Ein heilsan til føroysku lesararnar frá Jenny Pattrick
Hvussu barst tað á, at eg fór at skriva Fylg sjóvarfallinum?
Tá ið hevði skrivað skaldsøgurnar The Denniston Rose og Heart of Coal, segði forleggjarin við meg: ‘Eg dugi ikki at hugsa mær, at vit nú sleppa Con the Brake’. Tað fekk meg at hugsa. Eg vildi so fegin skriva um tað, sum búði í fólki, sum flutti til Nýsælands úr Evropa – sum er ein long og hættislig ferð. Tað barst mær fyri, at har man hava verið ævintýrahugur og skapandi lyndi í mongum teirra, ið kvettu við heim og gamlar siðvenjur.
Con var litríki “brakesman” í mínum kolanámsskaldsøgum. Hann hóskaði væl til tann karakterin, eg leitaði eftir. Eg hevði givið honum eina fortíð, sum var eitt loyndarmál, og hevði ongantíð eftirkannað (í fyrru skaldsøgunum), hvør fortíðin mundi vera. Í mínum huga var hann norðurlendingur. Eg havi einki samband við Norðurlond, men vinkona mín hevði. Hon skeyt upp, at eg skuldi skriva um forfaðir hennara Monrad biskup, sum var komin til Nýsælands í 1860-árunum. Hon gav mær fleiri góðar bøkur um hann.
Hvussu skuldi eg seta mín hugsaða karakter Con saman við tann søguliga fyrrverandi forsætismálaráðharran í Danmark?
Eg fór at granska danska søgu.
Aftast í hesum søgubókum var vanliga eitt lítið brot um føroyska søgu. Eg varð hugtikin av tí, eg las har. At syngja hevur altíð havt stóran týdning í okkara ætt – maður mín var sanglærari – og munnliga siðvenjan við føroyskum kvæðum, tey mongu ørindini, dansurin og siðvenjan at bera sangin inn í næsta ættarlið, tað svaraði aftur í mær. Tað var eisini tann áhugaverdi líkskapurin við munnligar Māori siðvenjur, og hvussu te reo Māori eina tíð var í vanda fyri at verða mist. Eg gjørdi av, at Con the Brake skuldi vera Konrad Rasmussen, ein kvæðakempa úr Føroyum.
Og so fór eg undir at bregda – royndi at fáa tíðarfestingar og tíðina at passa. Hetta mátti vera, tá ið Konrad var ungur. Eitt tíðarskeið, tá ið Týskland hertók Danmark; tá ið vanlukkuliga kríggið (sæð úr donskum sjónarhorni) endaði við, at Monrad varð noyddur at fara frá sum forsætismálaráðharri, og fekk hann at fara við skipi til Nýsælands at fáa sær eitt nýtt lív har.
At fáa Konrad at passa inn í veruligu søguna hevði sínar avbjóðingar, men tað var stuttligt. Kanningararbeiðið fevndi um tvey kríggj um somu tíð – tey andstyggiligu kríggini um jørðina millum Māori og hvít niðursetufólk í 1860-árunum í Nýsælandi, og týsku hertøkuna av donsku landspørtunum Slesvík og Holstein.
Tá ið eg var liðug við fyrsta útkast av Catching the Current, visti eg, at áðrenn eg helt fram, mátti eg gera eina ferð til Føroyar. Fotomyndir á netinum vóru ikki nóg mikið. Eg mátti sleppa at ganga har, hitta fólk, anda luftina í meg. Eg sendi teldubræv til ein bústað, eg fann á netinum, hjá føroyska ferðavinnufelagnum. Og ivaðist, um eg mundi fara at fáa svar. Mundu tey duga enskt?
Dagin eftir kom svar frá tí frágerða fitta John Eysturoy. Jú, hann vildi hjálpa okkum. Hann skuldi geva sær stundir at fara kring oyggjarnar við okkum. Send okkum bara ein lista, segði hann, um støðini og søguna, eg vildi sleppa at kanna. Og hann helt orð. Maður mín og eg komu við flogfari úr Keypmannahavn, og John tók ímóti okkum í Havn. Vit sóu hús við flagtekju og hugtakandi listasavnið, gingu upp um fjøll við ongum trøum og seyði (ógviliga nógv øðrvísi enn nýsælendskur), sum gekk leysur á beiti. Vit prátaðu við fólk. Eitt minniligt kvøld fór John við okkum inn í eini hús, har fólk kvóðu og dansaðu føroyskan dans. Vit fóru uppí, tóku undir armin á fólki, dansaðu og royndu at læra okkum niðurlagið. What a thrill!
Einaferð peikaði eg yvir á eina grannaoyggj og spurdi John, um ein einsamallur maður kundi rógva tann teinin. Var noydd at eftirkanna, um drongurin í mínari søgu kundi gera akkurát tað. Ja, tað er bara at fara við sjóvarfallinum. So haðan stavar heitið á bókini.
Nakað seinni komu John og kona hansara til Nýsælands, og vit sluppu at vera vertir í okkara landi. John filmaði eitt viðtal við meg at hava við sær heim. Eg veit ikki, um tað framvegis er til. Eina aðra ferð, meðan eg helt ein lítlan fyrilestur á einum lítlum bókasavni, hvør troppaði upp? Dánjal Petur! Vorðið sum tilvild! Dánjal Petur var og vitjaði dóttrina, sum var í Nýsælandi. Dóttirin hevði verið har sum AFS-studentur áður og var nú komin aftur á slóðina. Hon hevði givið pápanum "Catching the Current" – hann hevði eisini lisið alt tríverkið.
Vit vóru av tilvildum í somu bygd um somu tíð. Vit fingu okkum sjálvandi eitt gott prát, og hann segði mær, at hann var farin undir at týða bókina. Ætlaði at savna seg um verkið, tá ið hann fór frá sum lærari.
Mínar flestu skaldsøgur eru um søguligar tilburðir, allar fyri ein part settar í samband við søguna hjá Aotearoa – navnið, mong okkara kalla Nýsæland nú á døgum. Men føroyska sambandið og søgan um Konrad Rasmussen er mín yndissøga.
Eg kenni inniliga heiðurin um, at Dánjal Petur hevur flutt míni orð yvir í føroyskt. Tað var bæði stórt og drúgt arbeiði. Eg takki Jonhardi Mikkelsen á Sprotanum fyri at taka undir við hesi søguligu verkætlan. Eg eri vís í, at eingin annar høvundur úr Aotearoa hevur havt ta gleði at fáa verk sítt týtt til so serstakt mál.
Nga mihinui. Arohanui. (Hjartans heilsan. Nógvur kærleiki.)
Jenny Pattrick


