Carl á Lag

Vegghamar - út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnará, sum hevði stóra framsýning av verkum eftir Vegghamar fyrr í mánaðinum. Umframt bóklingin ber til at keypa plakatir av fleiri av verkunum eftir Arnold vegghamar.

07.03.2025
Sprotin
Bókaprát

Brot úr grein eftir Líggjas í Bø

---

Arnold var ógvuliga viðkvæmur, og tað var ikki altíð so lætt hjá honum. Sum heild var tað mangan harður og einsligur róður hjá honum.

Lívið lagar seg so ymiskt hjá monnum. Hjá summum tykist tað, sum at lívið alt er sum eitt spæl, hjá øðrum er tað munandi torførari. Janus skald yrkir onkustaðni um tær báðar ymisku lívsleiðirnar:

... ein liggur leiðin í neðra, har alt er lagaligt og lætt, mong eru at fylgjast við, og har tað er í yvirflóð av øllum møguligum góðum at njóta. Mong fara tann vegin …

Og so er tað hin leiðin:

„Ein liggur leiðin í erva,
illgongt har er,
og fátt er til matna.
– Ta leið gingu teir, sum søguna skaptu!“

Her ljóðar tað næstan, sum at tú kanst sjálvur gera av, um tað skal verða niðara ella ovara gøtan. Men soleiðis er tað ikki hjá øllum. Og soleiðis hevur tað vissuliga ikki verið hjá Arnoldi.

Hugurin til skapandi virksemi hevur altíð ligið í honum. Hann teknaði nógv, tá ið hann gekk í skúla. Og tí helt hann á við. Og hann byrjaði so eisini at mála myndir.

Tað er so nógv, sum berjist í ungum fólki – og sum vil sleppa út. Summi lata við seg koma við tónleiki, onnur við skaldskapi o.ø. Og so eru tað tey, sum fáa boðskap sín fram við máling og litum: listamálararnir.

Tú ert føddur við gávunum, men tú mást sjálvur læra teg kynstrið at nýta tær.

Tú mást hava ein samleika – ein persónleika, og tú mást sjálvur hava okkurt upp á hjarta. Arnold hevði bæði, og hann hevði øll myndevnini uttan um seg.

Arnold teknaði dúgliga sum smádrongur og var ungur, tá ið hann fór at mála.

 

Viðareiði, 1978

 

So fór hann niður til Danmarkar at læra til gull- og silvursmið. Í hesum ørindum var hann í Danmark í fimm ár – frá 1961 til 1966. Bara ta einu ferðina gjørdi hann heim at ferðast í hesum tíðarskeiði.

Afturkomin til Føroya í 1966 setti hann seg niður í Havn, og har var hann so tey næstu 22 árini. Hann hevði egið verkstað, har hann evnaði skreytlutir úr gulli, silvuri, íbinviði og hvalatonnum.

Orsøkin til, at hann búsettist í Havn, var, at har var størsti marknaðurin, og rættiliga væl gekst hjá honum at selja.

Men havnarmaður gjørdist hann ongantíð. Hann tráaði altíð til heimbygdina, og sannleikin er tann, at hesi 22 árini, hann búði í Havn, var hann minst líka nógv norðuri á Viðareiði, sum hann var har suðuri. Arnold bygdi sær hús á Viðareiði.

 

Tað gamla í Eiðsvík, 2024

 

Í fyrstuni herma listafólk stundum eftir fyrimyndum, men tað, sum um ræður, er at finna sítt egna stev. Og tað hevði Arnold gjørt, tá ið vit koma fram til umleið 1970.

Arnold hevur altíð verið ein rættiliga einsamallur maður, hevur ikki samskift so nógv við onnur listafólk og hevur ikki latið seg ávirka lættliga av øðrum.

Nei, hann hevur brotið upp úr nýggjum og sjálvur slóðað fyri. Ikki soleiðis at skilja, at hann er  mannafíggindaligur, tað er tvørturímóti.

Sagt verður, at hvør fuglur syngur við sínum nevi. Hetta kann í serligan mun sigast um Arnold Vegghamar.

Sjálvsmynd, 1959. Ogn: Listasavn FøroyaTey lærdu siga, at á onkran hátt minnir Arnold um van Gogh og eisini um fronsku impressionistarnar.

Men samanumtikið má sigast, at tað ber ikki til at seta hann í nakran bás, tí hann er so sjáldsamur. Hann er einastandandi og kemur ikki í bland við nakran annan í øllum heiminum.

Myndir hansara eru farnar víða um lond – um nøkur er endað í Kina, veit eg ikki.

Men um so var, at ein av myndum hansara hekk uppi á bróstinum í Fólksins stóru høll í Peking í Kina, og tú komst inn har – og visti av ongum frammanundan – so ivaðist tú ikki eitt sekund í, at hetta var Vegghamar!

Tað er ein stórur listamaður og ein fullblóðsviðingur, vit hava við at gera her. Arnold er ein kappi í føroyska listaheiminum!

Fyri øll okkum onnur – ja, fyri føroysku tjóðina – var tað sera heppið, at Arnold valdi listina. Avrik hansara verður partur av andaliga tjóðarfænum langa tíð frameftir.

07.03.2025
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?