Sigmar Mørkøre

Carl Jóhan Jensen tilnevndur

Innstillingarnar til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins eru almannakunngjørdar, og tað er skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen, 'Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik', ið er føroyska uppskotið til virðislønina.

02.03.2016
Kinna Poulsen - listaportal.com
Ymist

Skaldsøgan snýr seg um íslendska skaldið og ævintýraran Benedikt Einarsson, sum, tá bókin byrjar, er umborð á ferðaskipinum M/S Lyra á veg úr Bergen til Føroya. Hann situr í einum sólstóli á afturdekkinum, tá hann verður fyribeindur, og er sostatt í ferð við at doyggja, meðan hann sær tilveru sína fyri sær sum í dreymi. Lesarin fær innlit í tankarnar hjá doyggjandi skaldinum og frættir um ógvusligar upplivingar, hann hevur verið fyri í einum lívi, sum er merkt av rembingunum í Europa millum nítjandu og tjúgundu øld. 

'Eg síggi teg betur í myrkri' kom út á Sprotanum í 2014.

 

Á sama hátt sum í siðmenningarskaldsøgum verður dentur lagdur á ættarslag og uppruna, og fyrsti partur av skaldsøguni er ein lýsing av foreldrunum hjá Einari Benediktson og teirra samlívi. Bókin er eitt heilskapað listaverk, har kynstriga hendingagongdin og málið verða samantvinnað í eini óloysandi heild. Málsligi búnin er fjølbroyttur og poetiskur. Málsliga er skaldsøgan merkt av, at høvundin er yrkjari, og heitið á skaldsøguni stavar eisini frá eini yrking hjá Emily Dickinson. 

Skaldsøgan Eg síggi teg betur í myrkri. Forspæl til ein gleðileik kom út á Sprotanum í 2014. Anna Mattsson hevur í sambandi við tilnevningina týtt bókina til svenskt (Jag ser dig bättre i mörker – inledningen till ett glädjespel).

---

Samrøða við Carl Jóhan 

Hoyr áhugaverda samrøðu sum Súni Merkistein gjørdi við Carl Jóhan, tá ið bókin kom út (KVF 13.08.2014).

 ---

Hini londini hava tilnevnt

DANMARK
"Legacy" af Klaus Høeck, Digtsamling. Gyldendal, 2015
"Ming" af Bjørn Rasmussen, Digtsamling. Gyldendal, 2015

SAMISKA MÁLØKIÐ
"savkkuhan sávrri sániid" (Utrættelige ord) af Sara Margrethe Oskal. Digtsamling, Iđut AS, 2012

FINLAND
"Graniittimies" af Sirpa Kähkönen. Roman, Otava, 2014
"Maskrosgudens barn" af Sabine Forsblom. Roman, Schildts & Söderströms, 2015

FØROYAR
"Eg síggi teg betur í myrkri – Forspæl til ein gleðileik" (Jag ser dig bedre i mørket - Indledning til et glædesspil) af Carl Jóhan Jensen. Roman, Sprotin, 2014

GRØNLAND
"Zombiet Nunaat " (Zombieland) af Sørine Steenholdt. Novellesamling, Milik, 2015

ÍSLAND
"Ástin ein taugahrúga: enginn dans við Ufsaklett" (Kærligheden – et nervevrag. Ingen dans ved Fiskeklippen) af Elísabet Kristín Jökulsdóttir. Digtsamling, Viti menn, 2014
"Þrír sneru aftur" (Tre mand vendte tilbage) af Guðbergur Bergsson. Roman, JPV, 2014

NOREG
"De urolige" af Linn Ullmann. Roman, Forlaget Oktober, 2015
"Historie om et ekteskap" af Geir Gulliksen. Roman, Aschehoug, 2015

SVØRÍKI
"Sånger och formler" af Katarina Frostenson. Digtsamling, Wahlström & Widstrand, 2015
"I varje ögonblick är vi fortfarande vid liv" af Tom Malmquist. Roman, Natur och Kultur, 2015

ÁLAND
"Mirakelvattnet" af Carina Karlsson. Roman, Schildts & Söderströms, 2015

Vinnarin fær 350.000 kr 1. november í DR Koncerthúsinum í Keypmannahavn.

02.03.2016
Kinna Poulsen - listaportal.com
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?