Fáur maður í nøkrum landi man hava ávirkað samtíð sína so nógv í landi sínum sum Jóannes bóndi Patursson í Kirkjubø. Føroya Fornminnissavn / Tórhallur Patursson

Skommina at svíkja okkum sjálv kunnu vit ikki bera

Tann 6. mai 1946 fylti Jóannes Patursson 80 ár, og tann dagin legði hann tingstarvið frá sær. Hann helt kortini á at skriva blaðgreinir og at eggja fólki til. Hann helt røðu í kommunuskúlagarðinum á ólavsøku og andaðist 02. august.

10.05.2016
Hans Jacob Debes
Søga

Hans Jacob Debes skrivaði frálíka góða bók um Jóannes í 1991. Niðanfyri hava vit eitt brot úr seinasta parti, og løgið er at hugsa sær, at vit enn í 2016 standa í júst sama stríði um somu mál við júst somu grundgevingum. Sama íhaldið, sama tvørrandi álitið á okkum sjálv, somu føroysku umboðini fyri danska yvirvøld, sum heldur øllum í gølli.

---

Tann 6. mai 1946 fylti Jóannes Patursson 80 ár, og tann dagin legði hann tingstarvið frá sær. Hann hevði tá verið løgtingsmaður í 45 ár og ríkisdagsmaður í 15. Í takkarskrivi til teirra, ið heiðrað hann høvdu, og til veljarar sínar øll hesi árini, sigur hann m.a., »at tað svitast ikki, at Føroya fólk, sum í 1940 tók ræðið undir seg til havs, fer ikki leingi at dvøljast við at fullfíggja frælsisverkið og at taka fullræði uppi á landi eisini«. Spurdur: »Hvat gevur stjórnmálayrkið tí manni, sum er tænari tess?«, svaraði hann: »Til tað veit eg einki eintáttað svar, annað enn tað, at eingin løn er stjórnmálamanninum hollari til longdar enn góð samvitska.«

Nakrar dagar seinni hevur hann hugleiðingar um orðið »loysing«, »løsrivelse«, sum ikki hann ella sjálvstýrismenn hansara høvdu funnið uppá, men mótstøðumenn teirra í niðursetandi merking um »separatistarnar«. Orðið »loysing« hevði ikki verið kent í politiskum týdningi, »fyrr enn O. Effersøe & Co. í 1906 settu tað sum eitt eyknevni á sjálvstýrismenn, at teir í ólátaðari øði vildu ríva, kuta og kvetta Føroyar frá Danmark«. Men, skrivar hann, orðið er kent sum »óðalsloysing«, »at loysa óðalin« aftur. Hetta kunnu føroyingar gera nú við at loysa frælsið aftur, og tá verður »loysing« ikki eitt ókvæmisorð, men eitt heiðursorð, og »loysingarmaður« eitt heiðursnavn, og hann ger samanbering við hermenninar hjá Sverra kongi, »birkibeinarnar«.

Bóndin var tó ongantíð í iva. Nú var hann ið hvussu er opinberur »separatistur«, nógv meira avgjørdur enn nógvir av næstu viðhaldsmonnum sínum. Í um leið seksti ár hevði politikkur hansara verið miðvísur, men hevði ongantíð staðið í stað; hann hevði alla tíðina lagað seg eftir umstøðum og broytingum.

Í greinum sínum í »Dagblaðnum« skírir Jóannes bóndi danska stjórnartilboðið sum eina avbjóðing til føroyingar sum tjóð. (Dagblaðið 3/7 1946) Serliga hefti hann seg við fyrstu grein í uppskotinum, sum var soljóðandi: »Færøerne udgør som hidtil en del af Danmarks Rige.« At samtykkja hetta helt hann vera deyðadóm føroyinga, tí í tey 1100 ár, føroyingar høvdu búð í Føroyum, høvdu tær ongantíð verið ein danskur lutur. Kensluborin eru hesi orð: »Føroyingar! Nú liggur okkum vátt undir føti. Vit eru lagdir millum hamar og stiðja. Nú er einki uttan eittans at velja. 1100 ára arvarætt til okkara land avreiða vit ikki til nakað annað land ella tjóð, hvat gull og silvur okkum býðst afturfyri.« Ávísingin til 4. boð vísir eisini fyrr nevnda átrúnaðarliga innihaldið í tjóðskaparuppfatan hansara (her við hansara orðum): »Æra skalt tú faðir tín og móður, at tú mást liva leingi í landinum, sum Harrin tín Gud hevur givið tær. Geva vit harafturímóti landið frá okkum og gerast »en del af Danmark«, so hava vit brotið eitt hitt hægsta boðorð, sum til er. Tí mega allir føroyingar, teir, sum heima eru, og teir, sum burtur eru staddir, seta kross við deild II [t.e. »loysing«] á fólkaatkvøðulistanum, tó at tað er so grefliga orðað...«.

