Óla Jákup hevði úr at gera at skriva í bøkurnar.

Glæsilig bókaframløga í Bø 

Oman fyri 200 fólk savnaðust í fjálga Pakkhúsinum í Bø, tá ið Tættir og brot úr Bíggjar søgu varð løgd fram. Ein minnilig løta.  

10.07.2022
Sprotin
Bókaprát, Røður

Óla Jákup Guttesen tók ímóti gestunum og bjóðaði øllum vælkomnum við eini góðari røðu. 

Í felag sungu vit Nú suðar stilt um sjóvarstrond eftir Mikkjal á Ryggi og komu í rættan bíggjarhýr. 

Tá varð boðið til leskiligar smábitar, sneiðir, spritubitar við grind, spik og eplum og mangt, mangt annað við víni o.ø. afturvið. Gerið so væl – øll somul!

Yngsti sonur Óla Jákups las ein brellbita úr bókini um eina skemtiliga grindaferð til Miðvágs. Eina kappgongu millum ein aldrandi mann og fleiri ungar brasnar fríggjarar úr Bø. Eitt skemtilgt brot, sum rakti tónan í bókini.

Síðan var ein heilsan frá Sprotanum og Helga Jacobsen, sum hevur skipað bókina saman við Óla Jákupi.

Tiltakið endaði við tveimum sangum. Annar var Eg havi verið fermur eftir Mikkjal á Ryggi. Ein meistaralig lýsing av lívsmegini, og hvussu hon svinnur við aldrinum. Hvussu vit sum eldri kunnu bera saman tað, vit einaferð megnaðu, og ikki hætta okkum undir longur.

Løtan endaði eyðvitað við eini hjartans kvøða til bygdina: Bøur er mín heimbygd eftir Gutta Petersen. 

 

Her er røðan, ið stjórin á Sprotanum helt í Bø

Nú eru allar skorar grønar aftur eina ferð. 

Tað er heppið at kunna leggja 80 ár aftur um seg ein slíkan dag, tá ið náttúran øll er fullbúgvin, og tað er merkisvert at kunna krýna so stóran dag við bókaútgávu. 

 

Vanliga byrjar ein bókarframleiðsla hjá okkum soleiðis:

Telefonin ringir – Góðan morgun, er hetta Sprotin?

- Ja.

- Ja, nú er tað tað, at eg havi sitið og pilkast við eitt handrit í fleiri ár, og nú ætli eg at geva tað út, men eg veit ikki, hvat eg skal gera nú.

Soleiðis eru vit komin í samband við ótrúliga nógv áhugaverd, engagerað, stuttlig fólk millum ár og dag. Tí hetta arbeiðið at gera handrit til bók  krevur nógv prát, nógvar fundir – og fundir, sum ikki verða stýrdir, tað vita vit øll, hava tað fyri at sveima víða, so vit koma at kenna hesi fólkini nokk so væl, áðrenn handritini verða bøkur.

Nakað soleiðis byrjaði samstarvið millum Óla Jákup og okkum, og ikki minni millum Óla Jákup og Helga Jacobsen, sum varð settur at ritstjórna hesa bókina. 

Í flestu førum koma vit til fleiri væl skipað ringbind og nógvar frágreiðingar – og okkum føroyingum so líkt, so sigur tann, sum hevur gjørt alt hetta og totast við hetta í fleiri ár: “Nei, eg veit ikki, um hetta nyttar nakað – kanska einki virði er í hesum – men nú kunnu tit hyggja at tí”.

Og soleiðis komu vit at kenna eina rúgvu av fólki, vit annars ikki høvdu komið í samband við. Tá ið eg sigi vit, meini eg vit miðvágs-/klaksvíkskonuna Sonju, sum er grafikari og hevur verið mína høgra hond í mong, mong ár.  

Vit komu m.a. inn til Høgna Mohr, Nicolinu Beder Jensen, Arnstein Niclasen, Bárð Jákupsson, Steinbørn B. Jacobsen, Danial Lydersen og nú Óla Jákup og Noomi og mong onnur.

Hvør hevði sín stíl, men felags fyri øll var, at tey vóru tíðindafróð og skemtilig og blíð at vitja. Eg minnist væl, tá ið Nicolina Beder Jensen skuldi geva ullarbókina út. Tá hevði eg ein annan grafikara hjá mær, sum nóg illa visti, hvussu ein seyður sær út. Vit koma á fund, og Nicolina greiðir frá ætlanini. Eg síggi, at grafikarin verður fjarari og fjarari í eygunum.

Vanligt var at fáa ringbind, men Nicolina hevði umframt tað fleiri baljur við tógvi - hespur av øllum handa slagi og noðu og setti seg at greiða grafikaranum frá broddi og rót. Hann nikkaði, men eg sá, at hann var sløknaður. Men eisini tað endaði við einari bæriligari bók.

