Orðabókatænasta Sprotans

Nú orðaskifti hevur tikið seg upp um orðabókatænastu Sprotans, havi eg hug at kunna eitt sindur um málið. Nógvir spurningar verða havdir á lofti, og eg síggi, at nógvar fløkjur og misskiljingar eru.

21.12.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hvussu stór eru gjøldini?
Sáttmáli er undirskrivaður við Mentamálaráðið um, at orðabøkurnar eru tøkar á øllum miðnámsskúlum, hægri útbúgvingarstovnum og søvnum landsins. Upphæddin fyri at veita øllum hesum kervinum tænastu er góðar 30.000 kr um mánaðin.

Sami sáttmáli stendur øllum 40 kommunum landsins í boði. Vit kunnu veita øllum fólkaskúlum í landinum netorðabókatænastuna fyri 30.000 kr um mánaðin.  

Tað merkir heilt ódramatiskt bara, at í staðin fyri at upphæddin fer av einari kontu hjá Mentamálaráðnum, fer hon nú av tveimum kontum (um tikið verður undir við hesum). 

Á sprotin.fo eru tvey orðabókaforløg 
Forløgini eru Orðabókagrunnurin og spf. Sprotin. Orðabókagrunnurin (OBG) er sjálvsognarstovnur og varðar av orðabókunum: fø-fø, fø-do, fø-tý, sp-fø, it-fø, yrkorðabókini og samheitaorðabókini. Fø-fø er teldutøk og ókeypis á ymsum heimasíðum. Allar hinar bøkurnar hjá OBG eru tøkar í pappírsútgávu. Tann seinasta pappírsútgávan kom á marknaðin í 2013.

Sprotin varðar í fyrsta lagi av hesum trimum: fø-en, en-fø og da-fø. Allar pappírsútgávurnar eru útseldar. Sprotin varðar í øðrum lagi av hesum trimum: tý-fø eftir Kára Davidsen, ru-fø eftir Johnny Thomsen og fø-sp eftir Mariano Gonzales Campo. Eingin teirra er komin út í pappírsbók, men eru tøkar á sprotin.fo.
 
Til stuttleika kann nevnast, at skal netorðabókin eftir Kára Davidsen koma á marknaðin sum pappírsbók, so verður hon einar 6-8000 blaðsíður. Bókin hevur í dag 122.221 leitorð. Í morgin helst fleiri.
 
Eitt sindur um søguna
Orðabøkur Sprotans (en-fø og da-fø) eru ikki gjørdar við almennum stuðli. En-fø eftir Annfinn í Skála og Jonhard Mikkelsen kom út fyrstu ferð í 1992 á forlagnum Stiðjanum hjá Zakariasi Wang. Arbeiðið og útgávuna fíggjaði forlagið. Har var eingin almennur stuðul.

Í 1998 legði sama manning saman við Honnu Jacobsen úr hondum da-fø. Arbeiðið og útgávuna fíggjaði forlagið hjá Zakariasi Wang.

Í 2001, trý ár eftir at móðurmálsorðabókin varð komin út, heitti Mentamálaráðið á A. í Skála og J. Mikkelsen um at gera eina fø-en orðabók. Tíðarkarmurin var settur til tvey ár, og hon skuldi verða gjørd í staðin fyri at undirvísa. Vit vóru tiknir úr undirvísing til at gera hesa orðabókina. Lønin var tann sama sum um undirvíst varð normala tíð. Treytin varð hildin. Arbeiðið varð gjørt fyri avrádda løn, og avrikið varð handað Mentamálaráðnum í 2003. 
 
Frá 2003-2005 
Men Mentamálaráðið er ikki forlag, og tað var skjótt, at teir bóðu undirritaða koma á fund um at geva føroysku - ensku bókina út sum pappírsbók. Vit skrivaðu sáttmála, sum sigur, at forlagið Sprotin tekur á seg alla ábyrgd av útgávuni og staðfestir, at hetta er hugverk hjá A. í Skála og J. Mikkelsen, sum eiga verkið.
 
