Nígari
Henda skaldsøgan er eitt framúr gott dømi um nútíðar skaldskap, har dentur verður lagdur á tað, sum gongur fyri seg í einum modernaðum, materialistiskum, kanska enntá andleysum samfelag.
Nígari eftir Einar Andreas Lund: Kneler, 2008
Týtt til føroyskt hevur Agnar Artúvertin
Útgáva: Sprotin 2011
Gjøgnum eyguni á 33 ára gamla Mikael Skrent sær lesarin eitt samfelag, sum er merkt av tómleika, njótingarmettu og vantandi dýpd. Materialistiskt gongur alt væl. Mikael er væl útbúgvin, búskaparfrøðingur, við góðum starvi. Hann tjenar fleiri ferðir so nógv sum ein arbeiðsmaður, sigur hann. Klæðini eru skraddaraseymaði, skógvarnir hondseymaðir. Alt rundan um hann er fyrsta flokks, í heiminum, bilurin, alt av dýrasta merki. Harumframt sær hann væl út, er ljóshærdur og hevur atdráttarmegi sum fáur, so hann kann niðurleggja hvørja kvinnu, hann vil hava. Hann er eitt modernað produkt av síni samtíð, men tað er synd at siga, at hann er lukkuligur. Ovurhonds stóra trongdin til kynsliga njóting og til at doyva seg sjálvan við evnum sum kokain og alkohol siga frá, at menniskjansliga grundfestið er rættuliga veikt og sera ringt at finna og festa seg við. Hann vamlast við konufólkini, sum eru so altrá eftir honum, sær tey sum beinarøð av ótespiligum forfalli, elli og lýti. Lesarin varnast, at har liggur okkurt ófrættakent aftanfyri vamlið og møðina – ikki bara tað at hann er so mettaður av kynsligari njóting, men at hetta alt stavar frá blóðskemd, sum mamma hansara hevur útsett hann fyri, tá hann var 14 ára gamal.Unga kvinnan, Theresa, sum hann livdi saman við eina tíð fyri tíggju árum síðani, segði við Mikael, eftir at hon hevði mist barnið, sum hon hevði longst so eftir at fáa, men sum hann als ikki var áhugaður í, at hann var sinnisliga brotin, og at hetta hevði okkurt at gera við mammu hansara, hóast hon ikki visti av, at hann hevði verið útsettur fyri blóðskemd.Theresa rýmdi frá honum, og hon hevði verið tað einasta menniskjað, hann hevði havt veruligar og heitar kenslur fyri. Eftir tað missir hann kósina kensluliga sum eitt skip við ongum róðri, og hann veit sær onki annað enn at tveita seg út í líkasælar, skjótar og grunnar njótingar, sum aftur og aftur prógva fyri honum, hvussu tómt og andleyst lívið er vorðið.
Hansara stóri áhugi uttanfyri arbeiðslívið er at savna sær vitan um skordýr, og hann hevur lætt við at samanbera fólk við ymisk skordýr, sum hann heldur hóska saman í eginleikum teirra. Sjálvur er hann nígarin, sum ‘sjáldan tímir at gera nakað fyri at fanga fong sín, tí hann veit, at fongurin kemur av sær sjálvum’. Tær reyðu stríðsmeyrurnar í Afrika, sum gera kollektivt sjálvmorð, tá ongin nytta er í teimum meira, eru myndin av summum fólkum í samfelagnum, sum við sínum stóra kjafti gera sosialt sjálvmorð. Eiturkoppahonin brúkar hannin til paringar, men rýmir so frá honum og letur hann taka sær av avkominum, um hann altso yvirlivir paringina, meðan hon fer út at finna aðrar hannar at para seg við – ein mynd av nógvum av teimum kvinnum hann finnur saman við. Foreldur Mikaels verða samanborin við meyrur, tí tey eru líkasæl og atfinningarsom og neilig gjøgnum allan uppvøkstur hansara og hava onki at geva honum av kærleika ella góðum kenslum. Mamman verður eisini samanborin við hon-kakkulakk, sum makast við egna avkomi sínum. Og soleiðis verða tey ymisku fólkini í skaldsøguni lýst í skordýramyndum.
Lesarin varnast, at hendan samanbering millum fólka- og skordýrasamfeløgini einahelst kemur av, at høvuðspersónurin sær, at menniskjuni í hansara modernaða samfelag meira og meira eru farin at líkjast skordýrum, sum liva ótilvitað. Tey liva og gera tað, tey altíð hava gjørt, tí tað liggur sum eitt mynstur í teirra ílegum. Menniskjað er onkursvegna við at verða avhumaniserað, gerðirnar eru mekaniskar og ótilvitaðar, øll dýpd og andligheit er horvin, og teir grundleggjandi tørvirnir hava fingið fult tamarhald á tilveru teirra.
