Nic Lehoux

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við øðrum orðum um evnið “innlendismál”, ið er eitt málsøki, ið søguliga hevur fingið misjavna viðgerð. 

20.11.2024
Sprotin
Bókaprát

Hetta er tó nakað broytt seinastu árini, og miðlar eru farnir at geva kommunalum evnum og býarskipan størri ans. Eisini eru fólk flest farin at sýna umhvørvi størri áhuga seinastu árini. Umhvørvistilvitskan er av álvara vaknað í Føroyum, og hetta hevur eisini sett ljóskastaran á kommunur, ið ikki skikka sær so væl á umhvørvisøkinum. Nógv av tilfarinum er rættiliga samfelagskritiskt heldur enn bara samfelagslýsandi, og tí kann hendan bókin lutvíst sigast at vera ein “kjakbók”, ið leggur upp til øðrvísi hugsan um kommunal evni.

Bókin er skipað í fýra partar: 1: Samfelagsbroytingar og samferðsla. 2: Kommunusamanlegging. 3: Kommunuplanlegging og 4: Kommunuval. 

Fyrsti partur snýr seg yvirskipað um tær stóru samferðslubroytingar, ið eru farnar fram seinastu árini - serliga vegna stóru íløgurnar í vegakervið, men eisini vegna tøknimenningina, ið hevur knýtt føroysk búpláss saman og gjørt Føroyar til ein part av heimssamfelagnum. Hetta elvir tó til nakrar nýggjar avbjóðingar og ójavnar, ið krevja nýggjar loysnir og skipanir.

Hetta leiðir yvir í annan part, ið snýr seg um kommunusamanlegging. Kommunusamanlegging er ein skipanarlig loysn upp á tær nýggju avbjóðingar, ið standast av samfelagsmenningini, ikki minst á vælferðarøkinum. Víst verður tó á, at kommunusamanlegging ikki er nøkur endaloysn, ið loysir allar trupulleikar við einum gandaslagi. Miðsavning skapar líka nógvar trupulleikar, sum hon loysir, serliga viðvíkjandi staðseting av ymiskum - ofta mótstríðandi - virksemi.

Triði partur fer niður í tær avbjóðingar, ið standast av teimum ymisku áhugamálum, ið søkja ávirkan í ymisku kommununum. Planlegging er ein javnvigan av áhugamálum, og hetta eydnast tíverri ofta sera illa. Evnið verður viðgjørt yvirskipað, og leggi eg serliga dent á teir trupulleikar, ið staðseting av vinnulívi førir við sær. Hugt verður eisini at meiri ítøkiligum dømum um óhepnar planleggingarligar avgerðir.

Fjórði partur rundar av við nøkrum greinum um kommunuval. Hetta hongur í stóran mun saman við teimum mótstríðandi áhugamálum, ið gera seg galdandi í ymisku kommununum. Víst verður m.a. á hvussu misjavnt ymisk áhugamál verða umboðað í kommunum og í føroyskum politikki sum heild. 

20.11.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”…
Bókaprát

Yvir um ferð

Svanna Jákupsdóttir, sum áður hevur givið út yrkingasavnið "Oyðilendi" kemur nú út øðrum savninum, sum ber heitið: Yvir um ferð.
Orð og tónar

Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggj…
Ymist

Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber eisini til at flyta seg úr føroyskum til grønlendskt á Sprotanum. Orðbókari…