Trøll­ini hava gildi inni í fjallinum, tey drekka og keglast, læa og rópa. Okkurt liggur avdottið undir borðinum, og barnið stórgrætur. Barsilsgildið. Pastell, 1929.

Njót myndlistina eftir William Heinesen mentanarnáttina

Myndlistin hjá heiðursborgaranum Williami hevur Bárður Jákupsson savnað seinasta árið í eina sjaldsama stórbæra bók. Hetta stórverkið verður lagt fram á Reinsaríinum mentanarnáttina kl. 20. Ímillum framløgupartarnar spæla Búi Dam, Dánjal á Neystabø og Per L. Høkgaard.

25.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Brellbiti úr bókini.

 

Sum kunnugt tók William av fullum huga lut í samfelagskjakinum øll síni virknu ár, serstakliga í 1930-50-árunum eisini sum teknari. Hansara sermerkti speirekandi, men eisini vitborni myndastílur er í fullum blóma í satiriskum smáritum sum eitt nú Ólavsøkuteitunum ... Her er tað tussjpennur og -pensil, ið er vanligasta tøknin.

Sambært viðmerkingum hansara í tátíðar fjølmiðlum er føroyskur politikkur um hetta mundið eyðkendur av hugsjónarleysum snævurskygni og køvandi smákegli. William er tikin úr leikum sum keipumyndateknari, tann ramliga strikan avdúkar tann innantóma, uppgjørda tómleikan, hon ger tey hirs og tær kurlur, ið undirstrika tað láturverda. Men William er ongantíð óndskapsfullur ella beinleiðis særandi. Hann ger gjøldur burturúr, men einoygdur er hann ikki, og smásinni er honum ikki í kjøti borið. Her bera vit við eitt listaligt grundstøði, sum vit eisini til fulnar møta í skaldskapi hansara.

 

Veljið sjálvband, styðið samstýri. 1952, pastell. Politikari talar fyri steinunum.

 

Føroyskur partapolitikkur er eitt heldur kloddasligt fyribrigdi. Í hesum er hann tó ikki stórt verri enn innanlendispolitikkur í øðrum londum. Men hóast politiskar gerðir mangan hava lagnutungar fylgjur, so hongur politikkur tó vanliga saman við viðurskiftum, sum bert hava stuttan og ikki viðvarandi áhuga; hann fær gætur ella vekir sensasjón, men síðani verður hann gloymdur. Bert teir verstu brotsmannakendu ófriðarkropparnir verða minniligir. Okkara smápolitiska lív hevur ongar sovorðnar skaðafiskar, bert tey vanligu møsnitólini og smákeglararnar ...

Eins og í skaldskapinum er gamanslyndið – hugvætið – í keipumyndunum ein ætlan um at sameina lívsins sorgarleik og gamansleik. Tragediu og komediu. 

Meg minnist William stundum hava fyri munni – hetta var sum vera man mong ár seinni – at vit áttu at havt eitt satiriskt blað burturav í Føroyum.

 

Ráðleggingarfundur inni í Sornfelli. Tussj, uml. 1962

 

William harmaðist saman við mongum føroyingum um, at land okkara skuldi dragast upp í vitleysu kappdubbingina, ið stóðst av kalda krígnum.

Fyri at siga sum er, eri eg so innarliga troyttur av tíðini, ið nú er – hennara syndraðu heimsmynd, hennara lygisomu ideologium og blinda entertainments- og oyðingarlyndi – og berjist sum fyri lívinum fyri at koma til djúpari sannkenning, finna fram eitt universelt virðisgrundarlag (ja, eg veit, tað ljóðar smikursøtt). Einki metafysiskt-arkimediskt stað uttan fyri heimin, Gud hjálpi mær, nei, tað er ikki tað. Eitt grundleggjandi menniskjaligt støði! Ella, um ikki annað, so kortini eitt fyribils friðskjól (um tað má vera mær loyvt), ein steðg í tíðarinnar høvuðleysu og katastrofalu tøknis- og profittøði, ið nú, eftir at hava lagt undir seg klótuna og tryggjað sær týning hennara, er væl ávegis til eisini at leggja undir seg og eitra himmalin.  

 

Undir Kjallara, Eystaravág. Tussj, 1957

 

At vera borin í heim í januar 1900 í Havn og hava uttan um seg ommu úr Keypmannahavn og danskmælta móður, merkir at byrja á eini forborgnari kjørbreyt, har tveir heilt ymiskir heimar møtast: Ein farandi, á sín vís miðaldarligur føroyskur heimur – Jørgen-Frants Jacobsen orðaði tað soleiðis, at tú kendi roykin av miðøldini – og ein munandi meira nútímans danskur heimur. Í tí lítla tættbygda býnum á nesinum ímillum vágirnar gingu fólk á tuflum og í húðarskóm ígjøgnum trongar geilar og brøtt skot ímillum tjøraðar, flagtaktar lonir og ússaligar kroysur við moldgólvi og fýrstaði. Klødd í vovnum, bundnum og tøvdum. Her reyk av torvi og tara, her var hvørki ravmagn, telegrafur ella telefon, tey bóru vatn úr Havnará og vaskaðu klæði í ánni. Havnarmenn vóru yvirhøvur fátækir, teir róðu út og kastaðu nót, men vóru ognarleysir – her var alt kongs. Tó, teir vóru dúgligir at velta, traðirnar, ið vóru lagdar inn av Húsa- og Flatnahaga, lógu sum ein blómandi ringur um býin.

