Jólaorðatónium – Barnagleði, bókaklípi og jólahugni

Nú bæði ár og dagur dragna, leggja vit alla orku í, at síðsta Orð og tónar undan jólum verður ein serstakliga hugnalig og góð løta, eitt satt “jólaorðatónium.”

08.12.2015
Jonhard Mikkelsen
Orð og tónar

Kjarnin í kvøldinum verður samanrenningin millum tríggjar mentakappar: Alexandur Kristiansen, Knút Olsen og Bárður Jákupsson, ið hava lagt so manga fagra slóð eftir eftir seg.

Í bókini Og várið kom hevur Knút sett løg til barnarím hjá Alexandur, sum Bárður hevur myndprýtt. Jensina Olsen og Finnur Hansen hava spælt yrkingarnar inn á fløgu, ið fylgir við bókini.

Vit fara at seta sjóneykuna á nakrar yrkingar, ið Jensina Olsen og Finnur Hansen fara at syngja og spæla. Jonhard Mikkelsen fer at hugleiða eitt sindur um listamenninar og verkið.

Sprotin hugnar um gestirnar við gløgg, og okkurt søtt verður á borðinum.

Eftir ein stuttan steðg fara vit at hyggja aftur á farandi bókaárið, tá ið rithøvundar og týðarar fara at lesa nøkur klípi úr trimum bókaperlum, ið komu út í ár, og líta fram ímóti onkrum upplivingum í orðum og tónum, ið komandi árið hevur í væntu.

Nú ið stundar til jóla, hoyra vit eisini um Atvent á hvítkløddum og ilsligum fløtum og líðum í Íslandi.

At seta rættiligan veitsludám á kvøldið fara Finnur Hansen og Edvard Nyholm Debes at spæla góð djassut løg, ímeðan vit fáa okkum okkurt upp í glasið ella koppin og kanska ogna okkum eina bók ella tvær.

Skráin er henda:   

 
Vælkoma
Og várið kom... í hugleiðingum og sangi (Jonhard Mikkeslen, Jensina Olsen og Finnur Hansen)
Steðgur
Brot úr Sprotaárinum
- Hinumegin garðin  (William Smith)
- 100 ára einsemi (Marianna Hoydal)
- Karitas (Gunvør Balle)
Finnur Hansen og Edvard Nyholm Debess spæla nøkur løg
Opna – 3 yrkingar (Marjun Syderbø Kjelnæs)
Atvent – hugleiðing (Tóra Tóroddsdóttir)
Finnur Hansen og Edvard Nyholm Debess spæla

Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið. 

Til ber at ogna sær fleiri nýggjar bøkur fyri serprís. 

SERTILBOÐ: Og várið kom..., sum er høvuðsbókin hetta kvøldið, fæst fyri 200,- kr saman við fløgu! Tað er eitt veruligt kvetti.

   
08.12.2015
Jonhard Mikkelsen
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?