Á øðrum stað skrivar hann, at »tann veljari, sum setur X fyri stjórnartilboðið, ..., hann hevur svikið sítt fólk og føðiland«. Hann heldur tað í sama sambandi vera løgið, »at Danmark nú í árinum 1946 vágar sær til at bjóða føroyingum slíka vanvirðu, so stutt tað er síðani, frælsisboðskapurin úr Atlantshavi [og her sipar hann til Atlantshavsyvirlýsingina hjá Churchill og Roosevelt frá 1941] varð sendur út um allan heim, og so stutt er síðani, at frælsisbardagin varð vunnin«. Hann ger aftureftirlítandi samanberingar við tað, danski politikarin Monrad hevði sagt á Ríkisdegi í 1851 um, at Føroyar »skulle være en del af det fælles fædreland«, og tær donsku royndirnar í 1871 at gera Ísland til »en uadskillelig del af det danske rige«, men sum íslendingar síðan høvdu kastað av sær.

Í sama sambandi minti hann á eina hending í Landstinginum í 1935. Har hevði føroyski landstingsmaðurin (sum var Jóannes Patursson sjálvur, men tað sigur hann ikki) sagt føroyingar vera eina serstaka tjóð. Tá var sjálvur landstingsformaðurin lopin upp og hevði trætt móti føroyska landstingsmanninum, at føroyingar vóru ikki ein serstøk tjóð, men at teir vóru partur av teirri donsku tjóðini, »en del af den danske nation«. Eftir sannføring Jóannesar bónda var tað júst hetta, sum nú skuldi staðfestast formliga, varð stjórnaruppskotið samtykt.

Hin seinasta av næstan óteljandi blaðgreinum Jóannes Paturssonar stóð í »Dagblaðnum« hin 23. juli 1946. Fyrstu blaðgrein sína hevði hann sum drongur skrivað í »Dimmalætting« í 1884 um súrhoyggj, meðan hann var í Noregi. Mangt var hent síðan tá. Henda seinasta grein hansara var onnur av tveimum við yvirskriftini: »Vit eiga ikki manningina?« So hevði onkur spurt og svarað sjálvur, at føroyingar høvdu ikki manning at stýra sær sjálvum. Jóannes bóndi vildi halda, at føroyingar høvdu fólk til tað mesta, ella ið hvussu er kundu útvega sær fólk til tær upgávur, sum teir sjálvir ikki høvdu fólk at seta til. Sjálvur hevði hann, hóast útbúgvin til hægsta landbúnaðarstarv, sæð og hoyrt, at í Føroyum var lítil rúmd fyri føroyingum sjálvum.

Í hesum seinasta testamenti sínum mintist hann vinin og hugsjónarmannin Ólav á Heygum í Vestmanna, sum, tann tíð tað var, hevði sitið saman við honum á tingi (1903-1906). Tað man helst vera ein beisk niðurstøða um úrslitini av høgum hugsjónum og longum stríði, og eisini um úrslitini, tá ið Jóannes Patursson skrivar um Ólav á Heygum og stóru nýhugsanir hansara (vatnorku og telefonútbygging, stovnseting av banka), nú hann sjálvur kanska helt seg sita einsamallan eftir av mongum: »Men tað var føroyingur, ið takið tók. Hann var jagstraður til deyðis...« Alt varð latið dønum upp í hendur. Og úrslitið var hareftir: »... enn nýta hesir oyggjamenn petroleum, torv og kol í staðin fyri fossamegi.« Nógv má mangan hava staðið á.

Seinastu politisku skrivaðu orð Jóannesar bónda vóru hesi (í somu grein): »Eg heiti á tykkum føroyingar, sum trúliga hava fylgt mannagongd míni gjøgnum árini, og á aðrar, sum sjálvkravdir hava lagt upp í frælsisstríðið: skinklist nú ikki, nú komið er í snákasveiggj, nú er at høgga ella stinga. Skommina kunnu vit ikki bera, um vit, tá ið ástendur, svíkja okkara land, okkum sjálvar, og okkara eftirkomarar. Føroya lands óvinir gjørdu orðið »loysing« til eitt ljótt eyknevni, latið okkum tann 14. september gera loysing til eitt heiðursnavn.«

Hetta var seinasta skrivaða áheitan hansara á landsmenn sínar. Hann var tó ikki minni mentur enn so, enn at hann var í Havn á ólavsvøku og helt røðu í Kommunuskúlagarðinum við eggjandi røðu til føroyingar um at standa saman móti hóttanunum.

Men nú var dagur farin at halla og dagur dottin av degi. Fáar dagar seinni, hin 2. august, doyði Jóannes Patursson, knappliga, heima í Kirkjubø.

10.05.2016
Hans Jacob Debes
Søga

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?