'Nú stendur á gomlum nøglum'
Eg hoyri ofta fólk siga, at 'Nú stendur á gomlum nøglum'? Hvat merkir tað, og hvat er hetta fyri eitt orð? Meinast tað við nøgluna á báti?
Tað stutta svarið er, at tað er orðið nagli, sum vit her hava við at gera. Her verður tað brúkt í hvørjumfalli fleirtali, og tá kundu slík orð hava u-umljóð frá a > ø. Í vanligum føroyskum í dag eitur tað oftast naglum. Men formliga kundi tað eins væl verið orðið nøgla, tí hon hevur sama form í hvørjumfalli fleirtali. Tí er tað ikki so løgið, at hesin spyrjarin er í iva. Men hugsa vit logiskt, so gevur tað onga meining at hugsa at sær, at tað stendur nógv á nøgluni. Nær skuldi tað staðið nógv á nøgluni? Hinvegin gevur tað betri meining, um vit síggja fyri okkum ein bát, sum er staddur í ringum veðri, tí tá kann veruliga standa á bátsseyminum, og um illa vil til, kunnu teir skrædna úr, um talan er um gamlar naglar. Í gomlum døgum vórðu trænaglar nýttir, so tá kundi veruliga standa á teimum. Tá ið vit brúka hesa orðing, merkir hon, at nú stendur veruliga á, og nú ræður um at gera nakað munagott, so at skaði ikki hendir.
Í dag verður henda orðing mest nýtt í fluttari merking. Hon verður nógv brúk í ítróttarmáli. T.d. um eitt lið, sum liggur so niðarlaga í kappingini, at vandi er fyri at tað fer at flyta niður. Tá verður ofta sagt, og kanska serliga skrivað í bløðunum, at nú stendur á gomlum nøglum.
Nógv av hesum gomlu tiltøkunum/orðatøkunum stava frá eini farnari tíð, so at tað kann vera trupult at siga neyvt, hvat tey merkja, tí at tann tíðin, sum hesi tiltøkini stava frá, er so nógv øðrvísi enn okkara egna samtíð, men eg haldi, at í hesum førinum man eingin ivi vera um myndina.
Viðm.
Etymologar halda, at nagli er skylt við naglur, negl o.s.fr. Í nútíðarmáli munnu orðini nagli og seymur vera nýtt sum samheiti, t.e. tey merkja tað sama. Men tá tað eina ferð í tíðini eru komin tvey ymisk orð um hetta, sum vit í dag uppfata sum sama fyribrigdið, má tað hava verið tí, at hesi bæði orðini ikki hava havt neyvt somu tilvísing ella við øðrum orðum ikki merkt júst tað sama. Sambært teirri íslendsku upprunafrøðiligu orðabókini Orðsifjabókini hava nagli og seymur heldur ikki merkt heilt tað sama. Tí í orðabókini (undir leitorðinum saumur) kunnu vit lesa, at „Merkingin ‘naglar’ í saumur er síðar tilkomin er tekið var að nota málmtitti í stað (skinn)þráðar til að festa saman borð o.fl.“. Tað merkir við øðrum orðum, at seymur í merkingini nagli er ein yngri merkingarbroyting, sum er íkomin, tá ið menn fóru at nýta naglar í staðin fyri skinntráð til at festa borð, t.d. bátaborð, saman við. Og tað merkir so aftur, at upprunaliga hevur orðið seymur bara merkt ‘samankoming fest saman við nál og tráði, samanhangandi røð av stingum’.
So fingu vit eisini tað burtur úr hesum hugleiðingum, at orðið seymur í merkingini tráður og seymur í merkingini jarnnagli í roynd og veru er sama orð. Her er altso talan um tað, sum vit í málfrøðini nevna polysemi, t.e. at tvær ymiskar, men tó skyldar merkingar hava sama úttrykk. Og tað váttar móðurmálsorðabókin eisini: Hon hevur í hesum føri – sum rætt er – eitt leitorð við tveimum merkingum. Og tað verður gjørt, tí at hildið verður, at talan um er um tvær – gamaní – ymiskar merkingar sæð við nýføroyskum eygum, men sum søguliga ganga aftur til ein felags uppruna.

Jógvan í Lon Jacobsen
Úr bókini Málmaðurin í útvarpinum 2 (Sprotin, 2012)
Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
Tórður Jóhannesarson, sum vit javnan hoyra í útvarpinum við tónleikasendingum, hevur skrivað verkið.
Bókaprát
Hvaðan kom kvinnan
Løgið er tað, men menningarlæran hevur savnað seg um mannin. Helst ávirkan frá skapanarsøguni, sum segði, at Gud skapaði mannin fy…
Bókaprát
Hvaðan kom kvinnan - samrøða
Eg var undir útbúgving í Danmark, tá ið danska útgávan kom longu árið eftir, í 1973. Tað mundi vera í seinnu helvt av 70-árunum, a…
Bókaprát
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
Seinast í 1960'unum høvdu tey í útvarpinum eina nógv umhildna spurnarkapping, har luttakararnir fingu spurningar í einum evni, hes…
Lesikrókurin
Reyðhærda kvinnan
Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir s…
Bókaprát
Bókin um Rituvík
- løgd fram í Løkshøll fríggjadagin kl. 16
Bókaprát
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin
Nú ið Sprotin fór um tey tríati, rennur mær mangt í huga, til dømis tá ið eg fór at týða.
Bókaprát
Pauli Nielsen – ein frálíka góður týðari, sum sýgur eksotiskan skaldskap inn í føroyskt
Pauli Nielsen, gamli rektarin á Føroya læraraskúla, hevur, umframt mong onnur verk um m.a. námsfrøði, týtt 11 stórverk, sum hann h…
10.04.2024
Staklutirnir
02.04.2024
ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS
23.03.2024
Nýtt stuttsøgusavn hjá Oddfríði Marna Rasmussen
01.03.2024
Kærleikin
28.02.2024
Orð & tónar á Reinsarínum
15.01.2024
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
22.12.2023
Í Góðadali triðja jólamorgun
21.12.2023
Merking
19.12.2023
At fylgja hjartanum
15.12.2023
FRITS livdi og fagnaði lívinum
13.12.2023
Nobelfyrilestur eftir Jon Fosse
08.12.2023
Tá ið talað mál gevur skriftini flog
01.12.2023
Jonhard Mikkelsen 70 ár
27.11.2023
Fiskahúsið
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Góðkrút
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Rakel Helmsdal
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Sanna Dahl
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Jón Kalman Stefánsson (IS)
07.11.2023
Rithøvundavitjan úr Íslandi
05.11.2023
VEÐURSJÚKA – nýggj bók eftir Una Arge
26.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
21.08.2023
ORÐ&TÓNAR AFTUR Á REINSARÍNUM
13.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
09.07.2023
Sum hvalur, ið kemur upp at blása
15.06.2023
Pløg beinagrindir teirra deyðu
06.06.2023
FØROYASMAKKUR - vald ein av heimsins bestu kokkabókum í 2023
28.05.2023
Reyn, kæra Reyn á mentanarnáttini
22.05.2023
MERKING
19.05.2023
Ukrainska dagbókin
17.05.2023
Ukrainska dagbókin