Tær góvu lív

Fólk, ið doyggja, liva í minninum á teimum, ið eftir sita. Tey koma á sín hátt til lívs aftur, tá ið tosað verður um tey, tá ið fólk práta og minnast í felag. Men leingi var eisini góðtikið, at fekk einhvør ein serliga syndarligan deyða, varð ikki tosað um tað. Tann, ið farin var, varð varðveittur í minninum hjá tí einstaka, men viðkomandi kom ikki til lívs í prátinum millum fólk.

10.06.2024
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Konurnar, ið doyðu í barnsferð, góvu lív og hvurvu í tøgnini. Sorgin var so ógvislig, at tann deyða mamman varð ikki tikin upp á tungu og livdi sostatt bara eftir í tí einstaka sinninum. Ikki í felagsminninum. Hon doyði í barsilssong. 

Tað vóru lagnur, sum vórðu vavdar inn í tøgn og sálarløstir.

Rigmor Dam fekk áhuga fyri hesum evninum - kvinnur, sum lótu lív í barsilssong -, fyri einum 20 árum síðan. 

– Ein kvinna fortaldi mær um ommu sína, sum doyði frá fleiri børnum fyrst í farnu øld, og hvussu tað hevði ávirkað familjuna í fleiri ættarlið. Børnini vórðu sett út til onnur til fosturs og mistu sambandið sínámillum, og enn í dag var familjan ikki komin til sættis við sorgina. Hendingin hevði hingið sum eitt myrkt skýggj yvir øllum systkinunum. Tí ongin segði nakað. Mamman bleiv bara tagd burtur.

Ein onnur segði: – Tá ið vermóðir bleiv dement, fór hon fyri fyrstu ferð at tosa um, hvussu tað var, tá ið mamman hennara doyði frá øllum børnunum. Hon hevði ongantíð nevnt tað fyrr.

Nú á døgum verður hildið, at fimti hvør barnsburður fær onkra professionella hjálp. Tí er ikki løgið, at barnsferð var vandaferð í tíðini, tá ið reinførið var eitt annað, og eingin serlig viðgerð var at fáa.

Nógv vendu sær til mín, tá ið eg lýsti eftir fólki til verkætlanina. Avmarkingar vóru á uppgávuni, so alt kom ikki við, kortini haldi eg, at fevnir søgan breitt. Ofta fingu hesar kvinnur bara tað eftirmæli, at hon doyði barsilssong. Serliga var tað henda tøgnin, sum vakti tann áhuga, Rigmor fekk fyri málinum. 

– Henda  tøgnmentan hevur altíð eyðkent partar av kvinnulívinum, ikki minst kynslív, kenslulív og føðing. Gátuføra kvinnuuniversið hevur mentanarliga verið umgirt av tøgn, synd, skomm og yvirtrúgv. 

– Tí helt eg tað vera áhugavert at fáa greiði á, hvat hesin partur av søgu okkara veruliga snúði seg um. 

Endin varð, at Rigmor tók eina masterútbúgving í søgu á setrinum, evnið í høvuðsritgerðini var Barsilsdeyði í Føroyum, og kannað varð, hvussu læknarnir lýstu og handfóru barsilsdeyða í Føroyum seinna partin av 19. øld.

Og tað skerst ikki burtur, at her eru viðurskifti, ið stundum fáa teg at nøtra. Til dømis ein setningur sum hesin: 

– Tað verður sagt, at líkklæðini lógu klár, bæði til móður og barn, tá ið kvinna fór á soppin. 

- Nógv vendu sær til mín, tá ið eg lýsti eftir fólki til verkætlanina. Avmarkingar vóru á uppgávuni, so alt kom ikki við, kortini haldi eg, at fevnir søgan breitt. Tað hevur verið hugfangandi at práta við familjurnar, sum søgdu sína søgu. Løgið var tað, hvussu ymiskar og tó so líkar søgurnar og umstøðurnar vóru. Ikki minst, hvussu ymist vit reagera og handfara sorg. Felags fyri søgurnar er tó, at sárini níva enn eftirkomarar – ikki bara av tí sum hendi, men í fleiri førum, tí ongin segði nakað. Tøgnin gjørdist  sálarligur snuddur, sum hevur gingið í arv. Hetta er arvað sorg. Tað er vælkent fyribrigdi, at ógvusligir sálarløstir kunnu liva í fleiri ættarlið, tí ættin ber ein loynidóm, sum ongin tosar um.

- Minnissamrøður sum hesar verða ofta brúktar til at siga søguna um tey sonevndu søguleysu, sum ikki løgdu keldur eftir seg, ella um viðurskifti, sum hava verið umgird av tøgn og tabu.

Bókin verður løgd fram í Reinsarínum í Havn 14. juni kl. 20.00

Dorit Hansen tosar við Rigmor um bókina. Ása Helena Brynjarsdóttir gevur okkum tónleikin.

Bókin verður seld fyri serprís tað kvøldið.

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin. Kom og lurta eftir hesum hjartanemandi søgunum. Kaffi, vín og øl fæst í barrini.

10.06.2024
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við…
Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”…
Bókaprát

Yvir um ferð

Svanna Jákupsdóttir, sum áður hevur givið út yrkingasavnið "Oyðilendi" kemur nú út øðrum savninum, sum ber heitið: Yvir um ferð.
Orð og tónar

Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggj…