Brenn øll míni brøv

30.09.2024
Sprotin
Lesikrókurin

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvussu nógv hendan kenslan, vreiði, fyllir hjá honum. Alex ger av at fara í terapi, og her verður hann biðin um at tekna sína ættartalvu niður fyri at finna rótina til sína vreiði. Í beinari linju vísir vreiðin seg at stava frá kenda svenska rithøvundinum, Sven Stolpe, sum er abbi Alex í móðurætt. Hetta er byrjanin til eina kanningarferð hjá Alex, sum førir hann aftur til summarið 1932, tá omman byrjar eitt kærleikssamband við unga mannin og skaldið Olof Lagercrantz, og tá Alex sum 11 ára gamal vitjar Karin ommuna og Sven abban eitt vikuskifti í 1988. 
 
Skaldsøgan Brenn øll míni brøv eftir svenska høvundin Alex Schulman kom út í 2018. Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum, og Sprotin gav bókina út í 2024. 
 
Gestir í Lesikrókinum eru Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya, Bjarni Arge, miðlafrøðingur og samskiftisfólk, og Annika Magnussen Gaard, sóknarprestur á Tvøroyri. 
 
Vertur er Helena Lamhauge-Mortensen.

 

30.09.2024
Sprotin
Lesikrókurin

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

AT SIGA NÓGV VIÐ FÁUM ORÐUM

Yrkingar eftir íslendska skaldið og rithøvundan nú á føroyskum. Hetta yrkingasavnið eftir Þórarinn Eldjárn, kom út á íslendskum á…
Orð og tónar

Orð & Tónar í Reinsarínum 20. august

Saknur hevur verið í Orð & Tónum, sum Reinsaríið og Sprotin skipaðu fyri í mong ár. Væl fagnaða tiltakið verður nú tikið uppaftur.…
Bókaprát

Trækrúnulívæðrin

Okkurt skurrar í allari hesari menningini, sum byrjar í upplýsingartíðini og varir fram til nútíðina. 
Bókaprát

ENN ER NÁÐIN NÁÐILEYS

Bókarheitið er áhugavert og kendist kanska eitt sindur ov viðkomandi ta løtuna, tá ið eg fekk nýggju bókina hjá Tóroddi Poulsen í…
Bókaprát, Ymist

Norðurlendskur grunnur í Svøríki virðismetir týðingarnar hjá Jákupi í Skemmuni

Letterstedtska föreningen í Svøríki hevur gjørt av at lata Jákupi í Skemmuni týðaraheiðursløn í ár. Uppgávan hjá Letterstedtska fö…
Bókaprát

Krígsharrin í KREML – Putin og hansara tíð

Aage Storm Borchgrevink hevur arbeitt við Russlandi alt sítt vaksna lív og hevur sjálvur verið á mongum av støðunum, har brotsverk…
Bókaprát

Bakið á pápa

BAKIÐ Á PÁPA eftir Niels Fredrik Dahl lýsir royndirnar hjá einum ungum manni at liva í einum heimi, hann ikki skilir, men sum hann…
Bókaprát

Í lívd ­undir hamrinum reysta

Bókin er søgubrot og lýsingar gjøgnum skjótt 200 ár úr Skopunar søgu. Stórur partur av elsta ættarliðinum í Skopun kom úr Koltri o…