Sigmar Mørkøre

Einaræði minnilutans

Fólkaræði, siga vit so bragdliga, spyr onkur, óviti ella útlendingur, hvat stýrislag vit hava í Føroyum...

18.03.2016
Carl Jóhan Jensen
Etikkur og politikkur

men eru hesi sannindi, álvaratos, eru tey ikki snöggað meiri enn væl er til ta hugmynd, vit vilja, at onnur, óvitar sum sagt ella útlendingar, skulu hava av føroyska samfelagnum, av okkum sum part av vesturlendskari siðmenning og stjórnarvenju…

einaferð kallaðist okkurt: Einaræði fæloysinga…

politiska skipanin í Føroyum, alt tað eg kann minnast - skjótt trýss ára gamal - hevur tó mest av öllum líkst onkrum, ið betur átti at itið: Einaræði minnilutans…

og her meini eg ikki við hvönn minniluta sum helst … men minniluta við valdi … eitt nú fíggjarligum valdi, trúarligum valdi, fakfelagsligum valdi, stovnsvaldi…

minnilutar, sum valds síns vegna, hirða lítið um samfelagsheildina … tíansheldur aðrar minnilutar, slíkar, sum einki vald hava at styðja seg til…

íðan..hvörjir minnilutar, meðni?

ja, hevur ein slíkur minniluti ta seinastu hálvu øldina havt buktirnar og báðar endar í tí almenna fiskivinnupolitikkinum ... og ræður enn ... og tað so dyggiliga … ja, verður tað ikki mestsum hildið fyri sjálvsagt í almenna rúminum, at viðkomandi ráð (t.e. fiskimálaráðið), sum av röttum átti at ýtað sína fyrisiting eftir samfelagsheildini, átti at umboða fólkið og felagsognina: tilfeingið, í staðin yvirhövur virkar sum ein seráhugamálatænasta hjá nökrum fáum reiðarum?

og tak ein annan minniluta…henda minnilutan við staðbundnum áhugamálum, sum í ártíggur hevur borgað fyri, at ein kommunuskipan eldri enn töðleypurin sleppur at skinkla áfram til bága fyri samfelagsmenningina og alla skilaliga fyrisiting…

og so er tað, ikki síðst, tann ósmædni og trúarliga brynjaði minnilutin,  ið aftur og aftur, beint tvörtur ímóti tí sum ein greiður meiriluti vil, kann forða fyri, at summir borgarar fáa somu rættindi sum onnur…

Ja, so tungt, so sjálvvíst, so erpisliga líkasælt um alt annað enn seg sjálvt liggur Einaræði minnilutans á sínum valdi … tað sýnist vónleyst at kalla, ja sum at oysa vötn turr við teskeið, nakrantíð at fáa ein lögtingsmeiriluta, sum hevur framtak ... ein meiriluta, sum stirðil er skaptur í, stinni og stöðufesti, ein meiriluta, sum ikki bert í orði, men eisini í verki evnar at telva minnilutar skák, megnar at sópa flórin, at gera upp við spillingina og greiða samfelagnum eina líkinda götu frameftir…

sum nú er sita samgongur ikki eitt valskeið út, hvaðna minni longur, upp á onnur kor enn tey at vilja einki … ið hvussu er ikki annað enn tað, ið viðhald av tí verandi krevur…

og Einaræði minnilutans á öllum ökjum…

Spyrst so livst

18.03.2016
Carl Jóhan Jensen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?