Til lukku, Heðin!
Heðin M. Klein er 75 ár í dag
Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týddum yrkingum, ið kemur út í dag og nevnist: "Blomstrini sova í vindeyganum".
SUM HØGT Í KLETTIN
Jógvan Isaksen
Seinast í 1960'unum høvdu tey í útvarpinum eina nógv umhildna spurnarkapping, har luttakararnir fingu spurningar í einum evni, hesi sjálvi høvdu valt. Eitt kvøldið var tað føroyskur lyrikkur, og luttakarin var ein ungur læraraskúlanæmingur, sum sýndi, at hann hevði eina stóra vitan á hesum øki. Læraraskúlanæmingurin var Heðin Klein, sum vælnøgdur kundi fara úr útvarpsstovuni, tí hann svaraði øllum spurningum lýtaleyst. Minnist, at eg sat sum undir lestri, tí eg hevði stóran áhuga í bókmentum, men hevði um somu tíð rættiliga avmarkaða vitan um føroyskar yrkingar. Tá ið Býarbókasavnið stutt aftan á læt upp, arbeiddi eg har, og javnan kom ein ungur maður á gátt og lænti at kalla bara yrkingasøvn. Tað var avgjørt ikki vanligt, men hesin maðurin var heldur ikki nakar miðallánari, hetta var tann lyrikkøni Heðin Klein.
Heðin Klein (1950) er uppvaksin við Gjógv, útbúgvin lærari, var í starvi á Sandi 1972-1983 og síðani í Havn. Fór sum blaðungur upp í politikk og kom sum 24 ára gamal í løgtingið fyri tjóðveldisflokkin og bleiv nøkur ár seinni landstýrismaður. Árini 1998-2006 var hann leiðari av Skúlabókagrunninum. Tað tykjast at vera tríggjar høvuðslindir í lívinum hjá Heðini: skaldskapur, politikkur og skúlaskapur. Hesar lindirnar líkasum umskarast og hava skiftandi týdning gjøgnum hansara lív, men allar eru har øll árini.
MÁLFØRLEIKI
Regin Dahl er gitin fyri teir sjáldsomu titlarnar á sínum yrkingasøvnum, men eisini aðrir føroyskir høvundar royna seg í hesi ítrótt. Heðin Klein er ein teirra, og fyrsta savnið hjá honum hevði tað tølandi heitið Væmingar og vaggandi gjálv (1969). Tann stevfasti tittulin fór líkasum beint niður í dulvitið, samstundis sum eg ikki rættiliga skilti týdningin. Eg visti ikki, hvat ein "væmingur" var, og hóast "vaggandi gjálv" veittu mær eina hóming, hvar á leið tað fyrsta orðið hevði heima, so mátti eg leita mær hjálp í orðabókini. Hendan segði mær, at ein væmingur merkti, at eitt vet var eftir av onkrum, og at hugtakið einahelst bleiv brúkt í sambandi við rák. Í fyrstani ivaðist eg eitt sindur í, um yrkingarnar søgdu frá ferðum á floti, kanska eitt endurljóð av Sjómansrímunum hjá Hans Andriasi Djurhuus? Tá ið eg las yrkingarnar gjørdist tað skjótt greitt, at bæði væmingarnir og tey vaggandi gjálvini vóru myndamál, ið speglaðu samsvarandi røringum í huganum. Tað var eisini eyðsæð, at yrkjarin var stak búgvin, og at hann hevði eitt óvanligt næmi at handfara føroyska málið. Temuni í yrkingunum vóru ein lýsing av samhoyri við natúruna og ein longsul eftir kvinnuni, og hvat hetta kundi hava við sær. Umframt egnar yrkingar var ein røð av týðingum eftir Nis Petersen í savninum, og ein einstøk við íblástri frá Jens August Schade. Longu her ger Heðin Klein vart við seg sum týðari, og hann hevur til í dag gjørt eina rúgvu av týðingum eftir yrkjarar, sum hann onkursvegna kennir seg í ætt við.
AT VERA VIRKIN
Tað ganga 14 ár innan annað savnið, Strandvarp, kemur út í 1983, og orsøkin er uttan iva, at tey politisku álitisstørvini saman við gerandisdegnum sum lærari ikki hava veitt Heðini Klein nógvar løtir at takast við skaldskapin. Yrkingarnar í hesum savninum eru sum heild stuttar, og eitt høvuðsrák í teimum er eitt "eg" mótvegis umheiminum, og henda andstøðan kann kámast burtur, við at tú tekur umhvørvið til tín, við at tú gert tað til ein part av tær. Meginútsøgnin er, at tú mást sjálvur taka virknan lut í, hvussu skepnan skal laga seg.
