Søgur úr Latínamerika

Enn einaferð hevur Marianna Hoydal hegnisliga flutt okkum tekst úr Latínamerika yvir í føroyskt. Týðingarnar eru satt njótilsi at lesa.

23.09.2024
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Spurdi Marionna, hvat tað var við suðurameriskum teksti, ið hugtók hana so nógv. 

Hon svaraði mær við hesari hugleiðingini:

Mangobomm við chilikjarnu

Á einum familjutúri í Meksiko herfyri keyptu børnini sær bomm. Tað var ein stórur handil við stórum úrvali, og “eso es muy rico”, hetta er framúr gott, segði krambakvinnan alla tíðina, so nógv endaði í innkeypsposanum.

Heimkomin smakkaðu vit alt góðgætið: mangobomm við chilikjarnu, ananasslikkipinnar við chiliglaring, sjokolátabarrir við chilibitum. Og aftrat chilipulvurinum ella chilibitunum var tað kryddað við spískumman og tamarind. Er hetta bomm, hugsaðu vit? Tað smakkaði ikki søtt, ikki soleiðis, sum vit hava ímyndað okkum, at bomm smakka. Men tann søta miðjan í bomminum var har, innan fyri ta sterku og kryddaðu glaringina. Fyrst snerkir tú, smakkurin rakar teg sum eitt skot fyri pannuna, síðani kanst tú súgva ta søtu miðjuna og merkja hana smelta undir gómanum. Ella umvent: tann søti smakkurin kemur fyrst, inntil tú rakar ta brennandi miðjuna. Tað søta finst ikki uttan tað sterka. 

Nakað tað sama fer fram í latínamerikanskum bókmentum. Og møguliga er tað júst henda serliga samansetingin av tí søta, tí sterka og tí kryddaða, sum hevur prikað til forvitnið hjá mær fyri hesum skaldskapinum so langt burturi.

Tey flestu vita kanska, at familjan hjá mær helst hevur ein leiklut í mínum áhuga fyri Latínamerika. Áhugin er so at siga arvaður gjøgnum tær søgurnar, sum eg hoyrdi frá pápa mínum og fastur míni um tíðina í Ecuador, og frá pápabeiggja mínum um Bolivia. Tá ið eg síðani møtti teimum latínamerikansku rithøvundunum á útbúgvingini í bókmentafrøði, var tað á onkran hátt kærleiki við fyrsta eygnabrá: tað var sum at koma heim, tað kendist heimligt, men kortini forvitnisligt, fremmant, nýtt og øðrvísi. 

Í eini grein um Rulfo skrivaði eg, at tað fyrst og fremst var tað heimliga í tí fremmanda, sum hugtók meg, tá ið eg fyrstu ferð las ta bókina. Tað fremmanda kom fyrst, tí at umhvørvið var so øðrvísi, so langt frá okkara: Landslagið, evnið, religiónin, stílurin, frásagnarrøddirnar. Alt var fremmant. Púra ókent og tí spennandi. Men so við og við broyttist myndin, og gerandisrøddirnar frá einari lítlari bygd í meksikansku oyðimørkini kendust á onkran hátt so sera heimligar. Tað var sum við hesum myndunum, har tú fyrst fært eyga á eitt skap, og síðani broytist skapið til at vera eitt heilt annað. 

Tat twam asi (du er mig og jeg dig), sum William Heinesen heldur, at dunnurnar í Havnará tutla sínamillum á kvøldartíð:  Vit eru øll líka. 

Og kortini kann Latínamerika á ongan hátt samanberast við Føroyar. Saman við hugtøkuni av skaldskapinum vaknar gjøgnum lesingina eisini ein indignatión yvir teir ræðuleikar, sum eru farnir fram á hesum meginlandinum. La Conquista, hertøkan, frá 1492 og fram, tað djúpa sárið, sum henda ógvusliga hendingin hevur skapt, og sum sæst aftur allastaðni í bókmentunum, eisini í dag. Veldigar mentanir, sum fóru til grundar eftir fáum árum. Alt stríðið, sum hevur verið síðani. Harðskapurin, hernaðarkvettini, politiski ruðuleikin, uppíblandingin frá fremmandum tjóðum, misnýtslan, tann eirindaleysa ræningin av náttúruvirðum, fátækradømið. Og mitt í hesum: menniskjað, einsamalt. Octavio Paz úr Meksiko skrivar stóra verkið El laberinto de soledad, Einseminnar villiniborg. Gabriel García Márquez úr Kolombia skrivar skaldsøguna Cien años de soledad, Hundrað ára einsemi. Røddirnar hjá Rulfo úr Meksiko, høvuðspersónarnir hjá Bolaño úr Chile: Einsemi. Ein gloymdur heimspartur. Ein bakgarður hjá tí stóra USA. Útjaðarin mitt í verðini. 

Ein sterk skaldslig chiliblanding, men eisini angandi av ljósi og litum, av frumskógi og sansaligum yvirskoti. Tann magiska realisman hevur verið ein háttur hjá latínamerikanarum at viðgera støðu sína í heiminum. Tað magiska peikar aftur til mentanina hjá upprunafólkinum, og tað bjóðar samstundis teirri vesturlendsku mentanini av við sínum tropiska aftursvari. Tær vakrastu villu blómurnar bróta sær veg gjøgnum sprekkurnar í tí fremmanda bókmentasementinum og taka landið undir seg aftur. Í einari áhaldandi endurvinningarroynd verður leskiligur mangosmakkur lagdur uttan um tann beiska kjarnan, og alt verður ballað inn í tamarind til at ørkymla sansirnar. 

Tað var uttan iva tann søti smakkurin av tí framúrskarandi skaldskapinum, sum hugtók meg fyrst og beinanvegin. Orðini, setningarnir, søgurnar. Góðar bókmentir eru áhugaverdar, óansæð hvaðani tær eru. Men tað fremmanda kryddið hevur hildið áhugan og forvitnið við líka. Og beiski smakkurin av ófriði og órættvísi hevur brent nóg mikið í vælindunum til at skapa eina kenslu av, at tað var alneyðugt at bera søgurnar víðari, at lata røddirnar ljóma, eisini her hjá okkum, á okkara máli. 

 Marianna Hoydal

23.09.2024
Jonhard Mikkelsen
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við…
Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”…
Bókaprát

Yvir um ferð

Svanna Jákupsdóttir, sum áður hevur givið út yrkingasavnið "Oyðilendi" kemur nú út øðrum savninum, sum ber heitið: Yvir um ferð.
Orð og tónar

Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggj…