Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi

Talan er um eina bókagreipu, sum kom út í Íslandi í fjør vetur, og sum hevur fingið serstakliga góð ummæli. Martin Næs hevur enn eina ferð týtt yrkingar eftir Gyrðir Elíasson, og hann rakar plett.

02.09.2024
Sprotin
Bókaprát

Gyrðir Elíasson er ein av teimum best dámdu og viðurkendastu høvundunum í Íslandi.

Hann vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2011 fyri stuttsøgusavnið “Millum trøini”. Høvundaverk hansara fevnir um ymisk skaldskaparsløg og viðger mangan gerandisdagin, tá ið hann riðar á eggini millum dreym og hugflog, har lív og deyði virka sínámillum. 

Stuttorðaður sigur hann søgur frá markinum millum tað, vit síggja, og tað, vit bara hóma og ána. Ljómbotnurin er íslendska náttúran, sum ofta er karmurin um søgurnar, sum hava tann lítla mannin sum høvuðspersón.

Í kendu bókmentasendingini Kiljan 23. november 2023 vórðu bøkurnar umrøddar. Tær fingu bestu ummæli, ið hugsast kann. Bøkurnar báðar umboða tindin í íslendskari yrkingalist, varð sagt, og enntá varð róð framundir, at Gyrðir helst er Nobel heiðurslønarevni.

Martin Næs, sum hevur gjørt hol í sjógv við sínum mongu týðingum úr íslendskum saman við konu síni Tóru, hevur serliga góðan ans fyri hesum skaldskapi, sum hann so leikandi lætt flytur yvir í okkara mál. 

Gleðið tykkum til upplivingina.  

02.09.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?