Eitt glas og gott prát gjørdu sítt til, at ylur kom í fólk, og brátt sjóðaði Beitið alt av kæti og gomlum minnum. Visit Vágar

At kanna duldu lívsins lóg

“Beitið verður ov lítið hjá tykkum í kvøld!” segði ein vágakona við meg í telefonini. “Beitið fer ikki at hýsa øllum, sum koma at lurta. So mikið veit eg”.

15.11.2016
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Klokkan 10. minuttir í sjey gekk spádómurin út. Tað rak í súpanarpottinum, kaldar øl stóðu á borðinum, gittarin var stemmaður, men bróstaviðurin var farin at sveitta, tí fólk stóðu sum seiður í nót inni í Beitinum.

Men miðvingar høvdu sína útvegir. Skjótt spákaði alt fylgið sær smáprátandi tvørtur um vegin og sessaðist í heitu og fjálgu kirkjuni, sum varð karmur um eina so sermerka og stórbæra bókaframløgu, at hon berst ikki saman við nakra aðra hjá Sprotanum.

Aðrir karmar - ljóst og vítt til veggja - og ein ljómburður sum gjørdi, at hvør tóni úr gittaranum hjá Ólavi darraði um all skipið. Tað var friðsælt og vakurt at standa sum ein verðsligur deknur og bera fram hugleiðingarnar um hesar mætu miðvingar í Miðvágs kirkju.

Ólavur Jakobsen og Angelika Nielsen settu kvøldið í gongd við trimum løgum úr nótabókini hjá Svabo, og skjótt sveimaðu vit øll á hesum tónum aftur í upplýsingartíðina og aftur til ein 30 ára gamlan lívsfýsnan Svabo, sum vildi so nógv. Tónin varð settur fyri kvøldið, og hann helt sær.  

 

Guðrun Gaard lýsti abba sín Rasmus, sum varð borin til stórt festi í Miðvági, men segði tað frá sær og fór heldur í skúla og stovnaði seinni sín egna Háskúla saman við Símuni av Skarði. Tað var óhoyrt at bróta slóð so ógvisliga. Guðrun kryddaði við brotum úr brøvum, m.a. einum, sum vísti, hvussu trong korini vóru á Háskúlanum – Rasmus skrivar til konununa, sum tá framvegis var í Klaksvík:

Tey dagligu húsforholdini eru naka sum tey vóru har norðurin í ringasta skili, matlagið er bedrøvuligt allir dreingirnir vóru sum rullupylsur táið teir komu nú eru teir sum vindgosnir barkakýlar.

 

Pauli Nielsen. Mynd: Kristina Aggrimsdóttir SvaboGuðrun Gaard

 

Rasmus týddi bara ein sang, og serkøn siga, at hann hevur ikki verið sungin á samkomu áður. At kanna duldu lívsins lóg, sum í royndum fevnir um alt tað, ið Rasmus arbeiddi fyri alt lívið, ljómaði í Miðvágs kirkju leygarkvøldið, meðan Knút Olsen spældi undir:

At kanna duldu lívsins lóg
og eftir marki leita –
so blómubrosi, stjørnuslóð
vit sama heiður veita –
og jarðarlívið lágt og høgt
og himnarúmið breiða,
lat tað várt eyga gera gløgt
og várar hugar leiða!

Rósa Samuelsen nýtti høvið at bera fram heiðurskvøðu til tríggjar borgarar í Vágum, sum hava verið mentanini í Vágum serliga dyggir: Hanna Hansen, Heini Petersen og Lydia Laksafoss fingu hvør sína kvøðu, og eyðvitað vóru tey eisini fagnað í Beitinum aftan á framløguna.

 

Rósa SamuelsenHeini PetersenHanna HansenLydia Laksafoss

 

Og so hitaðu vit upp til Mikkjal. Ólavur fór eftir gittaranum og Bára Svabo Persson sang tveir, sum eyðkenna Mikkjal sum tann, ið dugdi at yrkja um føroyska gerandisdagin og geva honum ein dám, so kraft og lívgleði vórðu berandi tættirnir.

