LeikREAD í Sjónleikarahúsinum

Á Altjóða degnum fyri sjónleik, hin 27. mars, bjóðar Leikarafelag Føroya tær vælkomnin í Sjónleikarhúsið í Havn. Festivalurin LeikREAD er aftur á skránni og vit hava fyrireika tveir spennandi dagar á tremur við samtíðardramatikki.

26.03.2015
Leikararfelagið
Bókaprát
Ársins 6 útvaldu leikrit, eru úr øllum grannalondum okkara. Føroyska íkastið er ”Sár á Sál”, ið hevði frumframførslu á Tjóðpalli Føroya á vári 2013.Saman við dramatikarnum, sum vera til staðar til LeikREAD, kanst tú gleða teg at uppliva hesi 6 leikritini framførd sum pallsettar lesingar. Fleiri enn 30 sjónleikarar vera á palli tilsamans undir leiðslu av 6 norðurlendskum leikstjórum. Leikstjórarnir eru úr Føroyum, Íslandi, Danmark og Svøríki og tilsamans fara fleiri enn 60 luttakarar at halda LeikREAD - tvey rúkandi kvøld í Sjónleikarhúsinum.

LeikREAD er uttan iva størsta og mest fjølbroytta leiklistatiltak tey seinastu nógvu árini. Í Sjónleikarhúsinum verður eisini møguleiki at hanga út aftaná readingarnar og sum prikkið yvir i'num gevur Sprotin øll leikritini út í bók. Leikritini vera útgivin í tveimun ritsøvnum undir heitunum LeikREAD 2013 og LeikREAD 2015 - góðar 1000 síður av samtíðar-dramatikki á føroyskum! Hesi verða til sølu á festivalinum.

Vit gleða okkum og vóna at tú fer at halda altjóða sjónleikardagin saman við okkum til LeikREAD.
Tiltakið er ókeypis. Allar readingar verða við enskum undirteksti. 

Blíðastu Heilsur
Vegna Leikarafelag Føroya & LeikREAD-festivalin

Kjartan Hansen og Rakul Thomsen

---

Skrá:

FRÍGGJADAGUR 27. mars 2015 kl. 19.00

LeikREAD vælkomin

Lesing 1: ”Sek" eftir Hrafnhildur Hagalín (is) 
Týðing: Pauli Nielsen
Leikstjórn: Jón Atli Jónasson (is)
Leikarar: Beinta Clothier, Páll Danielsen, Torkil Tórgarð, Sanna Apol og Kári Mouritsen
kl. 20:10

Lesing 2: ”Rithøvundarnir” eftir Alejandro Leiva Wenger (se)
Týðing: Gunnar Hoydal
Leikstjórn: Mattias Lech (se)
Leikarar: Jákup Veyhe, Nicolaj Falck og Finnur Koba. 
kl. 21:20

Lesing 3: ”Sár á Sál” eftir Kristinu Sundar Hansen (fo)
Leikstjórn: Christoffer Berdal (dk)
Leikarar: Gunnvá Zachariassen, Durita Dahl Andreassen og Nicolaj Falck
kl. 22:00

Hangout við tónleiki

LEYGARDAGUR 28. mars 2015 kl. 19:00

Lesing 4: ”UMsorg” eftir Toril Goksøyr og Camilla Martens (no)
Týðing: Ria Tórgarð
Leikstjórn: Toril Goksøyr og Camilla Martens (no)
Leikarar: Laura Joensen, Ria Tórgarð, Katarina Nolsøe, Jákup Wardum, Petur Meinhard Ellebye Andersen, Hilmar Joensen, Barbara í Stórustovu og 8 leikarar úr Havnar Sjónleikarfelag
kl. 20:10

Lesing 5 ”Sangir við gráa havsins stendur" eftir Pipsa Lonka (fi)
Týðing: Hans Tórgarð
Leikstjórn: Jón Atli Jónasson (is)
Leikarar: Annika Hoydal, Allan Dalsgarð, Súsanna Tórgarð, Kristina Sørensen, og Jákup Wardum kl. 21:20

Lesing 6: ”All MyDrems Come True - EITT DISNEYDRAMA um depressión og ævintýr" eftir Christian Lollike (dk)
Týðing: Jonhard Mikkelsen
Leikstjórn: Kristina Sundar Hansen (fo)
Leikarar: Durita Dahl Andreasen, Thomas Voss (dk), Sóley Danielsen og Petur Meinhard E. Andersenkl. 
22:00

Hangout við tónleiki
26.03.2015
Leikararfelagið
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?