Tá ið henda uppgáva varð latin Sprotanum, gjørdi forlagið fyrst sáttmála við Z. Wang um at yvirtaka tær báðar bøkurnar, vit høvdu skrivað í 90árunum. Vit skrivaðu en-fø umaftur og góvu síðan en-fø/fø-en út í pappírsbók og á fløgu í 2005. Á fløguni var eisini da-fø frá 98. Framleiðslan var kostnaðarmikil, og Mentamálaráðið og privatar fyritøkur stuðlaðu prenti og fløguframleiðslu. 

Tað er henda fløgan, sum var hugskotið og byrjanin til orðabókpallin, øll nú kenna sum sprotin.fo. 
 
Síðan 2005 hevur Mentamálaráðið einki havt við sprotin.fo at gera, og alt, ið gjørt er seinastu 10 árini, hevur Sprotin fíggjað. Tá ið orðabóka-appin kom á marknaðin í vár, søkti Sprotin Vinnuframa um stuðul til verkætlanina, og játtað varð okkum ein triðing av tí, sum menningararbeiðið kostaði.
 
Tað merkir við øðrum orðum, at orðabøkurnar hjá Sprotanum eru ikki almennar men privatar, og orðabókaskipanin er somuleiðis privat.

Ógvisligar barnasjúkur
Alt skuldi vera so gott, og vit fóru í 2005 undir at gera orðabøkurnar teldutøkar. Vit høvdu gjørt avtalu við føroyska fyritøku, sum segði seg vera teldufyritøku, men orðabókaskipanin, vit fingu, var ongantíð tann, vit bóðu um. Vit pumpaðu pening inn í hesa skipan í vónini um at fáa tað, vit vildu hava. Men einki batti, og í 2008 sløktu vit ta skipanina og bygdu nýggja orðabókaskipan upp við egnum teldufólkum. 
 
Síðan tá hevur riggað til fulnar.
 
Ógvisligar broytingar eru fleiri ferðir gjørdar síðan 2008, tí broytingar og menningararbeiði steðgar ongantíð. Talgild tænasta verður tillagað og dagførd, og tað skal gerast alla tíðina. Í vár hava vit til dømis ment skipanina til snildtelefonir og teldlar. Hví? Jú, tí har er stórur partur av brúkarunum, og sjálvandi skulu føroyskar netorðabøkur eisini vera har. Í summar løgdu vit ljóð inn til øll leitorðini. Hví? Jú, tí vit fingu fleiri fyrispurningar frá útlendingum í Føroyum, ið vildu vita, hvussu føroysk orð verða framborin.  

At menna slíka skipan er ikki løtuverk, og sjálvsagt er tað eisini kostnaðarmikið. Sprotin hevur staðið fyri øllum menningararbeiðinum, ið krevst til at hava skipanina tøkniliga so trygga sum til ber, so tíðarhóskandi sum til ber og gangandi alt samdøgrið, hvønn dag á árinum til øll, ið vilja hava atgongd. Tað er ikki tað almenna, sum fleiri rógva framundir nú, sum hevur staðið fyri hesum arbeiði.
 
Í 2010
Í 2010 fær Orðabókagrunnurin nýggjan formann. Tað er Sigmund Poulsen, advokatur. Hann sær, at OBG hevur somu syndarligu skipan, sum Sprotin hevði goldið fyri í 2005, og sum als ikki riggar. Í staðin fyri at uppfinna alt av nýggjum skeyt hann upp, at forløgini fóru at arbeiða saman á einum og sama palli. Tað samstarvið kom skjótt í lag. At allar bøkurnar lógu samlaðar í somu skipan fór at gagna brúkaranum, og tað er júst hetta, sum hevur myndað samstarvið millum OBG og Sprotan. 
 
