðuroyar Kristina. Havi hoyrt, at tey møttust undir Varmakeldueiði á Varmakeldu.

 Dánjal Jákup hevði listaligar gávur. Hann var skyldmaður Sigmund Petersen. Listarnar kring vindeyguni á sethúsum hansara, hevði hann skorið út og hevði stoypt eina goggu í sementið, sum hann hevði standandi á  niðara horninum á húsinum norðureftir (á kumpassini suðureftir). Tá ið konan doyði, gjørdi hann henni ein gravstein somuleiðis úr sementi. Hesin steinur er enn til skjals  á gravstaðnum hjá Suðuroyar Kristinu. Motivið er Jesus á krossinum, sum er ein frøi fyri eyga at sjá. Hetta er stak sjáldsamt.

Lundsbjerg og Dánjal Jákup høvdu báðir verið sjómenn. Lundsbjerg tosaði danskt, hann segði t. d., tá ið teir báðir stóðu á vegnum oman fyri jólaskipið: “ Altså, Daniel, synes du ikke, at det styrhus er for lille, hvis vi skulle komme til at styre denne båd?” “ Jú, Lundsbjerg, tað haldi eg, og høvdu vit havt konurnar við, so var bara pláss fyri okkum um borð.” Hetta hoyrdu vit. Teir smírdust, og vit grinu. Onkur segði, at kona Lundsbjerg, Hansinulena kundi verið kahytsjomfrú. Tá rungaði látur húsanna millum, og Lundsbjerg og Dánjal Jákup fóru brosandi sína leið at húsum.

Aftur til Jólaskipið – endi
Jólaaftan var skipið skrýtt við ljósi allar vegir og steðir. Tað lá har í kvirruni jólaaftan og sang eina stilla jólavísu um barnið í Betlehem og ljósið, sum kom í heimin. Himinin var stjørnuklárur og stjørnugrúsið  lýsti vælsignilsi yvir alla bygdina og  norðlýsið, sum dansaði sín jóladans millum Blábjørg, Gjógvaráfjall, Húsafelli og Borgina. Hetta var ein sjón fyri eygað. Omma mín, Lena í Ansastovu, plagdi at fara niður í kjallaran og tendra ljós hjá kúnni og høsnunum jólaaftan. Tá hon kom uppaftur ígjøgnum kjallaratrappuna og læt lemmin upp segði hon: “ Frægari høli fekk frelsarin ikki, tá ið hann kom í heimin!” Ja, hetta er væl sagt, og er kertan ímyndin av tí, ið jólini bera boð um. Eisini jólakavaskipið ber henda førning við sær.

Runið niðri við fjøruklettin boðaði frá, at nú bleiv hann sunnan í ættini. Hann fór at lækka og koma við lýggjari veðri og regni. Men skipið lá í sínum bylgjudali og lætst ikki um vón. Annað jólakvøld fór at regna. Skipið hevði kent sviðan av hesum skoli í einum stuttum toybili og var í  støðum so hart sum bein.

Tað bleiv av ringasta  veðri, vindi og vátaslettingi. Seinni tustu regndroparnir um húsahornini og um stevnið á Jólakavaskipinum. Kertur stóðu í stýrihúsinum, í keysini og egningarskúrunum. Hesi kvøldar- og náttarljós royndu at berjast ímóti teimum nasku hvirlunum, men so við og við so kódnaðu hesar smáu eldtungur. Skipið stríddist ímóti natúrunnar oyðandi kreftum og fór so smátt at missa sítt skap og yndi.

Morgunin eftir vóru einans rovini eftir av hesari vala skútu. Tað var trist at síggja, tá ið tú fórst í kamarsvindeygað at hyggja at heimsins vakrasta kavajólaskipi, ið fórst í “briminum” hesa nátt. Tað livir enn í huganum sum eitt gleðiligt minni frá hesum døgum.

Frits Johannesen
07.12.2014
Frits Johannesen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?