Perspektiverandi andingarhol - til valið og valdið

Ein livandi organisma, sum ikki fær nóg mikið av súrevni, doyr so líðandi. Vit, sum fyri ein part eru uppvaksnir í ísoyðuni, hava sæð hesi andingarholini, sum kobbin klórar ígjøgnum glerið í vetrarísinum. Fær hann ikki súrevni, yvirlivir heldur ikki hesin atletiski svimjarin. Vandin er tó, at durkdrivnu eskimoisku veiðimenninir, við serliga sensiblu antennunum, tevja hesi holini, og tí kann kópurin rokna við at fáa eitt vákn ella eina harpun ímillum eyguni, um ringast vil til.

17.02.2012
Torbjørn Jacobsen
Bókaprát
Fær menniskjað ikki ájavnt og áhaldandi nóg mikið av súrevni undir skallabeinini, - doyr heilin. Og fær demokratiið ikki ivaleyst av súrevni, reiða vit ból fyri autokratii, teokratii, burgoysaraveldi og øðrum avmarkingum av tí frælsa viljanum. Bara eitt djúptøkið og fullkomuliga frælst orðaskifti undir ábyrgd er andingarleiðin, sum kann tryggja, at demokratiski heilin fær neyðugu doseringina av súrevni.

The times they are a´changing. Tað er ikki víst, at Bob Dylan var greiður yvir tærið í krútinum hann festi í við orðunum: Come senators, congressmen/Please heed the call/Don't stand in the doorway/Don't block up the hall/For he that gets hurt/Will be he who has stalled/There's a battle outside/And it is ragin'/It'll soon shake your windows/And rattle your walls/For the times they are a-changin'. Nakað eftir hetta komu byltingarnar vestanfyri, og líkamikið hvat vit halda um uppreisturin seinast í sekstiárunum, so vann frælsi viljin onkursvegna á hýggjuskotnu systemunum, samstundis sum ideologisku fyrimyndirnar hjá summum teirra í víggi tiptu andingarholini uppaftur meira, og úrslitini av tí manøvruni sóu vit, táið Berlinmúrurin datt niður av politiskari og búskaparligari ómegd eystanfyri.

Ongin ivast, í at tøknin er orsøkin til mestu menningina síðani ídnaðarkollveltingina. Infrakervið sum skapti vælferðarsamfelagið. Umráðandi er tó, at menniskjað sjálvt setir dagsskránna, at vit ikki lata okkum yvirrula av tekniskum finessum og ísinkrammi. Til ber at siga, at nýmenta tøknin nú ger, at vit í demokratiskum kringumstøðum standa á einum vegamóti. Tekin eru um, at andingarleiðin er farin at tippast aftur. Hevdvunni og klassiski drátturin, ímillum fólkið og tess kjakkveikjarar og makthavararnar, flytur seg frá frælsu og skipaðu fjølmiðlunum yvir í eina mangan anarkistiska slóð, eitt óskipað høpi, í sosialum miðlum, - eitt nú á Facebook. Higartil kennist hetta sum ein rættilig devaluering av orðaskiftinum. Kendu kvalifiseraðu kjakkveikjararnir hava eisini roynt seg í hesum miðlum, men sum oftast enda kjakini í útspillandi persónligum grunnbrotum, ið undirmálarar í intelligensi hava sær sum dagdvølju fyri at sleppa av við abstinensurnar av sínum primitivu undirlutakenslum.Teir báðir fjølmiðlamenninir, Høgni Reistrup og Stefan í Skorini, eru helst komnir til somu niðurstøðu, at almenna kjakið er ov grunt, at ov fáir naglafastir lunnar liggja undir tí. Úrslitið kann tá gerast, at valdsharrarnir gerast ov einsamallir í tí, sum átti at verið ein bráðpanna, har drátturin ímillum partarnar í demokratisku aktini, í hesi livandi veruni, prosessini, er tvísporaður og líka breiður í báðum borðum.Helst hevur hetta eggjað teir til at taka stigið at redigera ein bókling, har seinasta løgtingsval og valdskabalirnar í kjalarslóðini av hesum verða sett á skrá. Ídni útgevarin í Vestmanna, Jónhard Mikkelsen, hevur givið ritið út umvegis forlagið Sprotan.

