GUD – er hann deyður?

Er Gud til? Hevði Darwin rætt? Kann politikkur byggja á trúgv? Kann kristindómurin vera skaðiligur? Hesir spurningarnir hava seinastu mongu árini myndað kjakið um átrúnað kring heimin, bæði við populervísindaligum bestseljarum og í korridorunum í akademiska heiminum.

26.11.2011
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Men hóast átrúnaður, ella rættari sagt kristindómurin, er ein fastgrógvin partur av føroyskari mentan og hevur persónligan týdning fyri nógvar føroyingar, er tann kritiska og djúptøkna viðgerðin av spurningum, sum nema við átrúnað og lívsáskoðan, ikki serliga sjónlig í Føroyum.

Tí tóku Heini í Skorini og Janus á Ryggi stig til ráðstevnuna “Er Gud deyður?” í Norðurlandahúsinum á sumri í 2011. Á skránni vóru átta framløgur, sum frá ymsum sjónarmiðum viðgjørdu omanfyri nevndu fýra spurningar. Símun Absalonsen og Rói Patursson grundgeva fyri og ímóti, hvørt ein gud er til ella ikki. Hans Andrias Sølvará og Heðin Lamhauge grundgeva fyri og ímóti menningarlæru Darwins. Hanus Kamban og Rúni Rasmussen viðgera frá hvør sínum sjónarmiði, hvørt politikkur kann ella skal byggja á átrúnaðarligar sannføringar. Og Jákup Reinert Hansen og Ása Johannesen eru somuleiðis ymisk á máli um, hvørt kristindómurin hevur og hevur havt positiva ávirkan á einstaklingin og samfelagið.

Hesar átta framløgurnar eru nú savnaðar í hesi útgávuni, bæði sum tekstir og sum visuellar framløgur á DVD. Úrslitið er ein tvørfaklig útgáva, sum nemur bæði við heimspeki, gudfrøði, lívfrøði, samfelagsfrøði og søgu.

 
Tað er ógvuliga sjáldan, at kritisk viðgerð av átrúnaði verður borin fram ella fest á blað í Føroyum. Tí vága vit okkum at halda uppá, at henda útgávan er eitt nýtt og øðrvísi ískoyti til føroyskt kjak. Vón okkara er, at lesarin og hyggjarin kann fáa nýtt innlit í teir stríðsspurningar, sum eyðkenna klassiska kjakið um religión, virðir og lívsáskoðan.

Men hví viðgera spurningar um trúgv og lívsáskoðan? Er tað ikki privat og persónligt? Og gerast vit nakrantíð samd? Hesar spurningar hava ritstjórarnir fleiri ferðir fingið, og svarið er einfalt. Eins og vit kjakast um politikk, vinnulív, list, ítrótt og alt møguligt annað, eiga vit eisini at kunna kjakast um átrúnað, heimspeki, lívsáskoðan og virðir. Tí átrúnaður hevur stóra ávirkan á einstaklingar og samfelagið. Tað er okkara lívsáskoðan, sum myndar okkara virði, mentan, lívsstíl og stundum eisini lóggávu. Tí skulu vit eisini kjakast um grundarlagið undir okkara lívsáskoðan. Tí skulu lívsins stóru spurningar eisini viðgerast alment.

GUD - ER HANN DEYÐUR? kemur út á Sprotanum í komandi viku.

---- 

TVEIR BRELLBITAR ÚR BÓKINI

Her er biti úr tekstinum hjá Jákupi Reinert Hansen

Kristindómurin - ein dýrgripur fyri mannaættina

Eingin rørsla hevur havt so stóra ávirkan á Europa og Vesturheimin seinastu 2000 árini sum kristindómurin. Og hóast kristin fólk og kirkjur eisini eru kend fyri tað minni góða, vikast kristni boðskapurin ikki. Hann hevur yvirlivað øll rák og allar ismur og livir sítt fríska lív í okkara globaliseraða heimi. Her eru nøkur søgulig dømi um positivu árin kristindómsins.

Tað man vera onkur við skili fyri public relations, sum hevur sett hesa yvirskriftina. Eg hevði ikki sjálvur torað at málborið meg so, tí so einfalt sær tað ikki út í mínum eygum. Eg kenni meg heldur ikki kallaðan til at verja alt, sum kristin fólk hava sagt og gjørt í Jesu navni. Hevði yvirskriftin ljóðað “Kristus - ein dýrgripur fyri mannaættina,” so hevði eg tikið undir uttan at blunka.

