BÓKADAGAR 2024
Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam
Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu lív. Um tú ikki náddi at lurta, ella ætlar tær at lurta einaferð enn, so letur hetta seg gera á Bókadøgunum.
Bókin sigur frá føroyskari kvinnusøgu, og sum tann fyrsta av sínum slag her á landi, gevur hon eina fjølbroytta mynd av fyribrigdinum barsilsdeyða; søguliga og heilsuliga, sosialt og sálarliga. Fyrilesturin gevur somuleiðis eitt nærri og sjáldsamt innlit í tær søgur og lagnur, sum enn níva eftirkomarar teirra.
Fólk, ið doyggja, liva í minninum á teimum, ið eftir sita
Spurd, hvat fekk hana at fara undir at skriva, svarar Rigmor, at talan partvís er um at siga søgu teirra søguleysu og at lýsa tær lagnur, ið eru vavdar inn í tøgn og sálarløstir, og sum á mannamunni eru endaðar við bert eittans eftirmæli; at tær doyðu í barsilssong.
“Henda tøgnmentan hevur altíð eyðkent partar av kvinnulívinum, ikki minst kynslív, kenslulív og føðing. Gátuføra kvinnuuniversið hevur mentanarliga verið umgirt av tøgn, synd, skomm og yvirtrúgv. Tí helt eg tað vera áhugavert at fáa greiði á, hvat hesin partur av søgu okkara veruliga snúði seg um.“
Forlagið Sprotin skipar fyri tiltakinum saman við Norðurlandahúsinum.
- TÍÐSPUNKT: Ley. 16. november 2024, kl. 12.00
- LONGD: 45 min
- HØLI: Skálin
Søgur úr Latínamerika við Mariannu Hoydal
Í september gav Sprotin út savnið Søgur úr Latínamerika, sum Marianna Hoydal hevur týtt úr sponskum. Prátað verður um týðingarnar og Marianna fer at lesa úr savninum.
Rithøvundafelag Føroya skipar fyri tiltakinum
Rithøvundafelag Føroya skal virka fyri áhugamálunum hjá føroyskum rithøvundum og verja rættindi teirra. Harumframt virkar felagið fyri, at føroyskar bókmentir fáa góðar umstøður at mennast og trívast.
- TÍÐSPUNKT: Ley. 16. november 2024, kl. 13.45
- LONGD: 30 min
- HØLI: Dansistovan
Um Heinesen og Laxness við Halldór Guðmundsson (IS)
Á Bókadøgum verður ein áhugaverd samrøða, har tveir av størstu rithøvundunum í Norðuratlantshavi, føroyski William Heinesen og íslendski Halldór Laxness, verða bornir saman.
Tað er rithøvundurin og bókmentagranskarin Halldór Guðmundsson (IS), sum í samrøðu við lektara í bókmentum, Berg Djurhuus Hansen, fer at greiða frá serligum frásøgukynstri, sosialari tilvitan og ironi í verkunum eftir William Heinesen og Halldór Laxness. Báðir skrivaðu breiðar, søguligar skaldsøgur og undurfullar stuttsøgur, men hvat livir longst av øllum hesum, og hvat sigur tað okkum í dag?
Samrøðan fer eisini at nerta við áhugaverd eyðkenni í íslendskum bókmentum og snúgva seg um íslendskar bókmentir sum heimsbókmentir. Hví skrivaðu íslendingar skaldskap á móðurmálinum í miðøld? Hví gjørdist hesin siður so týdningarmikil í frælsisstríðnum í 1800-talinum? Livir hesin siður enn í modernaðum íslendskum bókmentum, sum nú verða umsettar til nógv ymisk mál, og hvussu ger hann tað?
Halldór Gudmundsson, bókmentafrøðingur og rithøvundur, er føddur í Reykjavík í 1956. Hann hevur m.a. fingið íslendsku bókmentavirðislønina fyri ævisøguna um Halldór Laxness, sum er týdd til fleiri mál.
Rit&Rák stendur fyri tiltakinum við stuðli frá Sprotanum og í samstarvi við Norðurlandahúsið.
- TÍÐSPUNKT: Ley. 16. november 2024, kl. 14.00
- LONGD: 45 min
- HØLI: Skálin
Skaldskapur á heimsstøði við Jon Fosse (NO)
Í ár vitjar heimskendi rithøvundurin Jon Fosse Bókadagar. Dorit Hansen, ritstjóri á mentanarritinum Varðanum, hevur samrøðuna við hann.
Jon Fosse skrivar á nýnorskum og hevur ein heilt serligan musikalskan skrivistíl við óvanligari teknseting og nógvum endurtøkum. Søgurnar ganga ofta fyri seg á norsku vesturstrondini og viðgera grundleggjandi tilveruspurningar sum kærleika og samleika, gud og deyðan, einsemi og menniskjaligu samveruna.
Jon Fosse (f. 1959) vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015 fyri tríbindsverkið Andvake. Olavs draumar. Kveldsvævd. Í 2023 fekk hann heiðursløn Nobels í bókmentum m.a. fyri sjeybindsverkið Septologien. Harumframt er Jon Fosse viðurkendur leikrithøvundur, og leikir hansara hava verið spældir um allan heim.
Skaldsøgurnar Morgun og kvøld (útg. 2000) og Hvítleiki (útg. 2023) eru givnar út í føroyskari týðing í 2013 og 2024. Marna Jacobsen hevur týtt bøkurnar til føroyskt og Sprotin givið tær út.
Norðurlandahúsið skipar fyri tiltakinum við stuðli frá Norrønafelag Føroya.
- TÍÐSPUNKT: Ley. 16. november 2024, kl. 18.00
- LONGD: 45 min
- HØLI: Høllin