Og eg hugsi um Høgna Mohr, Steinbørn B. Jacobsen og aðrar, sum elskaðu at siga søgur og vóru so ógemeina stuttligir. Høgni, sum tá var væl við aldur, mintist sum ein spildurnýggj telda, og Steinbjørn, sum var so livandi og fittur. 

Tá ið tú greinar ættirnar í bygd, er skjótt, at okkurt tal er skeivt. Vit høvdu givið GRUND 3 út, sum eisini er bygdar- og ættarsøga. So nú ringir ein kona úr Sandvík og sigur: Steinbjyyydn – hvussu ber tað til, at ommudóttir Marsannu er eitt ár eldri enn omman? Hann svarar: Guðrun, góða – brúka hyyyddið!

Men soleiðis koma vit at kenna fólk, og tað er ein hjáveiða, sum hevur gjørt øgiliga stóran mun tey nógvu seinastu árini. Tað hevur ríkað okkum lívið.

Ferðin, ið Óla Jákup nevnir, er ein av teimum heilt góðu. Vit hava fundast og eru hvørja ferð skotnir langt av haga – vit hava fingið eitt slank fyri og annað eftir. Fundirnir hava verið av teimum allarbestu, og vit hava verið vartað upp sum greivar. Noomi hevur hjúklað um okkum, sum vóru vit konglig.

 

Spurningurin er so – er nakað virði í at skriva bygdarsøgu?

Hvar byrjaði alt, sum menti samfelagið til tað, tað er nú? 

Hvussu nógv hevur tað kravt av farnum ættarliðum at halda einari bygd uppi? 

Umframt gerandisliga strevið, hvør tók eykatøkini og nær? 

Helst er tað áhugin fyri øllum slíkum, sum vaknar í okkum, sum vit eldast, og vit fáa virðing fyri tí, ið avrikað er. Og undrast á mangt, sum er gjørt. Vit síggja helst betur, hvussu nógv er avrikað millum ár og dag. Hvør mundi gera hetta? Nær, hví?

Somu spurningar hava trokað á hjá Óla Jákupi – eg má fáa skil á hesum. Hvussu hava røturnar greinað seg? Kunnu vit bjarga staðarnøvnunum, hvat kann eg greiða komandi ættarliðum frá?

Vit mugu sjálvandi síggja bygdina sum ein vøkstur, ið veksur eftir teimum korum og treytum, sum eru. Mangan var vøksturin seinur, og í langar øldir vóru nógvar bygdir karmar um eitt øgiliga fábroytt lív í einingi. Bøur hevur uttan iva eisini kent hetta, at dagur dettur av degi við arbeiði, føstum mynstrum og mannagongdum, siðvenjum. Og fólk hava trivist og livað, verið forelskað, havt veitsludagar og dans umframt gerandisdagin. Og vit laga okkum eftir kørmunum.

At ferðin mangan hevur verið lítil hevur gjørt, at fólk hava havt góðar stundir at sodna hvønn stakpart í tilveruni, og gjørt, at alt á sín hátt tók í hondina hvørt á øðrum, at hvør smálutur varð varðveittur í huganum. Allir hesir stakpartar, sum vit nú á døgum ikki sansa ella geva ans, tí vit hava ikki stundir. Vit missa evnini at lesa náttúruna, evnini at lesa máttin í sjónum og í luftini. Vit hava nóg illa stundir at njóta eina góða søgu, tí hon fer við ov nógvari tíð. Skalt tú hoyra hana, skalt tú helst renna og røkja teg sjálvan um somu leið. Ferðin er ov nógv, og floymurin av tíðindum og upplýsing er so ógvisligur, at hann rúmast ikki í vanligum heysum og passar ikki inn í tíðarkarmin, vit hava fingið at ráða yvir hvønn dag.

Men tá, áðrenn alt broyttist, var tað so, at hvør kneysi, hvør løkur, hvør flúrur fekk sítt navn. Kallað upp eftir teimum, ið høvdu avrikað eitthvørt, framt eitt bragd, áttu jørðina ella høvdu gjørt okkurt býtt. Tí halgimenni og lýtaleys vóru vit heldur ikki tá. Tær søgurnar hava livað og eru sodnaðar í tíðini, tá ið nógv var til av henni.