Teir báðir eiga mikið rós uppiborið fyri átakið. Skabelónin, konseptið, líkist tí, sum Heini og Páll brúktu í bóklinginum “Krossvegir”. Tá vóru etisku og moralsku virðini í politiska umhvørvinum beinagrindin, rákin frá 266b-málinum stóð framvegis treystur út ígjøgnum rimarnar á politisku hjøllunum. Stórviðurin í seinru temabókini, hjá Høgna og Stefani, er breiðari. At kalla øll politikkøki vera viðgjørd í mun til løgtingsvalið í heyst og sleggjusløgini inni við essuna í politisku smiðjuni, har valdið, sum fólkið hevur latið upp í hendurnar á 33 tandrum, skal skiftast og býtast.
17 fólk hava skrivað hvør sína tíðargrein. Um búskap, fiskivinnu, mentan, list, vælferðarsamfelag, sjálvstýri, kvinnupolitikk, sosial viðurskifti etc. Tey skriva um júst tað evnið, tey hava frægasta skilið á. Hetta eru fróðar fólk, sum á lærdum háskúlum hava fingið ástøðirnar inn undir húðina. Síðani hava tey virkað í gerandisdegnum á hvør sínum hermóti, tí er hesin bóklingurin serstakliga væl skikkaður sum grundarlag undir alemmum kjaki. Tey, sum ikki hava lisið bóklingin, halda kanska, at úrvalsliðið hjá redaktørunum bara er ein eliter forsamling, sum hevur skrivað eitt turrgelt teoretiskt manifest. Vinningurin við útgávuni er júst hin øvuti. Greinarnar eru skrivaðar soleiðis, at øll skilja tær, og samstundis kveikja tær eitt forvitni hjá lesaranum, ið eggjar honum til sjálvur at toyggja seg eftir meiri vitan um tey mest vitalu evnini í føroyska samfelagnum.Ikki ber til í stuttum hugleiðandi ummæli at taka í allar greinarnar. Inger Smærup og Gunnar Hoydal skriva tvær ómetaliga góðar greinar um mentan og list. Tey øtast sum fleiri um, at ongin almennur mentanarpolitikkur verðir rikin í einum landi, ið hevur størri tørv á tí enn nakar annar. Serliga í hesum døgum, táið trýstið uttaneftir herðist dag frá degi. Mentanin við øllum sínum brigdum er infrakervið, sum knýtir okkum saman, togendin við óteljandi kordelum, sum er orsøkin til, at vit yvirhøvur kunnu trívast í oyggjunum.

Jóannes Hansen og Petur Zachariassen skriva um valið ígjøgnum samfelagsfrøðiligu og hagtalsligu sjóneykuna. Áhugaverdur lesnaður, serliga í hesum døgum, táið til ber at eygleiða, hvussu parlamentariska landslagið so líðandi broytist, nú vit á øðrum sinni hava havt eitt løgtingsval, har til hevur borið at velja tvørturum firðir, sund og fjøll. Vit vóru fleiri sum væntaðu, at veingjasuðið frá stórpolitiskum orðaskiftum á tingi fór at merkjast á øllum geilum eftir tað stóra politiska paradigmuskiftið. At kreativitetur, hátt hevjandi tankar og ideologiskar brestingar gjørdust nýggi gerandiskosturin handan gluggarnar á tinghúsvøllinum, men gakk, valla hevur tingið nakrantíð verið verri mannað enn júst í hesum døgum. – Og skilið er hareftir. Ikki so frætt at tað skróvar á tíansheldur rýkur frá parlamentarisku bráðpannuni á Vaglinum.

Hallbera West skrivar um eina óbúna politiska skipan, um andsagnirnar ímillum vallyftir og politiskt verk, eftir at veljarin er fingin í rætt. Beinta í Jákupsstovu greiðir frá kvinnuumboðanini á tingi. Dennis Holm skrivar um útjaðaran og miðstaðin og Heri Petersen hugleiðir um fráveruna av sosialpolitikki í valstríðnum. Ein fín grein, ið setir nakrar stórpolitiskar spurningar um, hvussu vit vilja hava, at tað føroyska vælferðarmodellið skal síggja út. Hvør støddin skal vera í mun til búskapin annars og í mun til grannalondini, ið eru potentiellu móttakararnir av fólki okkara, sum velja at flyta higani, um hildið verður, at kravdi tørvurin ikki er nøktaður. Rógvi Absalonsen hevur skrivað eina ómetaliga góða grein um dreymamyndir sum drívmegi í føroyskum politikki. Hon er høgtflúgvandi og samstundis ástøðiliga væl funderað. Væl samanskrúvað. Gjørdist kløkkur av henni, tí eg hevði ikki hugsað júst hesa snaringina sjálvur. Somikið meira kveikjandi var hon.