Størri enn øll rák og allar ismur
Hetta er tað, sum skilir kristindómin frá allari aðrari religión, og sum sameinir øll kristin, hvussu ymisk tey annars eru: Boðskapurin um, at Guð hevur opinberað seg sjálvan í manninum Jesusi av Nasaret. Í tí hann segði, í tí hann gjørdi, í hansara deyða á krossinum - og sum boðskapurin ljóðar eftir páskir: í hansara uppreisn og himmalsferð. Alt annað, sum kristin fólk og kristnar kirkjur hava sagt, er ávirkað av hesum. Hevur heimsins skapari og harri tikið okkara lut - tað at vera menniskja - á seg; er hann til staðar, har hesin lutur er harðastur, so standa líðing, óndskapur og deyði í einum øðrum ljósi. So verður tað ikki tað ónda, men lívið og gleðin, sum verða hin seinasti og endaligi veruleikin. Ger Guð seg líka við okkum, so eru øll menniskju onkursvegna líka - ið hvussu er í Guðs eygum. Samband við hann fáa vit í okkara trúgv, og haðani sprettur alt annað: guðstænasta, bøn, næstakærleiki, moralur og persónligur atburður, gerandislív og hetjugerningur.

Nakað soleiðis lýsir Jacob Balling, professari í kirkjusøgu í Århus, kristindómsins byrjan og grundarlag í Jesusi Kristi. Hann heldur fram: Trúgvin á Jesus stendur og fellur heldur ikki við, hvussu væl tað hevur eydnast teimum kristnu at liva eftir Jesu orðum. Vantrúgv, moralskur ella politiskur tvingsil og undirkúgan, sum kristin fólk og kristnar kirkjar eisini eru kend fyri, vika ikki boðskapin um hann, sum hevur víst okkum, hvør Guð er.

Um hann hevði eg torað at sagt, at hann er ein dýrgripur fyri mannaættina.

Men tá ið nú onkur annar hevur átikið sær at vísa á, hvussu skaðiligur kristindómurin kann vera, hvussu baksíðan á medaljuni kann síggja út, so átaki eg mær fegin at pussa forsíðuna fyri at fáa hana at skína. Tí sjálvandi hevur kristindómurin verið til stórt gagn fyri mannaættina. Yvirhøvur man tað vera ringt at finna nakra aðra rørslu, sum hevur havt so stóra ávirkan á Europa og Vesturheimin ímillum 1000 og 2000 ár.Kristindómurin hevur spreitt seg út um londini, frá stórbýunum til bygdirnar, til eingin kann siga, at hansara tilvera ikki onkursvegna er ávirkað av honum, antin vit síggja tað og geva okkum far um tað ella ikki. Hann hevur yvirlivað øll rák og allar -ismur, tí hann framvegis trýr, at Guð kemur til okkum menniskju, har vit eru. Hann sýnist at liva við sítt fríska lív sjálvt í okkara globaliseraða heimi.

Í tí føroyska landslagnum hevur kristindómurin manifesterað seg við nógvum gudshúsum. Tær gomlu bygdarkirkjurnar falla væl inn í bygdarløgini, meðan tær nýggju rópa hart um, at tær eru til: Fríðrikskirkjan, Vesturkirkjan, Hoyvíkar kirkja. Edvard Fuglø hevur í einum málningi víst, hvussu tað ber til at leggja tað gamla kortið úr Bíbliuni yvir tað heilaga landið sum eina glæru út yvir Føroya land og ferðast millum Betel og Betania, Elim og Ebenezer, Siloa og Sarepta. Eg visti ikki av, at vit í Føroyum høvdu subtropiskt klima við sandstormum og gløðandi sól, fyrr enn eg sá, at nýggjar fríkirkjur gjarna prýða seg við nøvnum sum Keldan, Lívdin og Oasan. Hvat eru øll hesi gudshús: eitt tilboð til tað samfelag, sum tey eru ein partur av, ella eitt alternativ?

Spurningurin um, hvørja ávirkan kristindómurin hevur havt og hevur á tað føroyska samfelagið, er ikki so lættur at svara, av tí at føroysk gransking og søguskriving neyvan er farin fram úr hesum sjónarhorni. Onkrar kanningar eru ávegis, og tað verður spennandi at síggja, hvørji úrslit tær koma til. Annars er lættari at leita sær longri út, har tilfarið ikki trýtur, og har nógv, sum er farið fram, er slíkt, sum vit kenna aftur - viðhvørt tí tað hevur spreitt seg sum ringar í vatninum eisini higar til okkara.

