Eitt landslag kann á ein hátt í brotsekundi trína fram á øðrvísi og bergtakandi hátt. Ole Banke

Gandakendu Føroyar

Ole Banke er náttúrumyndamaður. Hann hevur verið í Føroyum 9 ferðir millum 2002 - 2016. Seinastu tríggjar ferðirnar hava verið um veturin. Sjálvur sigur hann, at Føroyar eru farnar honum í blóðið. Bókina gevur hann út saman við Oddfríði M. Rasmussen. Inn ímillum myndirnar hugleiðir Oddfríður, dregur eina tulking úr eini mynd ella ger eina viðmerking - í yrkingasniði.

29.08.2016
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Í fororðinum sigur Ole Banke:

Máliskan "Leikvøllur veðurgudanna" hóskar so væl til Føroyar.

Baksýnini eru veðurlíkindini, sum kunnu vera so ógvislig: eina lítla løtu kann veðrið skifta frá fagrasta sólskini til stilli og mjørka, ein rættiligan skúr og garðingar - og tað øvuta.

Longu fyrstu ferð eg var í Føroyum í 1990, varnaðist eg tað "alsamt broytiliga ljósið" eitt fyribrigdi sum so ógvisliga lyftir landslagið. Ivaleyst av tí nógvu vætuni  í luftini og teimum nógvu skýggjunum verður ljósið brotið á ein og hvønn hugsandi hátt, sum gevur tað serliga føroyska - gandakenda - ljósið.

Eitt landslag kann á ein hátt í brotsekundi trína fram á øðrvísi og bergtakandi hátt. Slík gandakend fyribrigdi hava givið mær ómetaligan íblástur sum náttúrumyndamaður, og hevur sum frá er liðið broytt mína áskoðan á myndatøku, har landsløg hava nógv meira at siga enn í fyrstani havi hildið.

 

Fleiri tær seinastu vitjanirnar havi eg savnað meg um Mykines, Fugloy og Suðuroy - eg eri rættiliga hugfangaður av "ytstu oyggj": hinumegin oynna er ikki annað enn sjógvur, sjógvur og aftur sjógvur, áðrenn tú fleiri túsund kilometrar longur úti rennur teg í Arkis, Norðuramerika, Antarktis ella Evropa. Serliga Mykines og Fugloy vórðu fyrr avbyrgdar í fleiri mánaðir 

Eitt klárviðrað junikvøld stóð eg á Fugloynni og hugdi, meðan sólin spakliga sakk niður um Viðoynna. Tað gjørdist eitt sjaldsamt kvøld og sjaldsom nátt. Føroyar eru á 62. breiddarstigi norður, ikki langt frá pólkringinum, og summarnáttin er tí ógviliga ljóst.Eg havi verið fyri tí sama aðrastaðni  millum annað á Mykinesi, eitt klárt kvøld, tá ið ljósið spakuliga viknaði, og fuglurin sum frá leið varð tigandi. Eisini á Vágseiði eina vakra nátt, tá ið sólin sakk í kav í ein útnyrðing. At sita einsamallur á einum steini tá og hyggja út yvir tað endaleysa havið og í frið og náðum hugleiða um lívsins mongu avbrigdi er ófatiliga linnandi - tað er sálini ein leskibiti.

Føroyar skalt tú uppliva á sumri, tá ið alt er grønt og fuglar eru í ótali. Hesum havi eg sjálvur trúð til fyri stuttum. Ein vitjan, sum stakst upp á meg í mars 2015, vendi hesari fatan á høvdið.

Eg havi onkuntíð áður vitjað oyggjarnar á vetri, men ongantíð áður hava tær borið seg so stórbærar við sínum næstan yvirjarðarliga vakurleika, sum hesa ferð við kava í fjøllunum, og tí heilt rætta ljósinum frá sólini, sum stóð so lágt: Tá rivaði av sonnum fyri eygunum.

Bókin er grundað á 9 vitjanir í Føroyum árini 2002 - 2016. Seinastu tríggjar ferðrnar hava verið um veturin.

Eg óttist fyri, at Føroyar eru farnar mær í blóðið. Hetta elalítla land við sínum stórbæru fjøllum, fossandi áum, djúpu firðum og dølum, alt innrammað í eitt endaleyst hav við alsamt skiftandi ljósi fær meg at kikka eftir ondini og gevur mær djúpan sálarfrið.

Ole Banke

---

Bókin er á føroyskum, donskum og enskum. Hon kostar 248,-, men á sprotin.fo fæst hon fyri 223,-.
KEYP BÓKINA HER

29.08.2016
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?