eg e-lski bøkur

Enn einaferð hevur tú sæð eitt ummæli í sjónvarpinum, hoyrt tað í útvarpinum ella lisið á netinum. Tað spennir í hvørjari spong at sleppa at lesa undurverkið, sum tú júst hevur hoyrt um. Men gakk – bíðitíðin, tann drepandi bíðitíðin. Tað er kvøld, og ikki fyrr enn kl. 10 dagin eftir kanst tú renna oman í bókahandilin at keypa tær bókina, tað er, um tað ikki verður sunnudagur. Men gakk – hon er ikki har, hon má bíleggjast. Tolin trívst, ella hvussu?

17.09.2011
Tina K. Jacobsen
Bókaprát
Leyp bíðirøð og bíðitíð um. Beint sum tú hevur hoyrt um undrið, googlar tú bókina og sært at hon er til keyps sum e-bók. Nøkur fá klikk og so kanst tú byrja at lesa. 
Orsøkirnar til at velja e-bók fram um prentaða bók kunnu vera fleiri. Millum argumentini eru ofta at:
- e-bøkur eru skjótari at fáa fatur á
- e-bøkur eru skjótari at dagføra og uppstiga
- e-bøkur brúka minni pláss
- e-bøkur eru meira flytførar ella mobilari
- skriftstøddin kann økjast ella minkast alt eftir tínum tørvi
- ávísingar kunnu verða gjørdar við slóðum
 
Tað er ikki neyðugt at tendra telduna hvørja ferð, tú ætlar at lesa eina e-bók. Tú leggur tær bøkur á telduna og so flytir tú tær á e-lesaran. Nú ert tú til reiðar og tendrar heilt einfalt tín e-lesara, setur teg væl til rættis í lenistólin og byrjar at njóta. 

Flestu e-lesarar vísa somu mynd, tá ið tú tendrar, sum tú hevði frammi, tá ið tú sløkti e-lesaran. Esiloyrir og pappírsbókamerki, sum detta úr bókunum aðruhvørja løtu, eru ein farin tíð. Bókamerkið í dag er talgilt og kann setast akkurát har, tú vilt, at tað skal vera, og tað kunnu væl vera fleiri bókamerki. 

Harafturat skygga skíggjarnir á lesaranum ikki, og tí eru brillur, sólarljós og lampur ongin forðing.  

E-lesarin sjálvur er ofta til støddar nøkulunda sum ein paperback. Men hann vigar ikki eins nógv, og av tí sama, so kanst tú gera sum eg, og hava einar fimm-seks bøkur í taskuni uttan at fáa trupulleikar við rygginum ella akslunum. 

Samstundis kanst tú lættliga skifta ímillum bøkurnar, og sleppa undan at ivast í akkurát, hvør bók skal í taskuna – tak bara allar!  

E-bøkur á føroyskum 
Sprotin hevur útgivið fleiri e-bøkur og fleiri eru á veg. Nýggjasta e-bókin frá Sprotanum er Javnlíkar eftir George Orwell. Ein talgildur og sera aktuellur klassikari. 

Tað eru ikki bert útlendskar bøkur, iðfinna vegin fram til e-lesararnar. Nú er ongin umbering longur fyri ikki at hava lisið Ó hjá Carl Jóhan Jensen. Á e-lesaranum er Ó ikki ein tjúkk ella long bók meira, hon fyllir tað sama sum allar hinar – tú sært eina síðu í senn, og sostatt er hon ikki longur ein av teimum bókunum, ið tú ikki hættir tær undir. Ein annar fyrimunur er, at sum e-bók vigar hon bert ein brotpart av prentaðu útgávuni, og tí ber nú væl til at lesa Ó-søgur sum góðanátt-søgur. 

Flestu e-lesarar hava ein funku, sum sigur tær, hvussu stóran prosentpart av bókini, tú hevur lisið, sostatt hevur tú eins og við eini pappírsbók, altíð eina hóming av, hvat er lisið, og hvat er eftir.  

