Ein hvanngarður, soleiðis sum Flora Heilman, prestafrúa á Viðareiði, teknaði hann. Summastaðni vóru hvanngarðarnir væl vardir av grótgørðum. Flora Heilman, Landsbókasavnið

Plantur og tari sum lystimeti

Søgan vísir okkum, at grønmeti var sjáldsamt í 1900. Tað komst fyrst og fremst av vánaliga ferðasambandinum. Men urtir vuksu í Føroyum, og føroyingar hava leingi havt urtir sum lystimeti.

27.03.2016
Helgi Jacobsen
Søga

Sýrukompott aftur við føroyskum mati

Umframt eitt nú hvannir, royttu børnini eitt blomstur úr brobberja-bøkkum, og tá kundu tey súgva niðara enda á blomstrinum og fingu á tann hátt ein søtan ráka. Blákollan hevði sama smakk. Og tá páparnir veltu í bønum, fóru børnini mangan við teimum at leita eftir kannubjøllum. Tær vóru eitt sindur smikursøtar, men smakkaðu væl.

Um summarið vóru sýrur og sýruleggir at fáa, og dúgliga varð etið av teimum. Marius Johannesen hevur greitt frá, at børnini viðhvørt spældu við eld burtur frá húsum, og genturnar kókaðu sýrusúpan, sum tóktist at smakka so væl, at tað mátti borið til eisini at hava hana hjá vaksnum fólki.

Onkustaðni høvdu tey sýrukompott aftur við kókaðum lunda. Hetta hildu fleiri var líka gott ella betur enn epli aftur við fuglamati.

Á hásumri var vanligt hjá bæði ungum og vaksnum at fara í hagan at henta ber, og góð berjaár kundu nógv bláber fáast í kurvina. Vóru tey búgvin, høvdu tey ein søtligan smakk, og ein túrur í hagan hevur givið nógvar vitaminir í beinini.

Hóast tað funnust fleiri urtagarðar í Havn um ár 1800, so sær tað ikki út til at hava verið nøkur stórvegis øking í nyttuplantum og urtum í 1800-talinum.

Góð krás úr fátæksligari matvøru

Seinni vóru tað tó nøkur, sum royndu at fáa fólk at fjøltátta grønu matmentanina. Jóannes Patursson var ein av teimum. Hann hevði verið í Noregi og lært jarðarbrúk, og í 1900 skrivaði beiggi hansara, Sverri Patursson, í Fuglaframa, at fólk kring landið vóru farin at nýta maturtir aftur við ella uppi í hinari føðini. Tað kom heilsuni at gagni og gjørdi matin drúgvari, helt hann og legði afturat, at ein køn húsmóðir við at taka maturtir til hjálpar kundi gera eina góða krás burtur úr fátæksligari matvøru, og hon kundi eisini við maturtum sínum gera matarhaldið meiri umskiftandi. Sverri læt eisini fólk vita, hvussu tey skuldu bera seg at við at sáa og planta.

Eitt petti av urtagarðinum skuldi takast av til maturtir. Hetta pettið skuldi veljast soleiðis burtur úr, at tað ikki misprýddi urtagarðin. Tað skuldi heldur ikki vera alt ov stórt ella liggja beint fyri nasunum á fólki, so at tey hildu seg vera komin í eina rótaveltu. Best var, um hetta pettið kundi fjalast av trøunum. Endamálið við urtagørðunum skuldi sambært Sverra Patursson vera til gagn, prýði og stuttleika. Teir fáu, sum høvdu ráð og útvegir, kundu gera sum teir vildu, antin hava maturtirnar í einum garði fyri seg sjálvar ella lata vera við at dyrka tær, skrivaði Sverri.

Urtagarðarnir fjølgaðust, sum árini liðu, men við støðugari innrás av útlendskum vørum, í nógvum førum turkaðum kryddurtum, datt siðvenjan við egnum urtagørðum burtur í dovnari dulvitsku – til vit aftur vaknaðu við eini tilvitsku um, at í Føroyum hava vit líka góðar rávørur sum í einumhvørjum øðrum landi í verðini. Bæði við at leita fram villar urtir og við at sáa og velta í veðurvardum urtagørðum taka vit virðini úr fortíðini við okkum inn í framtíðina og byggja søgur um rávørur, sum í heimshøpi standa mát við tað allarbesta.

Smakkurin av tara

Fram við strondini á fjøru var lagamanni at taka tang. Tað man ikki vera av ongum, at seyður stoytir oman av rókunum, tá ið hann veit, at so mikið er fjarað, at tangið og tarin eru undankomin, at fatur fæst á teimum. Ikki bara er tarin søtligur, men í honum eru evni, sum likaminum tørvar, so at bæði seyður og menniskju hava gott av tíð.

Børn tóku mangan tað langa tangið, sum kundi vera meira enn favn langt. Tey løgdu bløðini nakrar ferðir saman og vundu síðani tann leysa endan uttan um partarnar, sum tá ið tú rørir um eitt skoyti, og stungu so gjøgnum buktirnar, tá ið komið var til hin endan. Hesi tangrull sóu vøkur út, og hetta ótu tey ungu og hildu væl til standa, og ivaleyst hevur likamið fingið okkurt burtur úr hesum ymsa góðgætinum, sum trot hevur verið á í øðrum mati á fjarskotnum oyggjum sum Føroyum.

Ráur kræklingur stimbrar

Sum skilst hevur tað verið eitt sindur ymiskt, hvussu nógv fólk hava etið av skelja- og krabbadýrum. Øða og kræklingur vóru mest brúkt til agn, men í summum húsum var fastur siður at flota bát í páskamysingi og rógva á loynistøð fram við landi at taka krækling, tí á páskum er serliga nógvur matur í kræklinginum. Rasmussen lækni á Eiði skuldi siga, at børn í ávísum bygdum høvdu betri tenn enn børn aðrastaðni, og hann helt, at tað var, tí at tey ótu krækling ráan, sum tey tóku fram við landinum ella av onkrum marbakka.

Kelda: meira av tí góða

27.03.2016
Helgi Jacobsen
Søga

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?