Kvinnur, list og skapandi tráan

Meiri ella minni desperatar royndir at verða við barn, og so stríðið hjá mongum listakvinnum ímillum siðbundna leiklutin, ið samfelagið vil hegna tær inni í, og so listina, ið brennur innaní og ikki virðir somu mørk. Hetta eru evnini á Orð og tónum hóskvøldið 17. mars kl. 20. Gávuríka og unga Lea Kampmann stendur fyri tónleikinum.

12.03.2016
Poul Guttesen
Orð og tónar

Í bókini Blátt blóð skrivar Oddný Eir Ævarsdóttir um sínar meiri og minni desperatu royndir at verða við barn. Hóast sjálv Simone de Beauvoir vitjar hana í dreymi og vissar hana um, at nútíðarkvinnan kann vera nøgd við síni avrik, so ber ikki til at køva urtrongdina - at ganga við barni og føða tað. Jóhanna Andreasen fer at hugleiða um bókina, og Ria Tórgarð lesur brot úr henni.

Tá ið Kristin Marja Baldursdóttir herfyri var í Føroyum, segði hon, at ongar kápur høvdu fangað so væl, hvat stórverk hennara Karitas snýr seg um, sum tær, ið Edward hevur gjørt til bæði bindini í føroyskari týðing. Gunvør Balle fer at hugleiða um, hvussu kápumyndirnar hjá Edward lýsa grundleggjandi stríðið hjá listakvinnuni ímillum siðbundna leiklutin, ið samfelagið vil hegna hana inni í, og so listina, ið brennur innaní og ikki virðir somu mørk.

Eftir ein lítlan steðg verður sami táttur tikin upp aftur, nú úr øðrum sjónarhorni. Solveig H. Olsen fer at viðgera, hvussu hetta stríð sæst aftur í verkunum hjá tveimum listakvinnum, onnur føroysk, hin íslendsk, Ruth Smith og Júlíana Sveinsdóttir. Hóast sera ymiskar, Júlían var opin og bráðlynt, Ruth varin og innanhokin, vóru báðar væl útbúnar, stríddust fyri sínari list og høvdu mótgang og vóru fyri dómi, tí samfelagið ikki skiltu kvinnur, hvørs listarliga tráan ikki kundi køvast av siðbundnum leiklutum.

Unga og evnaríka Lea Kampmann fer at syngja nakrar av sínum inniligu sangum tvær reisur hetta kvøldið.

Skráin er henda:

- Vælkoma
- Barnatrá
- Jóhanna Andreasen hugleiðir um Blátt blóð
- Ria Tórgarð lesur brot úr Blátt blóð
- Karitas í tveimum myndum – Gunvør Balle
- Lea Kampmann syngur

Steðgur

- Listakvinnur í útjaðaranum . . . tá og nú - Solveig H. Olsen
- Lea Kampmann syngur

Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.
Til ber at ogna sær fleiri nýggjar, úrvaldar bøkur fyri serprís.

 

12.03.2016
Poul Guttesen
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?