Var Jesus tannleysur?

”Hugsið okkum, at Jesus sum tríatiára gamal allarhelst var ein lítil, gamal, myrkt dæmdur tannleysur maður”? Nakað soleiðis fer sviin Jonas Gardell í holt við bókina, hann kallar ”Om Jesus” 2009 (www.jonasgardell.se).

06.05.2010
Marjun Bæk
Ymist
Sjálv havi eg, so leingi eg minnist, og ikki minst í seinastuni brúkt nógva orku, tíð og pengar upp á mínar arvaligu og ógrøðiligu paranedentosu-fongdu tenn, og nú er umsíður friður við teimum, men satt at siga havi eg, sum annars haldi meg vera ein nærlagnan guðfrøðing, aldri hugsað um, hvørt Jesus hevði góðar ella vánaligar tenn.

Ella hvussu hann annars man hava sæð út, hvussu hann hevur verið osfr. Tað hevur altíð havt so lítið at siga
mær, bæði guðfrøðiliga og persónliga. - Eg var tó ikki rættiliga gomul, áðrenn eg fataði, at tann ljóshærdi og ljóst dæmdi Jesus í hvítum og bláum síðum klæðum á altartavuni í Vági, á glansmyndunum úr sunnudagsskúlanum og glansmyndakendum bløðum úr útjaðaranum av kristinheitini, sjálvandi einki hevði við tann jødiska veruleikan at gera, at tær myndirnar bert eru ein dreymakend spegilsmynd av okkum sjálvum og okkara frægastu listamálarum í Vesturheiminum. Og einki ilt um tað, tað er bara tað, tað er.

Tað eru ivaleyst fleiri fyrimunir við at flyta úr einum landi í eitt annað, og ein av teimum er, at eitt nýtt mál letur upp ein annan hugaheim. Betur tú skilir málið, betur fært tú eyga á mentanina - og munir frá teirri mentanini, tú kemur heimanifrá við. Fyrst í sjeytiárunum, tá eg sjálv las i Keypmannahavn, fingu vit - umframt annað gott úr Suðuramerika og Suðurafrika og aðrastaðni - eina rúgvu av nýggjari inspiratión frá góðum guðfrøðingum úr Noregi og Svøríki. Og nú, ið eg næstan ongar bøkur keypi, uttan at tær eru á svenskum, so datt eg yvir Jonas Gardell "Om Jesus". Eg las hana út í eitt. Ikki júst tí, at eg lærdi so øgiliga nógv nýtt - mær ger tað einki, um tað var ein tannleysur myrkt dæmdur Jesus, sum vælsignaði smábørnini - men av tí at tað altíð er inspirerandi at hyggja við øðrum eygum enn tínum egnu eftir tí, sum tú heldur, at einki nýtt er at siga um.

Veruleikin er, sigur Jonas Gardell, at uppgrevstrar frá Jesu tíð prógva, at fólk manglaðu jarn og protein. Av tí sama hava skøltarnir fáar ella ongar tenn í munninum. Lívið var strævið, fátækdømið stórt, og í okkara eygum doyðu fólk, meðan tey enn vóru ung. Ella - sum vit siga: meðan tey høvdu alt lívið framman fyri sær. Tey fæstu komu so langt sum til at halda 25-ára føðingardag. Og við útbúgving var tað so sum so.

Alt tað, eg veit, hevur tað verið spurt eftir tí søguliga Jesusi úr Nasaret. Hvør tíð og hvørt ættarlið hevur í myndum og hugsanarhátti litað hann eftir sínum egnu fortreytum. Og tað fær neyvan verið øðrvísi. Men kanska tað kann gera einum og øðrum gott, um vit ómaka okkum aftur um okkara egnu - og annara, ikki minst! - glansmyndir og fatanir, so vit eisini síggja mannin Jesus í síni egnu samtíð: Ein fátækur timburmaður, sum ferðaðist kring landið og segði og gjørdi ymist, sum fekk myndugleikarnar til av ótta at beina hann burtur. Síni egnu minni lýsir Jonas Gardell m.a. soleiðis:

"Namnet framför andra namn är Jesus, ej skönare på jorden fanns! Ty inget annat namn kan skänka frälsning, inget annat namn än hans!"Mormors gammelröst och mammas, jag och mina syskon sjöng med så gott vi kunde.Om söndagsförmiddagarna hos mormor firade vi andakt på glasverandan. Mormor satt i mörkröd finklänning med bibeln i knät och läste ett stycke ur evangeliet. Min syster lekte med några kexsmulor som blivit kvar på matbordets vaxduk. Min mellanbror ville resa sig för att släppa ut en fluga som surrade mot fönsterglaset, men mamma sträckte ut handen och höll kvar honom vid stolen. Sedan bad vi Fader Vår och sjöng läsarpsalmer. "Han har öppnat Pärleporten" och "De komma från öst och väst". När andakten var över fick vi gå ut och bada. Så enkel och självklar var tron.Jesus är svaret. Så brukade vi säga i min barndoms baptistförsamling. Jesus var svaret - någon fråga behövde egentligen inte ställas…


Hans tunika var alltid ljusblå eller blå, liksom hans ögon. Hans långa hår och skägg var mellanblont och hans hy ljus och frisk, hans leende milt och vänligt, tänderna jämna och vita. Han älskade mig. Han älskade alla barnen. Han älskade alla, utom fariseerna förstås, som var huggormarnas avföda, de nesliga uslingarna.

Det fanns inte ett underverk han inte kunde utföra, och det är fullständigt obegripligt att inte alla runt omkring honom omedelbart fattade att han var Guds son. Ännu mer obegripligt eftersom hela härskaror med änglar sjöng och hade sig när han föddes så det måste setts av precis alla i hela Betlehem, och när han dött på korset blev det solförmörkelse, jordbävningar, förlåten i templet brast och en massa döingar vaknade och gick omkring på gatorna - jag menar, hur kan man låta bli att fatta?
Einaferð á prestaháskúlanum í Løgumkloster fekk eg til uppgávu at skriva eina prædiku, har eg mest skuldi hugsa um eina mynd. Textin minnist eg ikki.

Myndin var ein sovorðin glansmynd, sum tú onkuntíð sært í "Vakttorninum" og líknandi ritum og bókum. Tað var eingin ivi um, at á myndini var ein yvirvaksin Jesus mitt úti í universinum. Gongustjørnurnar vóru sum bóltar rundan um hann, summar størri, summar minni, men tann størsta og einasta við litum var jørðin. Jesus hevði kommunulitt hár og var í síðum klæðum, sum vit eru so von at síggja hann, men andlitið var fylt av vreiði. Sorg. Vonsvikni. Eyguni vóru kolasvørt og ill, og tárini runnu niður eftir kjálkunum. Muðurin var ein smøl strika. Tað var týðuligt, hvat málarin ynskti, at vit skuldu hugsa: Á denn skrekkiliga verð! At hon tá nakrantíð sá dagsins ljós…

Tá eg hugdi nærri at myndini, sá eg, at "Jesus" hugdi fram við myndini, eftir onkrum øðrum, hvat tað so var…....

Og alt tað, EG veit, so hevur Jesus ongantíð staðið UTTAN FYRI verðina, tvøturímóti!

06.05.2010
Marjun Bæk
Ymist

More articles