Um somu tíð helt Helena Dam á Neystabø, sum tá var landsstýriskona í mentamálum, at hetta átti at komið øllum skúlaverkinum til góðar, og at tað átti at verða samskipað við Nám. Og so varð gjørt. Sprotin sá til at konvertera allar bøkur hjá OBG og fáa tær inn á pallin, og at øll við einum First-Class-brúkaramerki fingu ókeypis atgongd til orðabókaskipanina. Alt gekk upp í eina hægri eind. Samstarvið var lýst sum ein roynd, ið varð endurskoðað, tá ið árið var umliðið. 
 
Alt riggaði, og alt helt fram til nú, ið MMR vildi hava kommunurnar at taka ábyrgd av sínum parti.  
 
Orðabøkurnar hjá OBG og øðrum kosta einki á sprotin.fo
Í 2005 kostaði eitt hald til netorðabøkur 39 kr fyri tríggjar bøkur: en-fø, fø-en og da-fø. Hetta var prísurin, ið Sprotin setti á fyri at nýta bøkurnar og skipanina. Nú 9 ár seinni eru 13 orðabøkur á sprotin.fo, og haldið kostar framvegis 39 kr. Gjaldið er framvegis bara fyri orðabøkur Sprotans og fyri at nýta orðabókapallin hjá Sprotanum við øllum hentleikunum. Sprotin hevur sostatt ongantíð tikið pening fyri orðabøkurnar hjá OBG, Kára Davidsen og Johnny Thomsen, ið eru komnar inn í skipanina seinni. Heldur ikki tær nýggju, ið eru á veg inn í skipanina, fara at vika við prísin.

At fáa øll hesi handritini inn á sprotin.fo - fleiri ómetaliga trupul og tíðarkrevjandi ikki minst tann russiska og tær báðar týsku - hevur verið kostnaðarmikið, og tað arbeiðið hevur Sprotin fíggjað. Tað merkir, at eingin annar enn Sprotin hevur goldið eitt einasta oyra fyri at fáa allar tær føroysku netorðabøkurnar tøkar á hesum stak væl umtókta palli. Arbeiðið hevur ikki verið almenn útreiðsla.

At tað kostar at reka ein teldupall er greitt. At brúkarin má rinda fyri tænastuna er eisini greitt. Men myndin verður eyðvitað vend, tá ið onkur annar rindar, og brúkarin sleppur snikkaleysur. Undir øllum umstøðum vita vit øll, at einki er ókeypis. Fært tú onkra tænastu ókeypis, rindar onkur annar fyri hana. Tað er ein náttúrulóg.

Haldaragjaldið frá 39 niður í 25 krónur 1. januar
Frá 1. januar ber IKKI til at brúka netorðabøkurnar ókeypis á FirstClass-skipanini. Tær kunnu verða ókeypis á skúlum og stovnum, men ikki við FC-innritan. Grundin er tann, at ein og hvør, sum einki hevur við skúla og útbúgving at gera, kann brúka netorðabøkurnar ókeypis við FC-innritan. Tað síggja vit í skipanini. Summi - mammur, pápar, fyritøkur og stovnar - halda tað vera fínar greiðir, at tey kunnu njóta herligheitina ókeypis, men úr okkara sjónarhorni gongur tað ikki.

Í staðin lækka vit gjaldið hjá einstaklingum úr 39 kr niður í 25 kr, og vit seta í verk eina sjálvvirkandi haldaraskipan, so at tað verður ógviliga lætt og ómakaleyst hjá einstaklingum at tekna hald og brúka netorðabøkurnar.
 
Framtíðin
Kanska verður einaferð høvi at loysa netorðabøkurnar úr spennitroyggjuni við innritan og pengum. Verður okkara móðurmál lagt ókeypis út í cyper space, fær tað ein sess, sum ger, at tað veruliga fer at koma fyri seg. Livst so spyrst.
 
Jonhard Mikkelsen 
21.12.2014
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?