Smáu avbyrgdu eindirnar vóru samfeløg í sjálvum sær, bygdarfólkini vóru serfrøðingar í sínari bygd. Fara vit eitt sindur aftur í tíðina, lógu fólk ikki og rankaðust millum bygdirnar – eitt sindur longur aftur, og fleiri vórðu fødd har, vórðu verandi har og vórðu grivin har uttan at fara út um hagamørkini.  Hvørt eyga í hesi drúgvu binding varð varðveitt. Hvussu hvør var skyldur við hvønn, nær hetta og hatta gerðið varð velt, hvar fyrsta neystið stóð hjá tí húsinum, hvussu fylgini vórðu skipað, hvør gekk hvørja ódn, hvørjir gleðiligir og skakandi tilburðir hava sett sín dám á bygdina. Tað hava at kalla bara hesir serfrøðingarnir vitað í ættarlið eftir ættarlið. Tað er lagt niður í fólk sum Óla Jákup, sum hevur ein kunnleika um hesa bygdina, sum søgufrøðingar vanliga ikki hava, sama hvørjum fróðskaparsetri teir hava lisið á.

Tey, sum búgva í lítlari bygd, kennast, sum eingin annars kennir tey. Tey kenna uppvøkstur, lívsleið og røtur, tilburðir á lívsleiðini hvør hjá øðrum, kenna tað knoss, tað var at  lívbjarga sær, og hvussu nógv orka hevur ligið í at menna eina lítla bygd til eina eind, sum hóskar nútíðini.  Tey kenna eisini øgiliga væl slagið og lyndiseyðkenni í hvørjum einstøkum húsi. 

Bygdirnar hava verið mergurin í okkara landi, og tí eru lýsingar av bygdunum eisini so virðismiklar at hava við sær inn í framtíðina. 

Vit vita, at stakpartarnir í stóru myndini hvørva inn í tíðarfloymin, og tí mugu vit festa alt hetta á blað. Alt slíkt, sum livir í huganum á summum fólkum eina tíð, í summum ættum leingi, men umsíðir so kámast alt. Tí er bygdarsøgan so týdningarmikil.

Nú hevur Óla Jákup hegnisliga fest mangar av hesum ógviliga týðandi táttum  á blað, so teir ikki hjána burtur. 

Og tað er eitt bragd.

---

Nú fari eg at lesa eina heilsan frá  hinum vestmenninginum, Helga Jacobsen, sum ritstjórnaði tilfarið til endans saman við Óla Jákupi. 

Helgi skrivar:

Tað var seinnapartin ein oktobergráan hósdag fyri nøkrum árum síðani, at eg sat og leitaði á Landsskjalasavninum í skjølum hjá Fossaahandlinum, tá eg skrivaði Vestmanna søgu. Skjølini, eg sat við henda dagin, vóru frá 1842, og eg hugsaði um, hvussu víða handilin rakk, tí eg legði til merkis eina stóra vøruflyting til ein ávísan Zacharias Heinesen í Bø, ið eg ikki hevði hoyrt um fyrr. 

Nú eina ferð eg fari til avgreiðsluna og nevni Fossaahandilin, bíti eg merki í, at ein maður um pensjónsaldur snarar sær á. Hann sat fremst í stýriborð undir vindeyganum á lesistovuni. Eg sá beinan vegin, at bráðið var livandi og gløgt, og langt inni í kringinum lýsti eitt hválv av søgu og ættarslóð.

Hann kallaði á meg:

”Óla Jákup Guttesen, útlagin bíggjarmaður!”  

”Helgi Jacobsen, útlagin vestmenningur,” svaraði eg.

Hetta var fyrstu ferð, eg hitti byggifrøðingin Óla Jákup Guttesen, sum nú var farin undir at leggja aftur at síni vitan um fólkið og lívið í heimbygdini Bø.

”Tað var undarligt,” sigi eg. ”Tað er bara ein løta síðani, eg rendi meg í eitt skjal við vøru úr Fossaahandlinum til ein mann í Bø, sum æt Zacharias Heinesen. Kennist tú við hann?”

”Um eg kennist?!” – Andlitið lýsti av takklæti og spenningi. Og neyðugt er ikki at greiða meira frá okkara fundi á Tjóðskjalasavninum tann dagin. Síðani hava vit kenst og heilsast og onkuntíð meylað saman. Tað gjørdist fast aftur, tá ið sprotamaðurin ein dagin ringdi og fortaldi, at nú gekk Óla Jákup móti teimum áttati, og at eg var maðurin, ið skuldi stuðla útlagna bíggjarmanninum at skipa søgurnar og tættirnar úr Bø í bók til føðingardagin 8. juli. 

Henda ferðin gjøgnum tættir og brot úr Bíggjar søgu hevur verið sum eitt ævintýr, har eg havi lært nógv av høvundinum um ætt, fornar siðir, landbúnað og fiskiskap – umframt øll klípini, sum gera, at garðurin millum bø og haga sum ímynd um bygdarsøguna kann varðveitast í seyðahøgum standi.

Mangar fyrrapartar sótu vit saman. Tað snúði seg millum annað um, hvussu nógv av teimum hundraðtals skjølunum, ið Óla Jákup hevði savnað saman, skuldu við ella ikki. Um tey skuldu týðast, og hvussu tey kundu styttast og dragast saman. Einar tvær ferðir vóru vit ikki fullsamdir um, hvussu nógv av onkrum skuldi við – treyðugt so, tá ið tú situr við 400 síðum og 100.000 orðum.  

