Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív
Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggjar ógviliga ymiskar nýggjar bøkur fram aftur við tónleiki frá Jazzygold.
Marianna Hoydal og Arnbjørn Ó. Dalsgarð skifta orð um at týða skaldskap til føroyskt. Grundarlagið er nýggja útgávan Søgur úr latínamerika. Eitt savn við søgum eftir kendastu latínamerisku høvundunum, sum Marianna hevur týtt.
Kristin Vestergaard fer at siga frá nýggju bókini, hann hevur skrivað um miðgerðarmenninar á Øgrum. Hesar frílyntu og framtakshugaðu menninar – sum umframt áttu skaldagávur og skemtilyndi.
Kristin, sum er søgufrøðingur, fer at greiða frá nýggju bókini.
Steðgur
Svanna Jákupsdóttir og Dorit Hansen skifta orð um slóðbrótandi yrkingasavnið Yvir um ferð, sum Svanna hevur skrivað.
Savnið er um tað, sum definerar kvinnuna og mangan verður tagt burtur. Slíkt sum kenslur, kynslív, mánaringrás og endaleysar endurtøkur.
Kvøldið byrjar og endar við tónleiki frá Jazzygold.
Barrin er opin og har fæst kaffi, te, øl og vín. Fá tær upp í koppin ella glasið, hall teg afturá og njót løtuna. Bøkurnar eru til keyps fyri sámuligan prís.
Sprotin og Reinsaríið