Fittur!

Vit liva í smáum bygdarsamfeløgum, og tað hevði verið óliviligt, høvdu vit ikki verið hampiliga fitt hvør við annað. Tí man "fitt/ur" vera eitt tað vanligasta lýsingarorðið í føroyskum.

21.12.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát
Stundum brúka vit tað til at staðfesta, hvat vit halda um hetta ávísa menniskjað, parið, ættina, grannalagið - stundum til at káva út yvir okkurt, bloyta okkurt, sum vit ætla okkum at siga, áðrenn vit koma til eitt petti av onkrum keðiligum sannleika. Fittur kann eisini vera eitt hættisiligt orð, tí tað verður eisini brúkt at hylja veruleikan.

Tað er so ymiskt, sum kravt verður av fólki. Krøv til atburð, ymisk størv, ymiskar avbjóðingar. Onkur skal vera gløggur, onkur sterkur, onkur diplomatiskur, onkur treystur o.m.m.a. - Hesi krøv verða eyðvitað sett okkum - men vit vilja fegin hava eina krúllu á aftrat - at vit eru fitt. Sama hvat starvið annars krevur: eisini fitt.

Førleikin yvir øllum førleikum í okkara lítla landi tykist vera, at vit eru fitt. Vit verða formenn, stovnsleiðarar, borgarstjórar, kórleiðarar og løgmenn, vald í ábyrgdarstørv, tí vit eru fitt.

Lærd? Gløgg? Treyst? Treisk? Víðskygd? Gjarna og helst, men eisini fitt.

Er tað heppið?

Tað er ringt at lýsa neyvt í eini orðabók, hvat tað er at vera fittur, men vit siga til dømis:
Hann er latur, men fittur maður annars.
Hann er vátligur, men eitt fitt fólk.
Hann hevur sínar veiku síður, stakkalin, men fittur er hann.
Halt kjaft, sum tað snurrar seint hjá honum, men hann er av fittastu monnum.
Hann ber seg ofta býttisliga at, men fitt er beistið.
Hann er einki ljós, men Harragud sum hann er fittur.

Alt, hann fer í holt við, fer á heysin, men hann er ein fitttur fýrur.
Kennir tú tey? Ja, av fittastu fólkum.
Tey siga, at hann er so ótrúgvur. Tað kann vera, men hann er ólukksáliga fittur.

Vit síggja, at sama hvørjar ónollurnar eru, hvør vantandi kunnleikin er, sama hvussu lítið gløgg, vit eru, so brýnir orðið "fittur" allar hvassar kantar, tað fyllir hol, kámar veruleika og ger alt lagaliga liviligt hjá øllum, sum hava síni brek, men skulu hava sín kjans. Og tað er tiltalandi, og tað man vera neyðugt í lítlum samfelagi - men tað er stundum hættisligt!

Tá ið vit eru atfinningarsom og venda hesum setningum á høvdið, siga vit til dømis:
Hann er fittur, men kúgv. Tá eru vit komin til eina niðurstøðu, sum vit kunnu brúka til okkurt.
Siga vit: Hann er kúgv, men fittur - kunnu vit vera á vandakós. Tá geva vit kúnni ein kjans, sum hon ikki átti at fingið.  Vit hava hug at káva útyvir, at hann er kúgv.

Hvat merkir tað so, venda vit øllum hinum á heysin: 

Hann er latur, men fittur maður annars - gev honum ein kjans.
Hann er fittur maður, men latur - hann fær ikki starvið, tí hann er latur.

Hann er vátligur, men eitt fitt fólk - Vit mugu liva við tí, at hann er vátligur.
Hann stak fittur, men vátligur - hann fær helst ikki møguleikan, tí hann drekkur ov illa.

Hann hevur sínar veiku síður, men fittur er hann. - Gloym tær veiku síðurnar.
Hann er fittur, men hann hevur sínar veiku síður. - Hann er helst ikki skikkaður.

Halt kjaft, tað snurrar seint hjá honum, men hann er av fittastu fólkum. - Vit kunnu seta hann í starv eftir øðrum kvalifikasjónum.

Hann er av fittastu fólkum, men tað snurrar seint hjá honum. - Hann hevur ongan kjans.
Hann ber seg ofta býttisliga at, men fitt er beistið. - Kanska er hann skikkaður til starvið.

Beistið er fitt, men hann ber seg ofta býttisliga at. - Hann hevur ongan kjans.

Hann er einki ljós, men Harragud sum hann er fittur. - Kanska skuldi hann fingið ein kjans.

Hann er fittur, men hann er einki ljós. - Hann sleppur ikki upp í part.

Málið avdúkar hugsanarháttin - tann fyrra yvirberandi, tann seinna, sum ger, at viðkomandi má taka avleiðingarnar av sínum gerðum, eginleikum, vantandi førleikum, viti, útbúgving o.ø.

Hvat er tað, sum treytar hetta at vera fittur? Tað hevur so stóran týdning í lítlum samfelag at vera fittur: at vera medgjørligur, smílandi, dámligur, eftirlatin og fúsur at dugna eina hond, til dømis.

Og ofta riggar tað, sum tað skal, at brúka orðið. Hann er fittur granni. Hann er fittur svágur. Hann er fittur at heita á.

Men siga vit:
Hann er ein fittur løgreglumaður. Fert tú at ivast í, um orðið ikki er brúkt skeivt. Hann skal síggja til, at lógir verða hildnar. Tað snýr seg ikki um kenslur - men reglur. Hvat skulu vit brúka orðið fittur til í hesum sambandi?

Hann er fittur próvdómari. Tá fert tú at ivast í, um viðkomandi próvdómari hevur slakað krøvini, og um hann sítt arbeiði til lítar. Merkir tað: "sum dømir lint" ?

Hann er fittur løgmaður. Duga vit tá at gera mun á embætinum og manninum? Maðurin í landsins hægsta embæti, skal vera gløggur, dugnaligur, duga væl at bera seg og samskifta og mangt, mangt annað. Men fittur? Hvat skulu vit brúka tað til?

Málið avdúkar alt - hugsanarhátt, tolsemi, hugburð, innlit. Málið hýsir øllum.

Og tí stingur spurningurin seg upp: Hvat man tað siga um okkum, at vit brúka hetta eina orðið - fittur - so nógv?

Jonhard Mikkelsen
21.12.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?