Helgi fer
Eg eri ikki listamaður, eg hugsi,” stendur einastaðni í teirri fyrru bókini, sum Helgi Fossádal hevur lagt til rættis, og sum kom út fyrr í hesi vikuni, tað er bókin um Edward Fuglø, eg sipi til. Hetta er ein av mongu setningunum, sum eftir mínum tykki eisini passa væl til okkara fráfarandi stjóra: -“ Eg eri ikki listamaður, eg hugsi.”
At verðin er løgin er einki nýtt. Tí tað er í veruleikanum nokk so løgið, at eg skal standa her og takka Helga fyri tíðina sum stjóriá Listasavni Føroya.Hjá
summumkann verðin broytast upp á nakrar tímar ella upp á nakrar dagar. Og hon broytist eisini upp á sjey ár, Helgi.
Tá ið eg hitti Helga á posthústrappuni29. oktober í 2007- báðir í ørindum fyri hvør sítt savn - fall prátið sum vera mann á Mentamálaráðið. Og vit vóru báðir so rørandi samdir um, at har var nógv, sum kundi veriðøðrvísi. Ja, har kundi verið tikið øðrvísi fatt á nógvum økjum. Eg má viðganga, at Helgi tosaði mest hesa løtuna, tí eg visti, atdagin eftir fór útvarpið at siga, at eg var settur í starv sum deildarstjóri í Mentamálaráðnum. Fyrsti maður í telefoninivar ein púra ovfarin Helgi Fossádal. - Og hann byrjaði samrøðuna við orðunum: Nú er lagað manni at taka fatt...
Helgi hevur verið leiðari fyri Listasavnið í sjey ár, men áðrenn tað hevði hann eisini sitið í nevndini í mong ár, so hann kendi savnið innanífrá, tá ið hann tók við sum leiðari. Hann var væl greiður um, at við teirri játtan og teirri manning, sum savnið hevði og hevur, skuldi hann standa fyri øllum, frá at keypa kaffi og wc-pappír til at stíla fyri framsýningum á høgum stigi. Hann skuldi stíla fyri bókaútgávum í sambandi við framsýningar, og hann skuldi í bókstaviligum týdningistíla fyri at skifta út allar teir rotnu plankarnar í sjálvum bygninginum.
- Tí, sum hann tók til nú ein dagin: her er rot komið í.
Hetta eru korini, okkara samfelag hevur at bjóða, ið hvussu so er,tá ið tað snýr seg um høvuðslistasavn okkara.Soher var einki annað at gera, og her er einki annað at gera, enn at smoyggja upp um ermar og at taka fatt.
Og tað má man siga, at tú, Helgi, hevur gjørt. Og sjálvandi hevur tú gjørt tað á tín egna hátt. Onkur annar hevði gjørt tað øðrvísi. Janus Kamban leiddi savnið í sínari tíð, soleiðis sum hann helt vera best, Bárður Jákupsson soleiðissum hann helt vera best, og eg ivist ikki í, at nýggi stjórin, sum byrjar komandi mánadag, fer at gera sum hann heldur er best - fyri hetta mentanarhúsið.Tað er júst hetta, sum eisini liggur í tí at seta leiðaran í tíðaravmarkað starv. Hann skal ikki grógva fastur, hann skal ikki stadna í málingini.
Góði Helgi. Við skipan av savninum, við framsýningum við bókaútgávum og eisini við øðrum tiltøkum, hevur tú valt tín stíl at leiða Listasavnið.Tað kann ikki sigast, at tað hevur verið serliga eyðkennandi fyri tín leiðslustíl, at tú vart at síggja ella at hoyra í fjølmiðlunum í tíð og ótíð. Tað hevur tú fyri tað mesta latið onnur um. Tú hevur raðfest øðrvísi og gjørt tað, sum tú helt vera best fyri savnið, og hóast tú fyri sumt av tí hevur fingið nøkur høgg, og eg má siga viðhvørt eisini nøkur órættvís og ódámlig høgg, so vil eg bara ugga teg við tí klassiska setninginum, men um tað hjálpir nakað veit eg ikki, at tað er nógv betur, at fáa kritikk fyri tað, tú hevur gjørt, enn at fáa kritikk fyri, at tú einki hevur gjørt. Tín styrki hevur allatíðina verið, at tú kendi hetta húsið, tú kendi fólkið, tú kendi umhvørvið, tú kendihvønn krók, eg kundi sagt, at tú kendi-ikki bara innihaldið, tú kendi sanniliga eisini rammurnar.
Í allan dag hava vit sitið uppi í Norðurlandahúsinum og hoyrt um list í almenna rúminum.Eitt mál, sum eg veit, at tú hevur stóran áhuga fyri. Í hesum húsi, har alt meira ella minni skal tulkast, kunnu vit kanska tulka ráðstevnuna í dag sum eitt slag av eini almennari heilsan frá myndugleikunum og listaumhvørvinum til tín á tínum seinasta arbeiðsdegi - í teirri vón, at hugsað verður uppaftur meira um listina í tí almenna rúminum- í framtíðini.