Nú er júst farið um klippingarfjall, tí valdu vit okkum tveir, sum høvdu við fjallið at gera. Mikkjal yrkir annan um kvøldið, menn gera fjallboð, og hin um, tá ið stavarnir glintandi fara niðan brekkurnar í myrkrunum morgunin eftir. Yrkingarnar eru Fjallboð og Ávegis

 

Ólavur Jakobsen og Bára Svabo PerssonJákup Reinert Hansen

 

Jákup Reinert  Hansen, sum er serkønur í Mikkjalsa tekstum, legði til brots sum tann føddi námsfrøðingurin og vísti okkum, hvussu vit kunna undirvísa í náttúrufrøði við yrkingunum sum grundarlagi, tí Mikkjal eygfór sum vísindamaður, men legði mangan eina deilig poetiska flógv oman á alt, so til bara at syngja við gleði um somu skapningar, hann hevði lýst í skúlabókunum.      

Hygg bara eftir skarvinum við toppi, hvussu fitt tað kann sigast:

Ein feitur skarvur floytir sær
við toppi høgt á heysi.
“Nú má ei maður nærkast mær,”
so teinkir tunguleysi
og skimast í hvørt skot og glopp;
og veit hann fólki av,
so við eitt hopp sín topp og kropp
hann hirðir undir kav.

Og aftaná sungu vit øll um steinstólpuna – Knút Olsen spældi undir.

1. Ein steinstólpa í morgun glað

nýkomin heim av ferð

so blídlig bað mær “Góðan dag!

Enn ert tú gamli her.

:/: – Tjipp tjirri jirri ji –
eg eri komin við.” :/:

2. Á varðarnar og garðarnar

Hon festir fríðan fót

Og snarar sær til stararnar:

“Ja, gott er Føroya grót,

:/: – tjipp tjirri jirri ji;
her hvílast vit í frið. :/:

Gullberg Gullfoss, gamli næmingur Mikkjals, legði koll í kvøldið og lýsti inniliga og í kæti Mikkjal, sum hann minnist gamla kennara sín.

Gulberg Gullfoss Mynd: Kristina Aggrimsdóttir Svabo

Hann mintist ta bøn, Mikkjal byrjaði hvønn skúladag við. Eina barnakæra og milda bøn. Síðan lýsti hann henda sjaldsama læraran, sum stundum í huganum sveimaði út úr skúlastovuni og stundum svaraði við einari nýggjari reglu úr eini yrking mitt í øllum, hvussu burturhugaður hann kundi vera, tá ið detaljurnar skuldu fáast upp á pláss.

Eisini mintist Gullberg, hvussu rørandi tað var, tá ið børan við Mikkjali kom oman úr Hoydølum og børnini - tey smáu, tey størru og studentarnir - stóðu fram við leiðini og sungu hansara sangir, áðrenn hann fór um borð á Vesturleið og varð sigldur vestur aftur.


So sungu vit Smálombini spæla – Knút Olsen sang fyri:

Summardáar blóma í haga;
sóljur í royðugrøvum vaða,
hevja síni høvur so føgur,
breiða út hvørt blað;
og tey lítlu mæ
eru nú so glað;
sól á skinnið skínur og kínir
teimum blítt og ternusnertin týnir.

So varð farið yvir aftur í beitið, har Pauli Nielsen borðreiddi við einari sjaldsama góðari fiskasúpan, sum hann hevði diggast við allan seinnapartin.

Eitt glas og gott prát gjørdu sítt til, at ylur kom í fólk, og brátt sjóðaði Beitið alt av kæti og gomlum minnum.

Túsund takk Vágar!

 

Pauli Nielsen borðreiddi við fiskasúpanÓlavur Jakobsen hitar upp

 

Fuglabókin eftir Mikkjal á Ryggi

15.11.2016
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?