Klaksvíkar søga bd. 2
Fyrsta bind av Klaksvíkar søgu, sum eg skrivaði nøkur orð um í seinastu Fregnatænastuni, var áhugaverdur og gevandi lestur, men tað er bind 2 so sanniliga eisini, og tað ikki bara tí hon er 132 síður longri. Her er ein ørgrynna av sera spennandi og upplýsandi lesnaði, eisini fyri tey, sum ikki eru klaksvíkingar og norðingar. Allir føroyingar, sum vilja koma teimum ymsu sannleikskjarnunum um okkara land so nær, sum nú einaferð slepst.
Eins og fyrra bindið er hetta deilt í 10 brot og so fimm styttri brot, sum viðgera Klaksvíkar søgu frá fríhandli til seinna heimskríggj, 1856 til 1940.
Tað eru nógvar styttri søgur, sum eg fegin vildi tikið fram, men tað hevði verið upp í eina fitta bók. Hesar sjálvstøðugu søgurnar eru settar ymsastaðni, sum tær hóska til tekstin í bókini. Tær eru leskiligur lestur í einar fimm minuttir, og verða verandi hjá tær.
Heldur vil eg heita á øll, sum duga at lesa føroyskt, um at ogna sær bókina og unna sær tað upplivilsið, tað er, at lesa allar smásøgurnar.
Nú verður nógv tosað um Klaksvík, sum stendur í stað og minkar. Býráðið hevur givið nakað av peningi fyri at fáa at vita, hví ung ikki støðast í Klaksvík.Søgan er neyðug, eins og stýrið og segl var til bátin, søgdu grikkar. Nú ætli eg mær ikki at kjakast við fólk um Klaksvík, um tey ikki hava lisið hesar báðar bøkurnar, og og eri spentur at fáa tað triðja bindið í hondina, tí eg veit, at Hans Andrias Sølvará lækkar ikki støðið.
Aftaná kongliga handilin kemur Jørgen Bech at handla, men tað er Jóhan C. Djurhuus (1834 -1918), sum stýrdi handlinum til 1918, tá ið hann og konan, Anna Elisabeth Kjelnes, fóru aftur til Havnar, haðan tey vóru komin. Vanliga var hann bara nevndur Faktorurin, onkuntíð eisini handilskongurin í Norðoyggjum. Hann var yvir øllum, sigur Sølvará, og hevði eina hepna, hjálpandi hond við øllum framburði og tað á øllum økjum.
Sjálvandi kom eisini annað virksemi fram, eins og tað eisini kom undir tí næsta og uppaftur veldigari ”handilskonginum”, J. F. Kjølbro. Hetta er ein sera spennandi søga, sum Sølvará megnar so meistaraliga væl at siga frá, og hann gloymir ikki at nevna týdningin, sum kona Kjølbro, Karin Sophia Biskopstø, f.1882, hevði fyri hann, hon var ikki langabbadóttir Nólsoyar Páll fyri einki. Karin hevði staðið í handli og kom at hava týdning fyri mannin eisini á hesum økinum, og tað var hon, sum fyrst fór at ganga til brøðurnar.
Karin og Jógvan stovnaðu handilsvirkið í 1915, og bara 25 ár seinri, í 1940, stóð Føroya størsta handilsvirki í besta blóma. Eitt ævintýr, og minnast má til alt, sum fyrst mátti gerast: brúgvar, kaiir og vegir, ikki at gloyma elverkið við Stórá, sum var liðugt í 1931, júst 10 ár aftan á tað í Vági. Sum stuttligt innskot kann nevnast, at Tvøroyri og Klaksvík longu í 1915 fingu hvørt sítt blað: Føroyatíðindi og Norðlýsið, kanska kann eg samstundis rætta, at tað á síðu 21 er nevnt, at T. F. Thomsen var íslendingur, men hann var dani.
Og so eru tað skúlabygningarnar og sjúkrahúsini, sum eisini mátti veksast um. Stuttligt er at síggja, at biðið verður um stuðul í 1905 frá Løgtinginum til svimjihyl úti í Grøv til dreingir. Undir viðgerðini vildi Jóannes Patursson, at ein treyt fyri at lata stuðulin mátti vera, at gentur eisini kundu læra at svimja har.
