Fyri og eftir skugganna stundir

Á Orð og tónum tann 22. september kl. 20:00 í Reinsaríinum verða tvey nýggj føroysk upprunaverk viðgjørd, lykilsskaldsøgan "Stjørnustundir í skugga" eftir Høgna Debes Joensen og stuttsøgusavnið "Aftanáðrenn" eftir Katrina Ottarsdóttur.

15.09.2016
Poul Guttesen
Orð og tónar

Onkustaðni sigur Kierkegaard, at skøld eru tey, hvørs hjarta hýsir stórari kvøl, men hvørs varrar er so skapaðar, at tá ið tey lata upp munnin, broytast teirra suff og grátur til undurfagran tónleik.

Tvey nýggj føroysku verk, ið verða løgd fram 22. september, hava júst hetta í felag, tey hava røtur í ógvisligum sálarligum snuddum í barndóminum. Hesa kvøl og hesar snuddir hava Høgni Debes Joensen og Katrin Ottarsdóttir umskapað til skaldsøguna Stjørnustundir í skugga og stuttsøgusavnið Aftanáðrenn.

Á Orð og tónum fer Jonhard Mikkelsen at siga eitt sindur um Stjørnustundir í skugga, áðrenn Jógvan Zachariassen fer at viðgera eitt sentralt evni í bókini: tað at minnast og seta orð á ógvusligar skjálvtar í barndóminum.

Eftir steðgin fer Ivan Niclasen at práta við Katrina Ottarsdóttur um Aftanáðrenn, eitt savn við løgnum og sýraðum søgum um sinniskloyvdar støður, skeiklaðar persónar og tvíbýttar støður.

Eisini fer Oddfríður Marni Rasmussen at lesa nýggjar yrkingar upp, ið hann hevur skrivað til fotomyndir hjá Ole Banke í nýggju myndabókini Gandakendu Føroyar. Dánjal á Neystabø fer at spæla nøkur løg — og so verður kápumyndavinnnarin eisini kunngjørdur.

Skráin er henda:

  • Vælkoma, 36 orð og 2 myndir
  • Kápusmiðurin, ið vann kappingina, er ...
  • Um Stjørnuløtur í skugga – Jonhard Mikkelsen
  • At festa skuggans minnir í orð – Jógvan Zachariassen
  • 36 orð, 2 myndir og nøkur løg – Oddfríður M. Rasmussen og Dánjal á Neystabø

Steðgur

  • 36 orð og 2 myndir – Oddfríður M. Rasmussen
  • Aftanáðrenn – Ivan Niclasen prátar við Katrina Ottarsdóttur
  • Tónleikur - Dánjal á Neystabø

Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.

Til ber at ogna sær fleiri nýggjar, úrvaldar bøkur fyri serprís.

15.09.2016
Poul Guttesen
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?