Fylg sjóvarfallinum

Henda verður á marknaðinum tann 15. apríl. Framløga týsdagin 22. apríl kl. 17 á bókasavninum við Løkin.

13.04.2025
Sprotin
Bókaprát

Konrad Rasmussen er sum ungur rýmdur úr Føroyum og finnur eftir drúgva ferð um hálvan knøttin friðskjól á Norðuroynni í Nýsælandi og fer í vinnu hjá viðgitna (og illa gitna) dananum Monradi bispi. Konrad er bæði gávaður og bráðlyndur, og lesarar kenna hann aftur frá mínum fyrru Denni­ston skaldsøgum sum Con the Brake. Hann má viðurkenna, at fortíðini sleppur hann ikki undan. 

Hetta er søga Konrads og søgan hjá óvanligu donsku/māori kvinnuni Anahuiu. Hetta er søga um nýggj lond og gamlar sagnir, um sjóferðir og kríggj og leitan eftir kærleika. Hon er eisini søgan um Føroyar í 1860-árunum og um fyrstu sambondini ímillum Danmark og Nýsæland.    

Í Fylg sjóvarfallinum berjist frælsi andin við máttin, sum er í siðvenjum bæði í Føroyum og í Nýsælandi/Aotearoa. Eg vóni, at føroysku lesararnir fara at síggja líkskapin millum sambondini við Danmark og tey sambond, Māori ættar­bólkarnir høvdu við ensku búreisingarnar.

13.04.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…