Styrki, seiggi, alv, tæri - og vilji
Gitni bodybuildarin Gunnar Hjelm er so djarvur, at hann leggur lív sítt opið í eini forvitnisligari bók nú um dagarnar. Hon er bæði um dystin á ungdómsárum at royna hvør dugur var í, hvussu hann fann sína hill í ítróttini, hvussu menniskjalig bakkøst vóru um at syfta hann um koll, hvussu hann fótaði sær aftur, hóast fleiri bakkaláarar aftrat.
Hann skuldi prógva sítt og stóð aftur á palli sum 60 ára gamal í DK og vann silvurheiðursmerki í bodybuilding.
Liðið, sum verður á palli í Perluni hóskvøldið kl. 20 eru umframt Gunnar, Hans S. Egholm, sum skrivaði bókina, og Uni Holm Johannesen, sum fer at práta við teir báðar.
Lagt verður upp til eitt áhugavert kvøld, sum fer at sveiggja millum fagnaðarløtur og daprar.
Til tess at seta serligan dám á kvøldið koma Lena og Niclas á pall og geva okkum nakrar góðar.
Barrin er opin og har fæst kaffi, te, øl og vín. Fá tær upp í koppin ella glasið, hall teg afturá og njót løtuna. Bókin er til keyps.
Sprotin og Perlan