ES-borgin í Brússel

Sannleikin so sannur, at eingin samröða longur er neyðug – síðst av öllum við fólkið

Smíl at okkum, sæta, læt hánt um okkum, ja, alt í senn

Men vita skalt tú, vit eru tað enska fólkið, vit hava ikki talað enn

16.09.2016
Carl Jóhan Jensen
Etikkur og politikkur

Hesar leysliga týddu reglurnar úr yrkingini Dulda fólkið (The Secret People) eftir enska rithövundin G.K. Chesterton vísti ein eldri breti mær fyri smáum fjúrtan dögum síðani. Hesin bretin, tí hann legði dent á at kalla seg breta, var skoti, rithövundur, búsettur her í Brússel í ein mansaldur ella so, javnaðarsinni um ein háls og heimsborgari so sjálvspeii sást á öllum brögdum. Kortini var hann ikki í iva. Bretin. Skotin. Javnaðarsinnin. Heimsborgarin:

Tað var rætt, at Bretland fór úr ES.

Nú hvat um tað, meðni?

Nei, eg kom bara hugsa um hetta, nú eg ein dagin í farnu viku sá tað fjasbókað, at ein annar javnaðarsinni og alt eg veit heimsborgari eisini, fyrrverandi ráðharri í fleiri donskum stjórnum, Mogens Lykketoft, skal hava hartað fráfarna bretska forsætismálaráðharran og helst eisini heimsborgara, David Cameron, fyri tað, at hesin síðstnevndi loyvdi bretska fólkinum at tala í spurninginum um bretska limaskapin í ES. 

Sjálvur eri eg eingin ES-sinni og antin nakar roknar meg fyri heimsborgara ella ikki, so veit eg alt tað sama av, at heimurin er störri enn danska kongsríki og danskir fjölmiðlar. Ja, störri enn ES fyri alt tað.

Í skjótt fýra ár havi eg gingið og snöklast her suðuri í Brússel. Í hesum undarliga býi, ið summi kalla hövuðstaðin í Evropa. Her, ið sögur siga, at Robert Schuman og aðrir hildu um tann hugsjónarliga vöggustuðulin hjá samveldinum. 

Men tað er nettupp hetta við hugsjón, við evropeisku hugsjónini. Sokallaðu. At tað rennur ímóti hjá mær. 

Og skal eg siga sum er, so havi eg havt ilt við at fáa eyga á minsta vet av hugsjón her suðuri. Men vald er allastaðni at líta, so langt sum eygað rökkur. Tað gráa óliðiliga vald, rimmarfast í sínum órannsakiligu mannagongdum. 

Men gaman í. Á útskinninum vantar nú ikki hugsjón. Á, nei. Í klædningsfögrum orðum um frælsi, javnað og bröðralag. Kortini dylst ikki súrtevurin. Undir. Av tí tunglyntu vanafestu, sum ræðist broyting.

Og tað gav at bíta tá ið BREXIT-fólkaatkvöðan var fyri. Bæði undan og eftir.

Ja, forbarmi seg. Tí skal tað, sum umboð fyri valdið siga í fjölmiðlum takast fyri fult, hava ein og hálvtrýss komma níggju prosent av bretsku veljarunum stoytt sameinda kongsveldið út av ytstu trom, úr einum ljósríki av samanhaldi og sannleika, niður í eitt dýpi av högrasinnaðum myrkri, har tjóðskapardjevulin einsamallur valdar við freti og prumpi.

Nei, makan til turkatrúgv, tað veit gud.

Sjálvt tey, sum í fúlasta álvara rópa seg upp á sosialismu vera gulstjörnublonk í eygunum, tá ið tey síggja trappustigan fyri sær upp í tann bláa ES-himmalin. Tað sýnist ikki at gera mun, at hetta grá-samveldið í royndum varð til úr einum knæfalli fyri stórkapitali og marknaðarkreddu. At tað síðani seinast í hálvfjerðsunum hevur lagt doyðin á at greiða fyri, at búskaparligt vald kann savnast á færri og færri hendur og enntá skipa seg yvir fólkavaldar stovnar, sum tjóðarting og stjórnir.

Onkursvegna og uttan at evropeiski vinstravongurin hevur latið við seg koma, men tvörturímóti stuðlað uppundir, er tankin um at binda Evropa altsamt tættari saman í eitt ný-liberalistiskt stórríki við heimsveldislíkindum, lyftur upp í eina sovorðna stöðuhædd av politiskari gudiligheit, at bert ein sannleiki er möguligur í almennum orðaskifti. Ein sannleiki so sannur, at eingin samröða longur er neyðug – síðst av öllum við fólkið.

Er tað lögið, álvaratos, um valdið - í hvörjum líki tað so birtist á pallin við ljóði og öði - mest av öllum minnir um steindeyvan olding í holtur við at ummæla eina kórkonsert?

Spyrst so livst. 

16.09.2016
Carl Jóhan Jensen
Etikkur og politikkur

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?