Men her búði eisini eitt annað slag – tey ráðandi, embætisfólkini og ein nýggj handils-og reiðarastætt, ið hevði tikið við eftir einahandilin. Minnið um ta tíðina var enn livandi. Mong av hesi stætt vóru av donskum uppruna, tey tosaðu danskt, og teir føroyingar, ið høvdu fingið høvdið fyri seg og vóru farnir undir havfiskiskap og handilsvinnu, royndu eisini at tosa danskt. Hetta málsliga rák ávirkaði alt samfelagið, men serstakliga høvuðsstaðin og onkra stórbygd. Sum frá leið mentist ein rørsla, ið vildi broyta hetta lag. 11 ár áðrenn William varð borin í heim – 27. januar 1889 – varð  Føringafelag stovnað í Avhaldshúsinum í Havn. Endamál felagsins skuldi vera: 1) “at fáa Førja Mál til Æru”, og 2) “at fáa Føringar at halda saman og ganga fram í øllum Lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir”. Tó – hetta gerst ikki eftir einum degi, fyri framman lá eitt drúgt eljustríð, ið snúði seg um vanahugsan og nýhugsan, samfelagsliga, vinnuliga og mentanarliga. Tríggir fjórðingar av eini øld skuldu ganga, áðrenn føroyskt varð viðurkent sum undirvísingarmál í skúlanum – og enn so seint sum í 1950árunum kundi tú hoyra eldri havnarfólk – kanska mest av tí “betra slagnum” - tosa danskt sínámillum.

Faðir Williams, Zacharias, var bóndasonur úr Bø, hann hevði verið sjómaður, siglt við norskum og føroyskum skipum, kom so á skiparaskúla í Havn og hitti har Carolinu, dóttur A.W. Restorff, keypmann og reiðara, sum Andreas William er uppkallaður eftir. Tá ið gamli legði frá sær, tók Zacharias yvir handilsvirkið og menti tað til eina blómandi keypmans- og reiðarafyritøku, ið átti fleiri skip. Sum tíðin var tá, kom William, ið seinni skuldi taka yvir búgvið eftir faðir sín, at verða dansktalandi, men ígjøgnum pápan lærdi hann eisini til fulnar at kenna ta føroysku bygdarmentanina, serstakliga, tá ið hann var so mikið frægur, at hann kundi ferðast vestur til Bíggjar – stundum saman við foreldrunum – at vera hjá ommuni og abbanum har, og tað gjørdi hann tíðum sum smádrongur og hálvvaksin.

Zacharias Heinesen faðir William. Tussj, 1931

Pápi mín var ómátaliga sterkur maður. Tá ið hann skuldi kynda á morgni, høgdi hann ikki pinnabrenni í allari hampiligheit sum onnur menniskju, men hælaði við lív og sál ein trækassa sundur og saman. Hann sang mangan – nærum altíð. Gamlar føroyskar vísur og tættir og tíðum eisini sálmar. Honum dámdi væl at ganga langar túrar í fjøllunum og at svimja, og vit smádreingir vórðu longu sum heilt smáir blakaðir á bláman, har hann svam við okkum á baki ella spældi, at hann bjargaði okkum undan at drukna. 

Ein á allan hátt øðrvísi heim umboðar tann sera musikalska omman - og móðirin, ið eisini elskar tónleik. Hon spælir klaver og hevur fingið holla tónleikaundirvísing, er fastur fúsur í býarinnar lítla kamarorkestri, har Bach, Mozart, Gluck, Schubert og Corelli eru á lofti. Fleiri skyldmenn hennara hava spælt í kongliga kapellinum í Keypmannahavn. Har kemur eisini bróðir Williams, Stig, at spæla klarinett. Mostrarnar syngja danskar, norskar og svenskar sangir, stundum fleirraddað. 

 

Trøll flýggja undan degnum. Pastell, uml. 1927

--- 

Kom oman á Reinsaríið kl. 20 mentanarnáttina, njót myndirnar á stórum lørifti, meðan Bárður greiðir frá Williamsa list, njót tónleikin, sum úrmælingarnir ganda fram, fá tær eina øl og hugna tær í góðum mentanarnáttarlag.

25.05.2016
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?