Undir einum ber til at umrøða greinarnar hjá Jóannesi, Róari, Stefani, Jens Christiani og partvíst Sissali. Fiskivinnan er annaðhvørt uppdriftin ella mylnusteinurin í føroyska samfelagnum. Semja tykist vera um, at her ruggar ikki alt rætt, vit hava verið alt ov lítið umhyggin í fiskivinnupolitikkinum, síðani fiskamarkið var flutt út á 200 fjórðingar fyri 35 árum síðani. Greinarnar eru góðar, og onkur óvanliga bersøgin. Ongin ivi er um, at júst í hesum segmentinum liggur potentialið, sum kann viðvirka til, at vit aftur fóta okkum búskaparliga. Men tað krevur, at vit ýta av av nýggjum. Bæði í stovnsrøktini og í loyvisproblematikkinum. Veruligar marknaðarmekanismur mega flættast inn í vinnuna. Neoliberali vinnupolitikkurin, sum nú er settur á skrá, har útveljingin av komandi oligarkum fer fram ímillum vinir, kenningar og svágrar kennir neyvan sín líka í okkara parti av heiminum, sjálvt postsovjetiska regime hjá Putin og Medvedev bliknar í mun til tað, sum í hesum døgum verður avgreitt og avreitt í føroyskum stjórnarstovum. Nevni Sissal í hesum sambandinum, tí hon m.a. í greinini vísir á, hvussu galið tað kann ganga, megnar tú ikki at vera sannførandi um egnan politikk í einum valstríði. Dømið er fiskivinnupolitikkurin hjá Tjóðveldinum. Hóast flokkurin áhaldandi hevur lagt uppskotið um Tilfeingisbúðina fram á ting síðani 2006, og eitt samfelt Floksting hevur tikið undir við hesum, so tóktist tað, sum at ryggurin í júst hesum avgerandi málinum viknaði, mergurin leyp, tá valevnini komu undir feudala trýstið, serliga frá Fólkaflokkinum. Harvið endaði flokkurin í einum nowherelandi í fiskivinnupolitikkinum, sum annars altíð hevur verið floksins sterkasta kort. Eri samdur við Sissali í, at flokkurin tapti serliga nógv í hasi snaringini. Tilfeingisbúðin tryggjar annars stovnsrøktina, liberaliseringina, marknaðargerðina og ikki minst demokratiseringina í okkara høvuðsvinnu. Men sjálvandi, sjónvarpsmiðilin er sterkur, og trýrt tú ikki tíni egnu “propaganda”, hvør skal tá trúgva tí, sum rekur fram á torg í einum valstríði.

Signar Heinesen og Andrias Sølvará hava latið seg í hvør sína Schopenhauer´ska attitýdu. Eina íhaldna stúku. Tað myrkir fyri eygum teirra, táið teir hyggja í glaskúluna og skoða inn í framtíðina. Havi mangan tosað við Signar um hesi ýtini og bygnaðar- og leiðslutrupulleikan í Føroyum. Vit eru ikki ósamdir, og tað ræður veruliga um at gera eitt paradigmuskifti, skal tað býða í bøtur. Okkurt bendir á, at hann kundi hugsa sær ein nýggjan Jólafund. Har semja kann finnast um ein dyggan yvirskipaðan leist fyri, hvussu vit í fyrsta umfari koma burturúr moradsinum, og síðani hvussu vit skipa framtíðina hjá hesi fámentu tjóð. Sølvará er heldur ikki álvuligur. Tjóðskaparrørslan, sum hevur verið kveikjandi djúphavsstreymurin og katalysatorurin í allar menning í Føroyum í stórthundrað ár, hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Í tí støðuni krevst eitt eksistentielt val, annaðhvørt lúta vit, fara med alla undir kong, ella spenna vit politisku yvirarmarnar uppúr okkum einaferð enn, blása eina rennæssancu í ta rørslu, sum meira enn nakað annað fyribrigdi hevur gagnað føroyska samfelagnum. Ímillum reglurnar haldi eg meg hóma, at eisini hann dyrgir eftir einum nýggjum Jólafundi, nú tað skjótt verða 125 ár síðani framsóknarmenn hittust í tinghúsinum í somu ørindum.
 Annar av redaktørunum, Høgni Reistrup, hevur skrivað eina fína grein um broyttu umstøðurnar hjá teimum, sum eru upptillað. Lopið er langt frá intensu valfundunum í Glyvra Bio í seksti- og sjeytiárunum til nýggja pallin, har bara eitt knappaborð er ímillum valevnið og allan heimin. Ferðin er øgilig, men um tærið, substansurin, er frægari, tað loyvi eg mær at ivast í. Hvar eru arvtakararnir hjá Erlendi Patursson, Jógvan Ingvardi Olsen, Atla Dam, Jóhan Nielsen, Finnboga Ísakson, Peturi Reinert, Hákuni Djurhuus og Sigurði Joensen? Bara fyri at nevna nakrar av teimum, sum hava verið uppi á døgum í mínari tíð. Onkursvegna tóktust teir væl frægari kálvføddir sum politikarar enn alt tað skúlaða fólkið, sum í dag situr á landsins parlamentarisku rókum. Hetta hevjar spurningin um, hvar trupulleikin er at finna. Í uppalingini í heimunum, á dagstovnum, í skúlum, á miðnámsskúlum og á universitetum etc.?