Úr tí tilfari, sum Óla Jákup hevur savnað saman, kundu fleiri bøkur verið skrivaðar. Ikki minst um áðurnevnda Zacharis Heinesen. Av øðrum verður hann stundum nevndur ein av høvdingunum í Føroyum. Hann var av framsóknastu føroyingunum miðskeiðis í 1800-talinum og bygdi saman við Struer presti tey fyrstu seyðahúsini í Føroyum til almiklan bata fyri seyðahaldið. 

Zacharias var ein av Føroya vísmonnum. Ivaðust fólk, hvat frægast var gera, spurdu tey: ”Hvat sigur Zacharias?”

Um nakað eitur ’gudrøkin kapitalistur’, so var Zacharias ein slíkur. Hann legði jørð undir seg og dró hana til bygdina eftir reinum tátíðar marknaðartreytum, og var kirkjuverji, deknur og forsangari, alt um somu tíð. Og so djúpt hevur Óla Jákup verið niðri í skjølunum, at hann í einum skifti sá, at tá ið Zacharias keypti jørð frá jomfrú Schrøter, læt hon sølupeningin til at byggja nýggja prestagarðin á Nesi.

Kanska verður næsta verkætlan Óla Jákups um Zacharias og Struer og seiggið í hesum og øðrum framburðsfólkum, ið mentu Føroyar til eitt nýmótans samfelag. ”Eg skilji ikki í dag, at vit kundu sita og práta til langt út á náttina, men vit høvdu altíð nóg mikið at snakka um,” skrivar Strúar prestur í einum brævi til Zacharias, sum verður endurgivið í bókini.

Tað finst eingin mynd av hvørki Strúar presti ella Zachariasi. Men eisini her heintaði Óla Jákup ein fong, tá ið hann fann líktaluna yvir Zacharias. Táverandi prestur í Vágum hevði verið í Mykinesi, og tá ið hann kom inn aftur, var høvdingin deyður. Í líktaluni málar hann mannin fyri okkum, so myndin av manninum gerst klár: 

”Eg minnist so væl tað síða, hvíta hárið, har krúllurnar hingu niður yvir eitt andlit, haðani sálarinnar aðal endurspeglaðist, og hvørs mildi kærleikin lýsti úr eygunum!”

Góði Óla Jákup. Tú hevur sitið við Gamaliels føtur og sogið vísdóm til tín. Sverri Fon gjørdist tann fyrsti Gamaliel – tá vart tú einans 10 ára gamal. Tað sigur nógv um týdningin av bókasavnsarbeiði miðskeiðis í hinari øldini. Stutt vil eg siga, at hesin fyrsti Gamaliel lærdi teg at fáa lív og sál burtur úr teimum skjølum, tú hevur sitið við. 

Nú sjálvur gráur um vangan gjørdist tú mín Gamaliel, har eg slapp at njóta av tínum vísdómi so mangar fyrrapartar, meðan Noomi gekk runt sum ein tænandi andi við alskyns nýbakaðum og angandi kaffi. – Og ikki minst svaraði hon til, tá ið vit umrøddu tey gomlu húskini, tí við hollari ættargransking og ótrúligum minni dugir hon mest sum alla ættarsøguna í Vágum uttanat.

Eg fari at ynskja tær, Óla Jákup, hjartaliga til lukku við bókaútgávuni. Eg vildi so fegin verið á staðnum, men dvøljist undir suðurstjørnum. 

Somuleiðis til lukku við áttatiárunum, og Noomi, til lukku við manninum – vónandi havi eg ikki sagt ’manga takk’ fyri seinastu ferð. Hugnið tykkum, hetta er tykkara dagur.

Blíðar heilsur Helgi

---

Nú fara vit Sonja og Helgi enn eina ferð at ynskja tykkum til lukku við degnum – takka tykkum hjartaliga fyri allar tær góðu løturnar, og vit vóna, at bíggjarfólk fara at fáa nógva gleði av avrikinum. 

Tí eitt skalt tú vita, Óla Jákup – slíkt avrik avrikar ikki ein og hvør. 

Petur Jakku Sigvardsen sigur í yrkingini “Um veturnætur”.

Og úti blæsur tráur norðanvindur

men kvirrur stendur kavataktur tindur

hann sær, at siðir skifta, slektir fara

men fáur flytir førning millum varða

 

Við hesum verkinum hevur tú flutt førning millum varða, Óla Jákup.

Túsund takk fyri tað, og túsund tøkk fyri, at vit sluppu at vera við ein tein á ferðini.

 

10.07.2022
Sprotin
Bókaprát, Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?