 
Her er biti úr tekstinum hjá Hanus Kamban

KEISARANS LUTUR OG GUDS

Skilnaður millum átrúna og politikk eigur at verða varðveittur, báðum at frama
Religión er tó ikki bara trúgv ella abstrakt hugsan, men partur av mentan og sosialum lívi. Í hesum leikluti er hon eftir mínum tykki ein róttøkin megi, ein frumtørvur, og tað er líka so høpisleyst at vilja avtaka hana sum at vilja avtaka tjóðina ella kynslívið. Tað er tí skilabest at leggja seg eftir at liva við hesum tørvi, við virðing, við skynsemi, við hógv og við eftirliti. Hetta seinasta merkir, at hóast øll, sum hava ein leiklut í polis, í tí almenna borgaraliga samfelagnum, fóta sær á onkrari virðisskipan, kristindómi, islam, humanismu, eksistentialismu ella atheismu, so eigur eftir neyvum reglum skilnaður at vera millum átrúna og politikk. Hetta hevur við sær, at er ein tvídráttur í einum fólkaræði, millum ríkisins lóg og Guds lóg, so stendur tann fyrra yvir tí seinnu. Tá ið, fyri at taka eitt dømi, Guds lóg krevur, at samkynd skulu verða tikin av døgum, so má henda lóg víkja fyri ríkisins lóg.

Eg fari um eina løtu at próvgrunda fyri, hví hesin skilnaður eigur at vera, og hví hann er til gagns bæði fyri ríkið og átrúnan. Men fyrst nøkur fá orð um átrúnans taksonomi, ella flokkan. Vit kunnu býta religión sundur í tvær høvuðsdeildir, transcendens-átrúna og verðsligan-utopiskan átrúna. Dømir um ta fyrru deildina eru teir tríggir Ábrahams-átrúnarnir, jødadómur, kristindómur og islam, men eisini zoroastrianisma, gnostisisma, hinduisma og buddhisma. Dømir um verðsligan átrúna eru m.a. kommunisma og nazisma.

Hyggja vit nú at kristindómi ella islam, ella at kommunismu og nazismu, so varnast vit straks, at tann søguliga slóðin eftir hesar lærur stundum er blóðug og ræðulig. Og um vit eru sonn, mugu vit viðganga, at kúgan, yvirgangur, píning og dráp eru tengd at trúarinnihaldinum í hesum lærum. Vit kunnu vera ósamd um, hvørt upprunin til hesa ræðuligu spillu er at finna í trúnni ella í hjørtum manna, men tað praktiska úrslitið er tó tað sama. Og tað er sannlíkt, at ynskið um at smíða skilarúm millum polis og átrúna, fyri ein part ið hvussu er, sprettur úr nettupp tí hættisliga í allari trúgv, soleiðis sum menniskju umsita hana.

Hvar finna vit spíran til henda skilnað? Tað er hugsandi, at tá ið einstakir grikkar o.u. 500 ár fyri okkara tíðarrokning førdu fram, at gudar ikki vóru veruligir, men vóru manna hugmyndir, var ein fyritreyt fyri slíkum skilnaði skapt. Meira neyvt føra søgu- og gudfrøðingar fram, at fræið varð sátt við kristindómsins vøggu. Hjá Matteusi 22, í versum 15-22, lesa vit, at farisearar ógvuliga smikursøtir vildu seta fót fyri Jesus og spurdu hann, um tað var loyvt at rinda keisaranum skatt. Vísið mær skattmyntin, segði Jesus. Og beint aftaná: Hvørs er bílætið og áskriftin? Keisarans, var svarið. Tá svaraði sáðmaðurin:

Tá gevið keisaranum keisarans lutir og Gudi Guds lutir.

