Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini

Kom oman á Reinsaríið tann 22. august og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki saman við Una Arge, Oddfríði M. Rasmussen, Marnu Jacobsen og tónleiki frá Líggjasi Olsen.  

13.08.2024
Sprotin
Orð og tónar

Veðursjúkur

At vera veðursjúkur er einki óvanligt um okkara leiðir.

Men at veðrið er vorðið sjúkt, tað er óvanligt.

At veðrið ávirkar lagið á menniskjum er vanligt og ikki ræðandi.

At veðurlagið er vorðið so ávirkað og avlagað av okkum menniskjum, er ræðandi.

At liggjandi illverður ávirkar alt og øll er gamalt og ikki ræðandi.

At vit sama dag frætta í tíðundum um skriðulop, skógareldar, flóð, skerping, sjóhitabylgjur og stoytandi vatnbreytir uppi yvir okkum var ikki gamalt, og tað er ræðandi.

Uni hevur skrivað eina einastandandi hugfangandi hugleiðing um sambandið millum fólk og veður, millum sinnalag og illsinni í hesum báðum samvirkandi pørtum.

Upp eftir enda  

Nýggja stuttsøgusavnið eftir Oddfríð M. Rasmussen viðger í høvuðsheitum tey, ið liva á lívsins skuggasíðu.

Menniskju, sum onkursvegna eru steðgað upp, eru læst av fordómum og umhvørvi, har menningin tykist strandað. Ymist, ið ikki var við í lívsætlanini. 

Hann lýsir tey, ið sjáldan fáa talutíð, og sum færri skilja. Hvørt við sínum lýtum og einsemi í einum samfelag, har fólk vita av hvør øðrum, sneytast og eru illgrunasom. Har er trupult at bjóða normum og fordómum av, og ilt at gera nakað við tann sosiala arvin.

Høvundurin lovar okkum at lúra inn í gerandisdagin hjá hesum vanligu menniskjum, sum onkursvegna eru kollsigld. Liva við brostnum dreymum, miseydnaðum ætlanum og kølnaðum lívi og finna ikki leið burtur úr høpisloysinum, einseminum í tvíseminum og tí kølnaða kærleikanum.

Kvøldið byrjar og endar við tónleiki frá Líggjasi Olsen.

...

Kom til eitt gott bókaprát og góðar tónar á Reinsarínum hóskvøldið 22. august kl. 20.00.

Bøkurnar fáast til keyps – 200 kr eintakið.

Barrin er opin, og har fæst kaffi, te, øl og vín. Fá tær upp í koppin ella glasið, hall teg afturá og njót løtuna.

Sprotin og Reinsaríið

13.08.2024
Sprotin
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?