Uni saman við Sissal H. Hestoy, stjóra á Føroyaprenti, við teimum fyrstu eintøkunum.

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”Veðursjúka”, sum kom út í 2023 og fekk fleiri góð ummæli. 

03.11.2024
Sprotin
Bókaprát

Tann miðaldrandi tíðindamaðurin, sum segði frá í Veðursjúka, roynir framvegis at skilja tilveruna og heimin.

Hann leitar aftur í barndómin, tá tilveran var virkið útilív í ódn sum í logn, og ongin fitisótt gjørdi um seg millum børn og ung. 

Hann møtir upp á tingi, har ungar tingkvinnur og eldri tingmenn keglast um veðurlagsátøk, og eygleiðir bøndur mótmæla, at ferðafólk kleyra landið niður.

Brádliga brestur ódn á, og undantaksstøða valdar í landinum. Eftir ódnina liggur so mangt í sori, hús leka í eyri og seyri, og soppur plágar mangan heila.

Hann ger av at fara suðureftir at skriva fyrsta yrkingasavnið, men har er hann um at kódna av hita og uppøstum tíðindum um skógareldar.

Veðursjúka 2 verður í bókabúðunum mánadagin 4. november.

Hetta er 10. bókin, sum Uni letur úr honum. Ta fyrstu skrivaði hann fyri 20 árum síðan í 2004. Hon kallaðist Komin er nú onnur øld – ein lýsing av okkara samtíð.

 

Brot úr bókini Veðursjúka 2

”Í mínum høvdi kundi søgan um Atlantis verið søgan um tann seiga deyðan, sum okkara egnu oyggjar liðu. 

Einaferð høvdu oyggjarnar ligið órørdar í havinum og verið hvíldarstaður hjá fuglum á langferð, og tá munkarnir vóru komnir úr Írlandi, fingu oyggjarnar góðan frið, tó at seyðurin fór at bíta heldur fitt av summum høgum. Tá víkingarnir komu, kom ferð á oyðingina. Seyður varð settur á allar oyggjar og gjørdist kongur í Seyðaoyggjunum, annaðhvørt sum íðin grasbítari ella offurlamb hjá svongu nýbyggjarunum. Um sama mundið stóð so mangt steyrrætt við strendurnar, ið ikki stendur longur. Har vóru drangar, klettar og sker, summi teirra langt úr landi, men sum øldirnar liðu, fullu tey. Javnan hoyrdist dunan í fjøllunum av skriðulopum og omanlopum, og bilsnir vóru fuglarnir, tá røkurnar hvurvu undan teimum, tí landið bara minkaði. 

Mítt fólk var leingi fáment, og tað var eitt undur, at ódnir og sóttir ikki týndu alt livandi í oyggjunum longu í miðøld, tí lítið var at týna. So dánt hóraðu vit undan. Søktu bjørgini, røktaðu seyðin og fóru til útróðrar. Runnu undan sjórænarum, tá teir komu at ræna og neyðtaka. Á ytstu útskerum vóru vit dømd at finna meiningina við tilveruni, men mong funnu hana ikki, so tey settust at biðja. Biðja til Guð, bøna um gott veður og góða fiskieydnu. Bøna um miskunnsemi og góð grindaár. Av hesum umstøðunum skaptist tann so eyðkenda eyðmýktin, sum rannsóknarmenn á vitjan gáaðu eftir. Fólkini førdu seg so væl, søgdu teir. Vóru so blíð og takksom fyri hvønn dag, sum teimum varð boðin, hóast dagarnir lítið og onki høvdu at bjóða teimum.

Kanska fór eyðmýktin at hvørva, so hvørt sum veiðiførini gjørdust størri, og fiskimenninir sluppu á skipsdekk at standa. Í sjálvdrátti.”

03.11.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við…
Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Yvir um ferð

Svanna Jákupsdóttir, sum áður hevur givið út yrkingasavnið "Oyðilendi" kemur nú út øðrum savninum, sum ber heitið: Yvir um ferð.
Orð og tónar

Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggj…
Ymist

Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber eisini til at flyta seg úr føroyskum til grønlendskt á Sprotanum. Orðbókari…