Søvnini, sum koma hesum á baki hava øll ikki sørt forvitnisligar titlar: Ljóðsins ljóð (1985), Veggjagrøs (1994), Móti tøgnini (2004), Vatnskorpur fyri tøgnina (2012). Samansetingin av hálvavegna lítillátnum heitum við titlum, ið nærkast herrópum, fær kanska onkran at hugsa, at her snýr tað seg um ein blanding av ritroyndum, sum høvundurin umber seg at leggja fyri lesaran, og politiskum tekstum, sum skulu rópast út um geilar. Soleiðis er tað als ikki, tvørturímóti er innihaldið í hesum søvnum í mangar mátar fullborið, og málið er sum høgt í klettin. Evnini at eygleiða lív og natúru og so tað einastandandi málsliga hegnið er sermerkt gjøgnum allan skaldskapin hjá Heðini, og er eisini støði undir hansara mongu týðingum eftir eitt nú Nis Petersen, Olav H. Hauge, Paul Celan, Stein Steinarr, Inger Nelly Sachs og nú seinast Emily Dickinson.
RANNSÓKNARFERÐ
Tey seinnu árini er Heðin Klein farin inn ella út á eina kanningarrás. Tað orðið (2015, víðkað 2020) upp á 83 blaðsíður er ein long yrking, og sum skaldið sjálvur sigur, man hon, tá ið kvæðini eru frá, vera ein hin longsta, sum er upprunayrkt á føroyskum. Tað er ein rannsókn at finna akkurát "tað orðið", sum passar og er í samljóði við tað, sum lýsast skal. Yrkingin er í ætt við Úr sjón og úr minni (1978) eftir Chr. Matras, sum eisini er ein kanningarferð at leita upp kjarnan í skaldskapi. Somuleiðis er yrkingin Orðini í savninum Líkasum (1985) eftir Róa Patursson ikki fjar.
Savnið Mær er so ymiskt (2019) er í einum listinlærdum bygnaði, har orðið "tað" gongur aftur og kann lesast sum orðið ella orðini, ið á allar líkligar og ólíkligar mátar gera vart við seg. Savnið er eitt spennandi og øðrvísi savn í føroyskum høpi. Eitt savn, sum lesarin kann lesa umaftur og umaftur og blíva við at finna nýggj brigdir í. Tað er ikki óhugsandi, at ein partur av íblástrinum stavar frá savninum det (1969), sum gitna danska skaldið Inger Christensen læt úr hondum. Heðin Klein hevur týtt hendinga yrking eftir hesa somu kvinnu.
Yrkingarnar í Millum blundirnar við undirtitlinum krúnuljóð (2021) snúgva seg í høvuðsheitum um koronaskeiðið og eru merktar av ótryggleika. Uppsetingin er aloftast vertikal, sum stuðlar uppundir eina stokkuta rytmu, ið dregur óvissuna fram. Gjøgnum alt savnið tykist deyðin at vera í hølunum á egnum, men seinasta yrkingin Góða nátt tekur uggandi samanum, at tað er ymiskt, vit ikki ráða yvir sum til dømis, at vit øll skulu doyggja.
HANN FLØVAR SEG VIÐ MINNINI
Fyribils seinasta savnið hjá Heðini Klein kom várið 2024 og hevur tann hastandi tittulin Vit skulu upp og avstað. Tann skundan, sum er so eyðkend í nútímans samfelagnum, verður drigin fram. Vit hava so brátt um, at vit hava ikki stundir at hugsa okkum um. Millum eksistentiellar spurningar um tilveruna standa yrkingar, sum hálova natúruni og alheiminum, og tað má sigast at vera klassiskir Heðin Klein tekstir. Hóast døkkir partar av tilveruni javnan verða umrøddir í savninum, so er tað ikki pessimistiskt, men á tremur av gleði um minnir frá uppvøkstrinum og í fragdina um tað ævinliga suðandi grasið.
Longu við fyrsta yrkingasavninum vísti Heðin Klein, at her trein ein at kalla fullfíggjaður lyrikari fram, og síðani hevur hann við sínum yrkingum prógvað, at soleiðis var. Tað óvanliga við yrkingasøvnunum eftir Heðin Klein er, at tey ikki vikna, so hvørt sum høvundurin eldist, men tvørturímóti styrkna og blíva enn meira spennandi enn áður. Eg kann bara koma í tankar um ein føroyskan høvund, sum eisini skrivaði betri og betri bøkur, sum árini liðu, og hann eldist, og tað er William Heinesen.
Jógvan Isaksen