Ósin, Nólsoyarstova, Fútastova, Vertshúsið og Áarstova. Føroya Fornminnissavn

Søgan um fyrsta føroyska skeinkiloyvið

Í 1834 var einki alment stað við skeinkiloyvi, har fólk kundu fara inn at fáa sær øl, vín, port vín ella tað, sum sterkari var. Klubbin var stovnaður í 1799, men har kravdist limaskapur, og har mundi tað tá mest vera tað betra slagið, sum slapp framat.

20.04.2016
Helgi Jacobsen
Søga

Sørin Olsen æt maðurin, ið hevði skósmiðju á Vertshúsinum. Hann átti eisini í skonnartini Nolsøe, sum sigldi við vørum millum kongligu handlarnar. Sørin átti skonnartina saman við Tillisch amtmanni og øðrum.

Sørin helt, at tað var eitt gott hugskot at gera ein part av Vertshúsinum til skeinkistað. Men fyrst var neyðugt at fáa skeinkiloyvi, og tann søgan er í sær sjálvari rættiliga áhugaverd. Elin Súsanna Jacobsen, søgugranskari, hevur víst á, at søgan um Vertshúsið er íkast til føroyska rúsdrekkasøgu, tí húsið hevði tað einasta skeinkiloyvið, ið varð givið í 19. øld. 

Upprunaliga skeinkiloyvið, sum Sørin Olsen fekk 20. apríl 1836, er ikki til. Skeinkiloyvið á hesari myndini er eftirgjørt, men teksturin er tann upprunaligi. Kelda: Landsskjalasavnið.

Sørin sendi í 1835 umsóknina um skeinkiloyvi til amtmannin Tillisch, men tað var danska Rentukamarið, ið umsat kongliga einahandilin í Føroyum, sum skuldi geva loyvi. Amtmaðurin gav umsóknini viðmæli, og hann nevndi í øllum førum tríggjar fyrimunir, sum hetta fór at hava við sær.

Í fyrsta lagi helt amtmaðurin, at bygdarfólk, sum komu til Havnar, kundu koma inn at fáa sær okkurt styrkjandi eftir langa og strævna ferðing. Í umsóknini hevði Sørin nevnt, at hann eisini skuldi selja mat, te og kaffi. Í øðrum lagi helt amtmaðurin, at eitt vertshús fór at stytta um longu bíðitíðina at sleppa framat í krambúðini hjá kongliga handlinum, tí so slapp kongligi handilin undan at skula skeinkja brennivín. Og í triðja lagi segði amtmaðurin, at eitt vertshús kundi minka um ólógliga brennivínssølu, tí fleiri vóru, sum seldu brennivín, tá handilin ikki hevði opið. Hetta var móti reglunum og varð tí gjørt í loyndum.

Sørin fekk skeinkiloyvi 20. apríl 1836, men ikki fyrr enn 8. september sama ár fekk hann boð um, at hann samstundis skuldi halda allar tær treytir, sum honum vórðu álagdar. Kelda: Landsskjalasavnið. Kelda: Landsskjalasavnið.

Rentukamarið lurtaði eftir viðmælunum frá amtmanninum og svaraði játtandi, og 20. apríl 1836 fekk Sørin bræv frá amtmanninum um, at hann hevði loyvi at hava matstovu og har selja mat, kaffi, te, vín, puns og aðrar drykkjuvørur. Elin Súsanna heldur, at hóast matur, te og kaffi vóru fyrst nevnd, og punsur og aðrar drykkjuvørur í aðru røð, so er eingin ivi um, at søla av sterkum drykkjum varð roknað sum tað, ið skuldi bera rakstrinum uppi.

Kelda: meira av tí góða

 

 

 

20.04.2016
Helgi Jacobsen
Søga

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?