Málið í skaldsøguni er livandi, tí tað er nógv brúkt bæði í talu og skrift. Onkursvegna fangar tað lesaran, so man fær hug at lesa víðari. Ein veikleiki í føroysku týðingini eru tey sera mongu ‘føroysku fremmandorðini’ – hesi orð eru helst at finna í stóru móðurmáls-orðabókini, og kunnu gerast ein forðing hjá teimum lesarum, sum ikki eru von við at lesa so nógv føroyskt. Tað verður ofta tikið til, at tað er so ringt at lesa føroyskan skaldskap, tí har eru so nógv orð, sum man ikki skilir, tí tey eru so ‘grótføroysk’.
Samanumtikið er hendan skaldsøga eitt virðiligt og sera viðkomandi ískoyti til fjøldina av góðum skaldskapi á føroyskum máli, samstundis sum hon vekir ans, og ávarar lesaran um, at lagna nígarans og hansara samfelag so sera lættliga kann verða tann, sum tað modernaða samfelagið eisini her heima hjá okkum fer at uppliva, um ikki onkur trínur fram og ger okkurt munagott fyri at steðga hesi gongd.
Mina Reinert

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
Stórverk í tveimum bindum um føroyska táttayrking
Tórður Jóhannesarson, sum vit javnan hoyra í útvarpinum við tónleikasendingum, hevur skrivað verkið.
Bókaprát
Hvaðan kom kvinnan
Løgið er tað, men menningarlæran hevur savnað seg um mannin. Helst ávirkan frá skapanarsøguni, sum segði, at Gud skapaði mannin fy…
Bókaprát
Hvaðan kom kvinnan - samrøða
Eg var undir útbúgving í Danmark, tá ið danska útgávan kom longu árið eftir, í 1973. Tað mundi vera í seinnu helvt av 70-árunum, a…
Bókaprát
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
Seinast í 1960'unum høvdu tey í útvarpinum eina nógv umhildna spurnarkapping, har luttakararnir fingu spurningar í einum evni, hes…
Lesikrókurin
Reyðhærda kvinnan
Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir s…
Bókaprát
Bókin um Rituvík
- løgd fram í Løkshøll fríggjadagin kl. 16
Bókaprát
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin
Nú ið Sprotin fór um tey tríati, rennur mær mangt í huga, til dømis tá ið eg fór at týða.
Bókaprát
Pauli Nielsen – ein frálíka góður týðari, sum sýgur eksotiskan skaldskap inn í føroyskt
Pauli Nielsen, gamli rektarin á Føroya læraraskúla, hevur, umframt mong onnur verk um m.a. námsfrøði, týtt 11 stórverk, sum hann h…
10.04.2024
Staklutirnir
02.04.2024
ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS
23.03.2024
Nýtt stuttsøgusavn hjá Oddfríði Marna Rasmussen
01.03.2024
Kærleikin
28.02.2024
Orð & tónar á Reinsarínum
15.01.2024
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
22.12.2023
Í Góðadali triðja jólamorgun
21.12.2023
Merking
19.12.2023
At fylgja hjartanum
15.12.2023
FRITS livdi og fagnaði lívinum
13.12.2023
Nobelfyrilestur eftir Jon Fosse
08.12.2023
Tá ið talað mál gevur skriftini flog
01.12.2023
Jonhard Mikkelsen 70 ár
27.11.2023
Fiskahúsið
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Góðkrút
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Rakel Helmsdal
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Sanna Dahl
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Jón Kalman Stefánsson (IS)
07.11.2023
Rithøvundavitjan úr Íslandi
05.11.2023
VEÐURSJÚKA – nýggj bók eftir Una Arge
26.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
21.08.2023
ORÐ&TÓNAR AFTUR Á REINSARÍNUM
13.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
09.07.2023
Sum hvalur, ið kemur upp at blása
15.06.2023
Pløg beinagrindir teirra deyðu
06.06.2023
FØROYASMAKKUR - vald ein av heimsins bestu kokkabókum í 2023
28.05.2023
Reyn, kæra Reyn á mentanarnáttini
22.05.2023
MERKING
19.05.2023
Ukrainska dagbókin
17.05.2023
Ukrainska dagbókin