Samanumtikið er tað at fegnast um, at teir báðir Stefan og Høgni hava tikið stig til hesa útgávuna. Hetta er eitt virðismikið skjal fyri eftirtíðina. Ein støðumynd, ein lýsing, av umstøðunum kring um eitt løgtingsval, sum er álvarsmál, tí júst tann dagin er tað, at 48 túsund menniskju lata valdið frá sær til 33 útvald umboð. Øll tey, ið hava eitt minsta vet av áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, eiga at ogna sær bóklingin og at lesa hann. “Valið og valdið” er eitt perspektiverandi andingarhol, ið er upplýsandi, kveikjandi og forvitnisfremjandi á einum óvanliga høgum støði. Serliga hugaligt er tað, at høvundarnir skáka maktina, sum skjótt kann fara í sjálvsving, suspendera tyngdarmáttin, verða naglarnir ikki sýnaðir í tíð og ótíð. Ræðandi sendingin í sjónvarpinum í kvøld, um ófatiliga óskilið í keypsskálanum í New York, er gott dømi um, hvat ið hendir, táið oligarkarnir, fíggjarbarónarnir og politiska skipanin hond í hond fara spákandi inn í eina bløðru, sum frælsa pressan ikki hevur atgongd til fyrrenn hon brestur og allir skrokkarnir og beinagrindirnar koma bóltandi út úr skápunum. Til ógagns fyri fólkið. Ella sum hin gitni DSK segði í sendingini: Tað er altíð tann fátæki parturin av samfelagnum, sum eigur uppvaskið, táið bløðran er skrædnað og skaðin er hendur.

Kanska átti blaðstýrarin Eirikur at spurt teir báðar Stefan og Høgna og høvundarnar við, um rættin til at brúka materialið í bóklinginum til tíðargreinar í blaðnum. Orðaskiftið um samfelagsmál er ikki optimalt, og greinarnar í hesum savninum kundu sum onki verið kjakkveikjarar og grundstøði undir einum kjaki, sum heldur andingarleiðini opnari ímillum fólkið og valdið. Ein discount pallur sum Facebook fremur lítið og onki, vit mega aftur á breddan í klassisku miðlunum við teimum stóru spurningunum, og júst har hava frælsu miðlarnir eina risastóra uppgávu. Bløðini, og ikki minst almenni miðilin Kringvarpið, sum tó skal eiga rós fyri, at morgunsendingin í vetur hevur tikið dik á seg, nú hon hevur flutt seg frá at endurgeva úr Rungsted Tidende og at spæla tónleik úr fjákutum donskum hittlistum fyri fjøruti árum síðani, er farin at viðgera tað samfelagið, sum Kringvarpið varð ætlað til. Flutt seg frá danskari til føroyska tjóðarbygging.

Vónandi er “Valið og valdið” ikki seinasta átakið hjá redaktørunum, í royndini, at røkja hitt demokratiska maskinaríið í Føroyum.

tobbi
17.02.2012
Torbjørn Jacobsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?