Stovugenturnar í Kommandørhúsunum

Upplivingin av leikinum byrjaði kanska longu, tá ið vit sneiddu um hornið við tann nógv umrødda skansan, sum onkur vil vera við bara hevur ligið har forfjónaður í mong mong ár.

07.12.2014
Listaportal.com
Bókaprát
Mann má bara vóna, at hesir somu mentanarloysingar ikki eisini fáa eyga á Tinganes, sum jú á sama hátt bara hevur ligið har í mong, mong ár og ivaleyst kundi trongt til mentanarligt krút ella alibi. Aja, kanska skuldu vit heldur varðveitt okkara ediliga Skansa júst sum hann er og í staðin fokuserað seriøst uppá list og mentan við støði í vitan og royndum hjá listafólkunum. Tað gera tey í Kommandørhúsinum í hesum døgum, har leikurin Stovugenturnar verður settur upp. Leikurin, sum franski høvundurin Jean Genet skrivaði í 1947 á leið um somu tíð, sum húsini eru bygd, er um tær báðar stovugenturnar, systrarnar Claire og Solange. Meðan frúan í húsinum er úti, spæla stovugenturnar sjónleik; tær lata seg í hennara fínu kjólar og skiftast um at spæla ávikavist frúa og stovugenta alt meðan frælsistrongdin gerst alsamt meira átrokandi. Hetta spælið er stuttligt og festligt við homoerotiskum undirtónum, samstundis sum tað er nøtrandi óhugnaligt og absurd í løtum. Sum leikur fer, stendst ivi um hvør tað í grundini er, sum er mest bundin at verandi valdsviðurskiftum, frúan ella stovugenturnar og hvør megnar at gera upp og broyta støðuna. 
Centraleuropeisk dekadansa
Upplivingin av leikinum byrjaði fyri meg við fyrstu hóming av teimum kritahvítu Kommandørhúsunum, sum lýsa upp í vetrarmyrkrinum Yviri við Strond 14. Hesi húsini hava eitt serligt pláss í mínum hugaheimi og tað er ikki bara tí, at mamma mín hevði húspláss har fyri meira enn hálvari øld síðani. Eg havi altíð hildið, at okkurt nøtrandi undirgangskent og stórsligið er yvir hesum húsunum, eitt petti av centraleuropeiskari dekadansu í Havn. Hvítmálaði rimagarðurin er sum skaptur til stráhattar og sherry, alt konseptið tykist íbirt av onkrum føroyskum Phaeton, sum misti ræði á sólvogninum og fall. Neyvan er tað bara eg, sum havi hesa fatan, hon sæst eisini í fotomyndini hjá Høgna  Heinesen av húsunum, sum verður brúkt til leikplakat. 

Tilsipingar til 14.september
Frá 1951 vórðu húsini við “Strandvejen” Kommandørhús og eitt symbol upp á danska yvirvaldið í Føroyum. At velja eina tílíka staðseting til ein leik, sum snýr seg um vald og valdsbýti er einki minni enn genialt funnið uppá og í scenografiini eru eisini fleiri tilsipingar til ta ríkisrættarligu støðuna millum Føroyar og Danmark eitt nú í litavalinum og í tilsipingini til 14.september. Sjálvt um ávísir praktiskir trupulleikar vóru, tá eg var til leikin til frumfrumframførsluna, sum m.a. høvdu við sær, at eg ongantíð havi sitið so illa fyrr, er samlaða inntrykkið av leikinum heilt ómetaliga positivt og tað hevði tað helst eisini verið, varð leikurin framførdur á Tjóðpallinum. 

Kanska kundi sjónvarpið tikið leikin upp?
Søgan um stovugenturnar verður í uppsetingini hjá Tvazz og Christoffer Berdal í Kommandørhúsinum søgd við fronskum raffinement og norðurlendskum djúptøkni, einum framúrskarandi leikriti og eini heilt ómetaliga vakrari týðing hjá Jette Hoydal og Gunnar Hoydal, sum málsliga rakar huglag, tíð og stað, og sum forrestin eisini prógvar, at føroyskt er eitt sera væl fungerandi leiklistamál. Av tí, at eg sum áður nevnt, sat illa, so sá eg ikki alt, ið gekk fyri seg á gólvinum, og tí blundaði eg viðhvørt fyri betur at hoyra orðaskiftið. Tá kundi eg sanna, at leikurin riggar væl, eisini sum hoyrispæl. Eg skilji, at allar sýningar eru útseldar, plássið er eyðvitað avmarkað, kanska kundi sjónvarpið gjørt eina upptøku, so at fleiri sleppa at uppliva áhugaverda leikin. Men annars kunnu tey gleða seg, sum hava ognað sær atgongumerkið til Stovugenturnar, at uppliva málið, húsið, leiklistina og dominatrix, madame Anniku Johannesen, sum er hárreisandi í orðsins bókstaviliga týdningi. Ein karikerað Malificent, ein diabolsk gívur við smáum realistiskum bráum av ísakaldari og oyðandi kontrol, Annika Johannesen skarar veruliga framúr í hesum leiki, men stovugenturnar báðar eru eisini sannførandi. Til forpremieruna var okkurt smávegis, sum ikki var komið heilt upp á pláss enn, men eg ivist ikki í, at tað var áðrenn-byrjanartrupulleikar, ið eru rættaðir nú. Sjálvt um alt snýr seg um Madame, eru tað stovugenturnar, Beinta K. Clothier í leiklutinum sum Claire og Gunnvá Zachariasen í leiklutinum sum Solange, sum hava avbjóðandi høvuðsleiklutirnar við sera nógvum teksti, ovurstórum kenslum og elalítlum plássi. Tað klára tær serstakliga væl, eisini at geva áskoðaranum smá innlit í tey ússaliga lív, sum kanska hvørki høvdu havt meining ella kós, var eingin valdsfrúa til. Stovugenturnar. Tvazz. Leikstjórn: Christoffer Berdal. Pallmynd/búnar: Magdalena Stenbeck. Ljós: Egil Barclay Høgenni Hansen. Framleiðsla: Rakul Thomsen og Klæmint H. Isaksen. 

Kinna Poulsen, Listaportal.com

---

Sprotin gav leikritið út í bók beint fyri frumsýningina. 
Stovugenturnar fæst sum pappírsbók (129,-) og sum e-bók (69,-).
07.12.2014
Listaportal.com
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?