Baard Henriksen

Havbókin

Morten Andreas Strøksnes (føddur 1965) er norskur hugmyndafrøðingur, journalistur, fotografur og høvundur. Eftir at hava lisið í Oslo og Cambridge fór hann at arbeiða sum ritstjóri og journalistur. Hann hevur skrivað frásagnir, ritroyndir og ummæli. Hann hevur givið út 10 bøkur og verið við í mongum øðrum.   

27.02.2025
Sprotin
Bókaprát

Havbókin – ella snildin at fiska ein risaháv í einum gummibáti kom út á heysti 2015, og hann fekk Brage-heiðurslønina fyri verkið. 

Bókin skiftir millum frásøgn og ritroynd og greiðir frá, hvussu mytologi, mentanarsøga og vísindasøga hava lýst havið upp gjøgnum øldirnar.

Havbókin

Vit góvu hesa framúr góðu bókina út í 2021 og í morgin fríggjadagin 28 jan. kl 17 fer høvundurin Morten Strøksvik at práta við Ivan Niclasen um Havbókina á Býarbókasavninum.  

Bókin er um lívið í sjónum og fram við sjónum í Lofoten og annars fram við hesari óendaliga longu strondini, sum er Noreg. Bókin osar av áræði og lívshugi.

Tær ferðafrásagnir, ið Morten Strøksvik hevur skrivað, hava snúð seg um ein mann, ið ger ferð út í myrkrið og tað ókenda, sum í roynd og veru er hann á kanningarferð í sínum egnu sál. Tað eru áhugaverdar søgur, men hesa ferð tekur hann brókartak við øgiligan mátt. Havið og veðrið.

Søgan er í stuttum henda:

Tveir vinmenn fara á flot saman. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. 

Teir eru eydnuríkir, og teir eru á veiðuferð eftir tí ómøguliga. 

Meðan teir bíða – mangar og langar løtur allar ársins tíðir – siga teir søgur um hákellingar, greina lívið í sjónum, hugleiða um stórt og smátt, tosa um sjógransking, vísindaligar hetjur, yrkjarar, listafólk, endaleysa stjørnuhimmalin og havdýpið undir okkum – upphavið til alt. 

Men kortini mest um hákellingina. 

Leivdin frá fornari tíð, sum kann gerast fleiri hundrað ára gomul, kann viga eitt tons, við eygum, ið eru full av sníkum, sum fáa tey at loga grøn i myrkrinum, sum hevur so eitrað kjøt, at menn verða hávafullir, eta teir av tí. 

Bókin verður hámett sum ein tann allarbesta norska sakprosabókin. 

Kom oman á Býarbókasavnið fríggjadagin 28. juni kl. 17 og hoyr høvundin greiða frá.

27.02.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?