Ársins pressumynd

"Tá ið vit fóru undir EXIT Føroyar bókina, vildu vit hava fólk av kjøti og blóði at siga søguna um trupla føroyska spurningin um fólkaflyting úr fantasiska landi okkara. Serliga søgan um kvinnuundirskotið var týdningarmikil at fáa við. Ætlanin var, at søgan skuldi sigast við orðum, men so sannliga eisini í myndum. Hesin parturin verður oftani niðurraðfestur, men nógv tíð og orka varð nýtt til at fáa myndirnar at siga søguna saman við tekstinum."

24.01.2013
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát
Soleiðis sigur Heri á Rógvi sum er ein av ritstjórunum í bókini Exit Føroyar. Orsøkin er, at myndin hjá Tróndi Dalsgarð varð vald til ársins pressumynd á samkomu í Felagnum Føroysk Miðlafólk leygarkvøldið 26. januar. Myndin er á bls. 56 í greinini Eitt afturstig at flyta heimaftur (Exit Føroyar).

Grundgevingarnar at velja júst hesa myndina vóru m.a. 

- at hon uttan óðviðkomandi ørindi stuðlar væl upp undir tekstin, sum hon er knýtt at. Myndin sigur eina greiða søgu um tey viðurskifti, sum verða tikin fram í greinini. 

- myndin so mikið góð, at hon eisini sigur eina sjálvstøðuga søgu um eitt samfelagsligt evni, sum alt árið hevur verið frammi í pressuni.

- lesirætningurin í myndini varpar so greitt ljós á evnið, at vit á ein ikki sørt skemtiligan hátt beinanvegin síggja, hvør støðan er og hvat myndamaðurin vil siga. Myndatøknin er framúr og fangar allar smálutir, hóast eingin leflandi tøkni verður brúkt at seta støðuna í átuligt ljós. Gerandisstøðan tænir tekstinum. Myndin, sum ikki er stilla upp ella á nakran hátt tilgjørd, er svørt og hvít. Myndin lýsir brúkaraprísir, sum eru so høgir, at hyggjast má uppeftir. (birk.blogg)

Tú verður ikki sørt ovfarin at frætta, at ein mynd úr eini bók verður vald ársins pressumynd. Tað var ikki gamalt! Vanliga seta vit orðið "pressumynd" í samband við bløð og ikki bøkur.

Men bókin boðar í royndum fyri nøkrum, vit hava roynt at slóða fyri á Sprotanum í fleiri ár. Vit vita um allar teir góðu heilar, ið fara í útlond at nema sær kunnleika. Tey taka prógv – hvørt fínari enn annað. Men vit síggja tey ikki aftur í kjakinum í Føroyum, hoyra alt ov fá aftur í útvarpinum, síggja alt ov fá aftur í bløðunum. Hvat verður av teimum góðu heilunum við teimum góðu útbúgvingunum? Vit vilja fegin hava ungar lesandi føroyingar ella nýútbúnar føroyingar at gera vart við seg og leggja til brots í samfelagskjakinum. 

Tvørturímóti. Fyri nøkrum árum síðan royndu Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen seg við bókini Krossvegum, sum var um ymsar áskoðanir á gudtrúgv. Tað eydnaðist væl. Bókin varð nógv lisin og birti gott kjak. Seinni komu Janus á Ryggi og Heini í Skorini út við bókini Guð – er hann deyður? Bókin var framhald av ráðstevnu, ið var í Norðurlandahúsinum. 

Í 2012 komu Høgni Reistrup og Heri á Rógvi út við tíðargreinasavninum um vanlukkuligu fráflytingina úr Føroyum. Bókin birti kjak, var grundarlag undir pallborðsfundum og ráðstevnu og tvingaði politikararnar út í fjølmiðlarnar at siga, hvør teirra støða var til spurningin – og ikki minst, um teir høvdu nakað, ið bar á eina loysn. Vit vóna, at fleiri fara at nýta sama høvi, blanda seg í kjakið og blaka nýggj, áhugaverd og væl lýst evni inn á vøllin at kjakast um. 

Sprotin skal fegin vera við at fáa tilfarið út á marknaðin. Og myndin, ja hon eigur ikki minni leiklut enn teksturin. Ársins pressumynd 2013 er framúr, og vit ynskja Tróndi hjartaliga til lukku.
24.01.2013
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?