Longu í 1898 var Samkomuhúsið, í dagligari talu nevnt Dansistovan, bygt við stuðli frá Símuni í Vági og øðrum. Ætlanin við húsinum var, at har skuldu vera fyrilestrar, føroyskur dansur og onnur mentanarlig tiltøk, sum stimbraðu føroyska mentan og samleika.
Her var rúm fyri øllum, og brøðrasamkoman brúkti eisini húsið til møtir eins og missiónsfólkini. Seinri, tá ið tey vóru komin fyri seg, og áttu egin hús, vóru báðar samkomurnar harðliga móti dansinum, eisini tí føroyska, og vóru tær nú húsins fíggindar. Kann ikki lata vera við at siga hesa søguna, eg hoyrdi fyri mongum árum síðan. Samkomuhúsið (Dansistovan) stóð ikki væl í tí, tá møtti ein av fyristøðumonnunum Kjølbro. Hann hevur óivað hoyrt, hvussu støðan var, og gav honum væl av peningi til húsið, men bað um at vera ónevndur. Kjølbro eins og fleiri í ættini hevði dámað føroyskan dans. Honum dámdi ikki, at føroyski dansurin skuldi vera húsvillur.Jú, Kjølbro var tjóðskaparsinnaður, tá ið hann var sóknarstýrisformaður fekk hann í lag longu í 1925, at gerabøkurnar hjá kommununi skuldu førast á føroyskum.
Ein slík óvanlig skapanarmegi, sum Kjølbro hevði, mátti sjálvandi møta mótstøðu, men hann tók ikki breyðið úr munninum á nøkrum. Ivaleyst hevði vágin ikki ligið tóm við ongum skipum, vegir og kaiir ikki gjørd, um Kjølbro ikki hevði verið, men munurin hevði verið stórur.
Hans Andrias Sølvará greiðir sera siðiliga og skilagott frá øllum, so vit fáa eina ríka fatan ikki bara av Klaksvík,men eisini av Føroyum, og serliga væl umhugsað er, at hann ikki fyrr enn í endanum viðger ta mótstøðu, sum hesin úrmælingurin sjálvandi eisini møtti.
Sølvará hevur tikið okkurt brotið úr eini bók, sum mín gamli lærari Asger Møller skrivaði um Føroyar, og hann endar eisini við hesum hansara orðum: Klaksvik var, skrivaði Møller í ”legemlig vækst” og var í eini støðu av ”aandelig Ustabilitet”. Tað ávirkaði gongdina eftir kríggið, endar Sølvará bókina við. Spennandi, sera spennandi verður at lesa Klaksvíkar søgu bind 3.
Vónandi fara klaksvíksingar at ogna sær bókina og lesa hana. Allir hugsandi føroyingar eiga at lesa bókina. Tað er at standa sær uppi í ljósinum ikki at gera tað.
Vit gloyma ofta, hvussu strævið og stríggið tað hevur verið at fáa brotið upp úr nýggjum og treða ótroddar gøtur, tí skal hetta lítla brotið enda hesi fáu orð, tikið úr bókini, síðu 222:
”Køreveje ville aldrig komme til at spille nogen Rolle heroppe, da Havet er vor Landevej.”
Sigur Fríðrikur Petersen próstur í 1905. Hann var sum próstur føddur tinglimur, og formaðurin í komandi sambandsflokkinum, Oliver Effersøe, helt, at vit ”kun har haft Øje for Køreveje, og slet ikki for Veje beregnede til Gang og Ridning, men saadanne har ogsaa en Del Betydning. En Hovedfejl er det, naar han mener, at Kørevejene vil blive Landkommunikationsvejene her oppe; det venter jeg ikke og haaber heller ikke, at de skal blive. Som Bindeled mellem Bygder eller som Tørvemarkvej vil Kørevejene ikke have synderlig Betydning.”
”Tað skal vera, sum tað er, og blíva, sum tað var”.