Til ber at taka bøkur av e-lesaranum og koyra nýggjar inn. Hóast tað er pláss fyri nógvum bókum á lesaranum, so ynskja summi at e-lesarin er ruddiligur og ikki hevur ov nógvar bøkur at velja ímillum í senn. Hetta ber væl til, tí í til dømis Digital Editions hjá Adobe ber til at skifta ímillum tær bøkur, sum tú ynskir skulu vera til taks á e-lesaranum.  

Hevur tú ein e-lesara við internetatgongd, sum til dømis ein Ipad, so er lætt at kanna slóðir í bókum. Tú klikkir á tað, ið slóðað verður, og so er lesingin hjá tær komin eitt stig víðari. So hvørt sum tráðleyst net og hot-spots verða skipað, gerst hetta ein alt størri hentleiki.  

Føroyski marknaðurin 
Sprotin hevur slóðað fyri e-bókunum á føroyska marknaðinum. Hóast úrvalið av føroyskum e-bókum enn er lítið, so er tað bæði fjølbroytt, áhugavert og ikki minst vaksandi. 

Fleiri e-bøkur eru á veg, so e-bókalesarar kunna vænta sær nógv gott komandi tíðina. Væntandi koma eisini onnur forløg upp í leikin, so vit fáa fleiri e-bøkur at koyra á okkara e-lesarar.  

Fyrimunir sum lesandi
Er tú lesandi, ber til at keypa lærubøkur sum e-bøkur. Um tú leitar væl, ber til at finna e-útgávur, har dagføringar eru partur av prísinum, so í skúlasamanheingi er e-bókin eitt fantastiskt amboð. Væntandi verða flestu skúlabøkur e-bøkur um heilt stutta tíð, tí fyrimunirnir eru so nógvir. Fólk sleppa undan at dragsa bøkur við sær, sleppa undan at goyma notatir í ringbindum og kopiera tilfar. ALT liggur inni á talgildu bókini. Umframt alt hetta kann e-bókin hava myndir og filmsbrot í.  

Framtíðar bókin
E-bókin er komin og hevur nakrar heilt eyðsýndar fyrimunir, men teimum, ið dámar at sita við einari góðari pappírsbók, fara sjálvandi framvegis at gera tað. Men e-bókin er sanniliga ein tøkniligur fongur, sum vit ið dáma at lesa kunnu fegnast um. 
      
“HEVUR TÚ HUGSAÐ UM”:
- at e-bøkur órudda ikki
- at e-bøkur skulu ikki støvast av
- at e-bøkurnar hjá Sprotanum ofta eru bíligari enn prentaða útgávan?
- at nú verður tað e-lesarin, ið sleppur við á oyðnu oynna?
- Fert tú at ferðast, lættir tú taskuna og fært størri pláss í kuffertinum. 
- at e-lesari fæst í Rit og Rák og í Nema?

Yvirlit yvir føroyskar e-bøkur frá forlagnum Sprotanum:
Javnlíkar eftir George Orwell
Ó-, søgur um djevulskap eftir Carl Jóhan Jensen
Nígari eftir Einar Andrias Lund
Málmaðurin eftir Jógvan í Lon Jacobsen
Mýrin eftir Arnaldur Indriðason
Bábelstornið eftir Regin í Líð
Dýrmæta lív eftir Jørgen Frants Jacobsen
Barba og harra Pál eftir Jørgen Frants Jacobsen

Hvat er ein e-bók?
E-bók er ein bók, sum tú lesur á e-lesara ella handteldu (td. iPad). Vanligasta sniðið í e-bókum er ePub, sum hevur tann fyrimunin, at teksturin lagar seg eftir støddini á tólinum, so tað hevur ongan týdning, um skíggin er lítil. Amazon brúkar tó eitt annað snið sum eitur Mopi.   
Ber til at keypa føroyskar e-bøkur? Á hesi heimasíðu kunnu føroyskar e-bøkur keypast. Góðan lesihug!  

17.09.2011
Tina K. Jacobsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?