ORÐ & TÓNAR 19. september kl. 20

Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd

Nakað stórvegis broytt í túsund ár? Kom oman á Reinsaríið tann 19. sept. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tvær nýggjar bøkur fram aftur við tónleiki frá FRUM.

03.09.2024
Sprotin
Orð og tónar

Katrin Ottarsdóttir og Bergur Djurhuus Hansen skifta orð um seinasta stuttsøgusavn hennara 7-søgur, sum lýsa serligar tilverur á mótinum millum veruleika og hugflog. Øll eru stødd í støðum, tey vilja loysa seg úr. 

Søgurnar lýsa raffineraðan fanansskap, sum verður avdúkaður av óvart. Fólk, sum vantrívast í parlagi, konufólk, ið jagstra vakurleikan við botox, lívstrá, ið ikki vil doyggja, hóast kroppurin følnar, og um ta nøtrandi hevndina hjá forsmáddu konuni.

Eitt stak væl skrivað og hugskakandi stuttsøgusavn.

Tim Ecott og Óluva Zachariasen tosa um at gera Føroyinga søgu um til skaldsøgu.

Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin er fyrst og fremst ein ungdómsskaldsøga. Bókin blæsir nýtt lív okkara gomlu Føroyinga søgu og hevur í hyggju at leggja søguna fyri ein nýggjan lesaraskara, kveikja lív í fólkini og umhvørvið í søguni um Sigmund Brestisson og systkinabarn hansara og teirra hendingaríku lívsleið.

Tim Ecott letur Sigmund, Tórð og Trónd siga hvør sína søgu og roynir á tann hátt at umboða ymsu sjónarhornini í søguni fyri at vísa á, at báðar síður hava rætt, hvør á sín hátt, og letur lesaran síggja, hvussu torgreint málið í roynd og veru hevur verið. 

Áhugavert at síggja, hvussu skaldsøga verður evnað burtur úr okkara egnu fornu søgu.

Kvøldið byrjar og endar við tónleiki frá FRUM.

Barrin er opin og har fæst kaffi, te, øl og vín. Fá tær upp í koppin ella glasið, hall teg afturá og njót løtuna. Bøkurnar eru til keyps fyri sámuliga prís.

Sprotin og Reinsaríið

03.09.2024
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?