Hetta svar, sum ber vitnisburð um dialektiskan førleika, snarpan tanka og taktiskt flogvit, er – sama hvat sáðmaðurin innast inni kann hava hugsað – í miðøld fræið til eina dualismu, ein tvídrátt millum tað sakrala og tað verðsliga, sum seinni vísti seg í investiturstríðnum, Concordatinum í Worms í 1122 og eitt nú skilnaði millum kirkjurætt og ríkisrætt. Við nýggjari tilelving frá endurburði og humanismu var avleiðingin ein kirkjunnar sjálvsekularisering. Eftir trúbótina skapti Jean Calvin seinni ein gudsstat í Genf, men hansara serliga gudfrøði kveikti eina kapitalismu m.a. í Niðurlondum og Skotlandi, sum bara setti meira ferð á ta sekuleru tilgongdina. Luther gjørdi upp við pávan, men gjørdi fúrstan til nýggjan páva og seinkaði sostatt gongdini. Men eftir ástøðið hjá Montesquieu um valdsins tríbýti og við upplýsingarøldini tók tað modernaða fólkaræðið, eitt nú í Norðurlondum, við fúrstans ella kongsins leikluti. Og sostatt liva vit í dag í einum polis, har keisarans er tann borgaraliga lógin, sum tryggjar øllum, eisini minnilutum, lívd og rættindir, og Guds tað subjektiva trúarlívið hjá tí einstaka. Tað er eitt dømi um søgunnar spei, at arabiskir heimspekingar sum Avicenna (980-1037) og Ibn Rushd (1126-98) - sum góvu Europa tann klassiska grikska mentanararvin - eiga sín lut í hesi sekularisering, men at ein menning av sama slag ikki slapp at seta seg ígjøgnum í islam.

Óndur átrúnaður – fimm ávaringarlampur
Men hví er tann sekulera aðalreglan so umráðandi, og hví er tað skilagott, at Guds lóg stendur undir ríkisins lóg? Er átrúni ikki góður og virðismikil, antin hann sprettur úr t.d. islam ella kristindómi? Jú, átrúni er stundum tað virðisgrundarlag, sum tey flestu, eisini tey, sum eru virkin í polis, grunda sítt lív á, og átrúni elvir mongum til góðar gerðir og er mangan kjarnin í tí ríku tilveruni. Men samstundis hevur religión tað sermerki, at hon er labil, hon er broytilig, hon flytur seg sum eftir eini glíðibreyt. Og vit eru so heppin, at eygleiðarar og granskarar hava sett upp stringentar reglur fyri hesi glíðibreyt. Eg vísi her til sjónarmiðini hjá tí amerikanska baptistinum Charles Kimball, sum er gudfrøðingur, av jødiskari ætt, og hevur granskað bæði islam og tey politisku og átrúnaðarligu viðurskiftini í Miðeystri. Tann glíðibreyt, sum hóttir allan átrúna, sigur hann í bókini When Religion Becomes Evil (Harper One, 2008), endar í óndskapi. Hann tilskilar, at hann brúkar orðið óndskap, ikki um menniskju, men um teirra orð og gerðir. Og hann peikar á fimm tekin, ið sum ávaringarvitar vísa, nær umbroytingin er komin so langt, at óndskapur sæst fyri framman. Hesar reyðu lampurnar eru:

(1) absolutt trúar-uppáhald

(2) blint lýdni

(3) at stovnseta ta fullkomnu øldina

(4) málið halgar einhvønn miðil

(5) heilagt kríggj

Latum okkum hyggja at einum tveimum av hesum táttum. Tað, sum Kimball kallar “absolutt trúar-uppáhald”, er nakað tað sama, sum vit her plaga at rópa fundamentalisma, tann hugsan, at ein heilag skrift, eitt nú Koranin ella Bíblian, er skrivað av Gudi, og frá alfa til omega skal fatast bókstaviliga. Avleiðingarnar av slíkum absoluttum skriftlesnaði – sum ofta samvirkar við øðrum tættum, eitt nú blindum lýdni og tí stevnu, at málið halgar miðilin - kenna vit frá søguni, og tær eru í dag sjónligar víða hvar í heiminum. Vit kunnu, úr islam, taka álopið á Tvíburatornini tann 11. september 2001 ella wahabismuna í Saudi-Arabia, sum ger tað møguligt at høgga hondina av tjóvum ella steina kvinnur, sum hava verið ótrúgvar, í hel. Vit kunnu nevna Taliban í Afghanistan, sum drepa lærarar ella lærarindur, sum geva gentum skúlaundirvísing. Vit kunnu, úr kristindóminum, nevna krossferðirnar, jødajagstran og jødamorð, trælahald í USA ella ágang móti samkyndum. Vit kunnu nevna teir jødisku búreisingar, sum í meira enn ein mansaldur hava herjað á Vestara Áarbakka, eyðmýkt, dripið og jagstrað til tess at ræna eitt land, teir onki eiga í, frá tess veruligu eigarum. Hetta eru bara nøkur fá dømir um, at bókstavtrúgvur halgubókarlesnaður – literalisma – elvir til óndskap.
26.11.2011
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?