Vit báðir hava samstarvað nógv hesi bæði síðstu árini, eg veit ikki, hvussu tú hevur upplivað samstarvið, men meg hevur tað lært eina rúgvu bæði um føroyska list, sum eg ikki visti, um føroyska samfelagið, sum eg ikki visti og ummenniskju, sum eg heldur ikki visti.Arbeiðslagið í stýrinum hevur verið gott við tær sitandi við stýripinnin. Vit siga tær øll takk fyri tað.
Og so vil eg fegin leggja aftrat, at persónliga, eru tað nøkur mál, sum standa nógv týðiligari fyri mær í dag, enn tey gjørdu fyri tveimum árum síðan. T.d. hvussu væl tú dugdi at greiða útlendskum gestum frá søgu savnsins, frá myndunum á savninum, frá arbeiðinum við at fáa savnið út til almenningin. Eg havi eisini verið hugtikin av, hvussu væl tú hevur sett báðar medarbeiðararnar, Mortan og Ogga, inn í savnsins dagliga arbeiði. Sjálvur fekk eg eisini um endan av málinum um flytingina av Grafiska verkstaðnum. Men tað, sum stendur týðiligast, er málið um bingjuna 'Bládýpið', sum hevði staðið her uttan fyri Listaskálan í 14 ár, og sum knappliga endaði sum forsíðustoff í føroysku heimspressuni. Men eg má siga, at tann løtan, tá ið Tróndur og tú settu tykkara nøvn á sama blað, tann løtan stendur fyri mær sum eittt ódeyðiligt listaverk í almenna rúminum.
Tí, sum skaldið tók til, tað var um reppið, at:
bládýpið í tínum eygum,
meg hevur í ørviti gjørt.
Góði Helgi. Tað er ikki gott at vita, hvat tey tosa um á posthústrappuni í kvøld.
Røða, ið Martin Næs helt í Listaskálanum 29/4-2011 á skilnaðarsamkomu fyri Helga Fossádal, stjóra.

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
Seinast í 1960'unum høvdu tey í útvarpinum eina nógv umhildna spurnarkapping, har luttakararnir fingu spurningar í einum evni, hes…
Lesikrókurin
Reyðhærda kvinnan
Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir s…
Bókaprát
Bókin um Rituvík
- løgd fram í Løkshøll fríggjadagin kl. 16
Bókaprát
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin
Nú ið Sprotin fór um tey tríati, rennur mær mangt í huga, til dømis tá ið eg fór at týða.
Bókaprát
Pauli Nielsen – ein frálíka góður týðari, sum sýgur eksotiskan skaldskap inn í føroyskt
Pauli Nielsen, gamli rektarin á Føroya læraraskúla, hevur, umframt mong onnur verk um m.a. námsfrøði, týtt 11 stórverk, sum hann h…
Lesikrókurin
Staklutirnir
Staklutirnir er ein skaldsøga við fýra persónlýsingum og túsund staklutum, um tumlaðar fikkubøkur, psykedeliskan dans og nøtrandi…
Bókaprát
ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS
Tað kendist ikki meir enn hóskandi, at tað var sjálvan Móðurmálsdagin, føðingardag V.U.Hammersheimbs 25. mars, at eg í postkassanu…
Bókaprát
Nýtt stuttsøgusavn hjá Oddfríði Marna Rasmussen
Savnið viðger menniskju, sum eru steðgað upp, eru læst av fordómum og umhvørvi, har menningin tykist strandað.
01.03.2024
Kærleikin
28.02.2024
Orð & tónar á Reinsarínum
15.01.2024
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
22.12.2023
Í Góðadali triðja jólamorgun
21.12.2023
Merking
19.12.2023
At fylgja hjartanum
15.12.2023
FRITS livdi og fagnaði lívinum
13.12.2023
Nobelfyrilestur eftir Jon Fosse
08.12.2023
Tá ið talað mál gevur skriftini flog
01.12.2023
Jonhard Mikkelsen 70 ár
27.11.2023
Fiskahúsið
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Góðkrút
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Rakel Helmsdal
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Sanna Dahl
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Jón Kalman Stefánsson (IS)
07.11.2023
Rithøvundavitjan úr Íslandi
05.11.2023
VEÐURSJÚKA – nýggj bók eftir Una Arge
31.10.2023
SANNA DAHL
28.10.2023
GÓÐKRÚT
20.10.2023
ORÐ&TÓNAR tann 26. oktobur á Reinsarínum
16.10.2023
Góðkrút
09.10.2023
Jon Fosse Nobel-heiðursløntur
03.10.2023
ORÐ OG TÓNAR
29.09.2023
Upplesarin
05.09.2023
Eyðun Johannessen flutti mørk
02.09.2023
Upplesarin
27.08.2023
Martin J.
26.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
21.08.2023
ORÐ&TÓNAR AFTUR Á REINSARÍNUM
13.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
09.07.2023
Sum hvalur, ið kemur upp at blása
15.06.2023
Pløg beinagrindir teirra deyðu
06.06.2023
FØROYASMAKKUR - vald ein av heimsins bestu kokkabókum í 2023
28.05.2023
Reyn, kæra Reyn á mentanarnáttini
22.05.2023
MERKING
19.05.2023
Ukrainska dagbókin
17.05.2023
Ukrainska dagbókin
08.05.2023
Renna úlv
22.04.2023
Minni frá míni lívsleið
22.04.2023
Kom í Mentanarhúsið í Fuglafirði flaggdagskvøld kl. 20!