Var og er niðurlagið hjá afturhaldinum.
Steinbjørn B. Jacobsen

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?
Bókaprát
RÓTGRÓNAR YRKINGAR
Seinast í 1960'unum høvdu tey í útvarpinum eina nógv umhildna spurnarkapping, har luttakararnir fingu spurningar í einum evni, hes…
Lesikrókurin
Reyðhærda kvinnan
Í útriðjuni av Istanbul eru unglingin Cem og brunngravarin Mahmut farnir at leita eftir vatni. Undir brennandi sólini grava teir s…
Bókaprát
Bókin um Rituvík
- løgd fram í Løkshøll fríggjadagin kl. 16
Bókaprát
Tá ið eg fór at týða: Íspinnurin og skrúviblýanturin
Nú ið Sprotin fór um tey tríati, rennur mær mangt í huga, til dømis tá ið eg fór at týða.
Bókaprát
Pauli Nielsen – ein frálíka góður týðari, sum sýgur eksotiskan skaldskap inn í føroyskt
Pauli Nielsen, gamli rektarin á Føroya læraraskúla, hevur, umframt mong onnur verk um m.a. námsfrøði, týtt 11 stórverk, sum hann h…
Lesikrókurin
Staklutirnir
Staklutirnir er ein skaldsøga við fýra persónlýsingum og túsund staklutum, um tumlaðar fikkubøkur, psykedeliskan dans og nøtrandi…
Bókaprát
ALLIR LUKTIR ÖRKYMLA MÍN STAÐARSANS
Tað kendist ikki meir enn hóskandi, at tað var sjálvan Móðurmálsdagin, føðingardag V.U.Hammersheimbs 25. mars, at eg í postkassanu…
Bókaprát
Nýtt stuttsøgusavn hjá Oddfríði Marna Rasmussen
Savnið viðger menniskju, sum eru steðgað upp, eru læst av fordómum og umhvørvi, har menningin tykist strandað.
01.03.2024
Kærleikin
28.02.2024
Orð & tónar á Reinsarínum
15.01.2024
Stóri týðarin Edvard S. Olsen
22.12.2023
Í Góðadali triðja jólamorgun
21.12.2023
Merking
19.12.2023
At fylgja hjartanum
15.12.2023
FRITS livdi og fagnaði lívinum
13.12.2023
Nobelfyrilestur eftir Jon Fosse
08.12.2023
Tá ið talað mál gevur skriftini flog
01.12.2023
Jonhard Mikkelsen 70 ár
27.11.2023
Fiskahúsið
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Góðkrút
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Rakel Helmsdal
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Sanna Dahl
14.11.2023
BÓKADAGAR 2023 - Jón Kalman Stefánsson (IS)
07.11.2023
Rithøvundavitjan úr Íslandi
05.11.2023
VEÐURSJÚKA – nýggj bók eftir Una Arge
31.10.2023
SANNA DAHL
28.10.2023
GÓÐKRÚT
20.10.2023
ORÐ&TÓNAR tann 26. oktobur á Reinsarínum
16.10.2023
Góðkrút
09.10.2023
Jon Fosse Nobel-heiðursløntur
03.10.2023
ORÐ OG TÓNAR
29.09.2023
Upplesarin
05.09.2023
Eyðun Johannessen flutti mørk
02.09.2023
Upplesarin
27.08.2023
Martin J.
26.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
21.08.2023
ORÐ&TÓNAR AFTUR Á REINSARÍNUM
13.08.2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
09.07.2023
Sum hvalur, ið kemur upp at blása
15.06.2023
Pløg beinagrindir teirra deyðu
06.06.2023
FØROYASMAKKUR - vald ein av heimsins bestu kokkabókum í 2023
28.05.2023
Reyn, kæra Reyn á mentanarnáttini
22.05.2023
MERKING
19.05.2023
Ukrainska dagbókin
17.05.2023
Ukrainska dagbókin
08.05.2023
Renna úlv
22.04.2023
Minni frá míni lívsleið
22.04.2023
Kom í Mentanarhúsið í Fuglafirði flaggdagskvøld kl. 20!