Brenn øll míni brøv

Tá ið Alex Schulman fer at grava í síni ættarfortíð, kemur hann fram á eina ógvisliga og vanlukkuliga kærleikssøgu um abban og ommuna.  

15.08.2024
Sprotin
Bókaprát

Alex Schulman er væl og virðiliga tilkomin, men berjist við einhvørja vreiði inni í sær. Tað gongur út yvir øll hansara næstu.  Fyri at finna kjarnan til hesa vreiði og fyri at skilja seg sjálvan betur fer hann at kanna sína egnu ætt. Sum hann grevur seg niður í fortíðina, fær ættarsøgan eina løgna snaring og avdukar eitt eitrandi tríhyrnisdrama og eina syrgiliga kærleikasøgu um ommuna og abban. Terapi-ætlanin hjá Schulman fánar spakuliga burtur og í staðin kemur áhugaverda søgan fram um skakandi lagnuna hjá ommuni og abbanum.   

Hann fer aftur til sálarfrøðing og varnast, at í móðurlegg á ættartrænum ruggar ikki alt rætt. Eitt er, at mamman hevði trupulleikar við alkoholi, men hann fer eitt fet longur aftur til ommuna og abban. Abbin var gitni svenski rithøvundurin Sven Stolpe, sum gav út bæði yrkisbókmentir og skaldsøgur. Nógv hevur verið granskað í høvundaverkinum eftir Stolpe, og evni sum ótrúskapur, teysasligar kvinnur renna sum høvuðstáttur ígjøgnum skaldsøgurnar, men Alex varnast eitt, ið onnur ikki hava gáað um – ein týdningarmikil smálutur, sum sæst aftur og aftur í brøvum og dagbókum. Forbókstavirnir OL.   

Tað fær hann at gera langa ferð aftur til lagnukvidna summarið í 1932, tá ið abbin og omman búðu í Sigtuna. Tað unga trúlovaða parið, Sven og Karin, eru har á stovninum, og Sven situr og skrivar meginpartin av tíðini. Tað er skjótt greitt, at alt er ikki so sára gott teirra millum. Sven stýrir øllum, hevur eftirlit við øllum, og tann fitta og lagaliga Karin roynir at vera honum til vildar og laga seg eftir hansara lag og ríðum. Ein annar høvundur, sum býr har á stovninum sama summarið, er tann kensluborni Olof Lagercrantz. Tá ið Olof og Karin hittast, verða tey við tað sama drigin at hvør øðrum. Og soleiðis byrja skakandi tilburðirnir og fíggindskapur millum teir báðar høvundarnar, sum alt lívið fer at merkja tey øll. 

Brenn øll míni brøv er eitt eiturkent tríhyrnisdrama og ein syrgilig kærleikssøga fylt við svarsjúku, ótta, valdi og hevnisøku. Schulman ger vart við, at bókin hevur støði í veruligum tilburðum og menniskjum, sum eru gjørd til skaldsøgu.   

Schulman dugir sítt yrki, tá ið hann byggir spenningin upp við at krossklippa millum 1932, 1988 og nútíðina, har dramatiskar avdúkingar koma fram við hóskandi millumrúmi og støðugt vindur tríhyrnisdramaið upp í ørandi hæddir. Vit eru saman við Alex, meðan hann kannar málið, vit eru saman við honum sum barni í 1988, tá ið hann er í feriu hjá abba og ommu og upplivir okkurt, hann ikki dugir at seta orð á. Her í nútíðini falla so allir brikkarnir endiliga upp á pláss. 

Jákup í Skemmuni hevur enn eina ferð týtt okkum eina framúr góða skaldsøgu.

 

15.08.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?