Framtíð Føroya - Politiskt tiltak í Perluni

Hóskvøldið 13. august kl. 20:00 verður áhugavert politiskt tiltak í Perluni í sambandi við, at Høgni Reistrup júst hevur givið út bókina 'Framtíðin er okkara'.

11.08.2015
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Umframt samrøðu við rithøvundan fer Bjørn á Heygum at umrøða bókina. Eisini fara umboð úr øðrum politiskum flokkum at viga tættir í bókini.Skráin er henda:

20:00 Vælkoma

20:10 Samrøða við rithøvundan

20:25 Umrøða – Bjørn av Heygum

20:40 Tónleikur (Knút Háberg Eysturstein vendir plátum)

20:50 Afturljóð:

Ríkisrættarliga støðan – Helgi Abrahamsen

Eitt útbúgvið samfelag – Kristianna Winther Poulsen

21:15 Dialogur – høvi verður eisini at koma við viðmerkingum og seta spurningar

21:30 Tónleikur (Knút Háberg Eysturstein vendir plátum)


Framtíðin er okkarasnýr seg um at byggja eitt opið og rúmligt samfelag, sum húsast við egnum tilfeingi, sum ikki fær óneyðugan peningastuðul uttaneftir, sum loyvir fleiri fram at ríkidøminum, um fólkavøkstur, útbúgvingarmøguleikar og annað mangt.


Henda væl grundaða bók er ætlað at vera eitt íkast til politiska kjakið í landinum. Og hóskvøldið verður so sjøtul settur á kjakið um bókina, nú føroyingar skulu taka støðu til, hvar krossurin verður settur 1. sept. fyri at fáa okkum øllum eitt so gott samfelag sum til ber.
 
Framtíðin er okkara kostar 198 krónur, men fæst hóskvøldið fyri 150 kr.

Eisini verður møguleiki at keypa sær okkurt upp í koppin ella glasið at leska sær við.
11.08.2015
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?